Nú er so dagurin har møguleikin er fyri at venda politisku gongdini í Føroyum.
Tá eg takkaði ja til at stilla upp, var tað við tankanum, at eg kann gera mun. Vit kunnu øll gera mun, men tað krevur, at vit taka støðuna í størsta álvara og fara á val hin 1. september.
Vit lata ikki veljarakanningar ræða okkum, tí vit trúgva uppá, at fólkið vil broyting.
Hvat eru tað fyri broytingar, sum skulu til – ja spyrt tú meg, so skulu vit hava ein nýggjan búskap og eina javnari skattaksipan. Okkara ríkidømi má koma fólkinum í Føroyum til góðar, ikki bert nøkrum fáum.
Ríkidømið eigur at koma samfelagnum til góðar, á ein hátt har vinnan framhaldandi hevur góðar umstøður og har tað framhaldandi skal loysa seg hjá fiskivinnuni at veiða og virka fiskin.
Uttan at siga nakað um smálutirnar í hesum, kann eg við vissu siga, at broyting má koma og at hesa broyting eiga vit at gera saman við vinnuni og saman við teimum sum fiska og virka.
Tjóðveldi ynskir at ogn føroya fólks skal koma fólkinum til góðar og gagnnýta vit hetta ríkidømi rætt, so kunnu vit skapa stórar broytingar i samfelagnum, fyri øll sum her búgva.
Hvat skattinum viðvíkur, so er tað av alstórum týdningi, at øll sum arbeiða, hava nóg mikið eftir at liva fyri. Møguleiki skal vera fyri fulltíðarstørvum og alt arbeiði eigur at vera pensjónsgevandi og skipað á heilsugóðan hátt.
Pensjónsskipanin og tvungna uppsparingin má endurskoðast, eins og forskattingin av pensjónum má aftur á beint.
Almannaverkið og heilsuverkið hava stórar avbjóðingar í framtíðini og tað letur seg ikki gera, bara at krevja meira fyri minni. Skipanirnar mugu hava góðar umstøður at virka undir og Tjóðveldi er til reiðar at hyggja at hesum stóru avbjóðingum og saman við pørtunum, at skapa føroyska loysnir, sum tryggja eina góða og fakliga kompetenta skipan framyvir.
Tað er alneyðugt at byggja hóskandi bústaðir, til øll, sum tørva ein bústað. Øll kunnu ikki byggja ella keypa síni egnu hús og eitt nútíðar samfelag eigur at hava bústaðir til fólk, sum ynskja at leiga heldur enn at eiga.
Tað skal vera trygt at vaksa upp og búgva í Føroyum og við Tjóðveldi í landsins leiðslu, kunnu vit endurskapa eitt trygt og gott samfelag fyri øll.
Valið er títt, um landið skal vera frítt!










