. Har var einki at finnast at, alt var, sum tað skuldi, vit høvdu einki at fílast á, sigur vaktleiðarin á politistøðini i Havn. Í tveimum førum vóru menn so heitir, at teir vóru um at fara til hendurs [...] hendurs, men tað varð steðgað, so har hendi ikki meira, sigur vaktleiðarin. Tað stutta av tí langa var, at einki harðskapsmál er skrivað, og einki brot á skilhaldsreglarnar, so talan hevur verið um eina av teimum
hevur áður nevnt, at motivið fyri gíslatøkuni var at fáa útflíggjaðar fangar, sum sita í ísraelskum fongslum - afturfyri at lata gíslarnar úr Ísrael leysar. Hamas hevur eisini sagt, at tiknu gíslarnir verða [...] (IDF) sigur, at talan er ikki um 155 gíslar, men 199, sum Hamas hevur tikið og flutt ti Gazageiran. Soleiðis er talið av gíslum nú økt við 44. Tað var undir álopinum á Ísrael hin 7. oktober, at Hamas og Islamiskt
Eygleiðarar halda hetta vera tekin um, at russiski herurin er við at vera í uppisetri við nútímans hernaðarútgerð - í øllum førum stríðsvognum. Ukrainska verjumálaráðið sigur, at russar hava mist so nógva hern [...] erð í krígnum í Ukraina, at teir nú hava tikið 50 ára gamlar stríðsvognar í brúk. Bretsk fregnartænasta vísir á, at russum vantar tøk nútímans vápn, og lagt verður aftrat, at slíkir gamlir stríðsvognar
varð so mikið stórur, at hasfjord mátti sleipast til Havnar, har hann liggur hjá Mest. Strandferðslan sigur, at girið fekk stóran skaða í óhappinum og tí verður nú bíðað eftir at fáa neyðugu eykalutirnar [...] og Strandferðslan sigur, at tað er ringt at finna eykalutir til eitt so gamalt skip. Tí er eisini rættiliga óvist, nær skaåin verður umvældur og av tí sama ber heldur ikki til at siga nakað sum helst um
gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevði brotið inn í eina av smáttunum á Vaglinum í Havn. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at talan var um eina av jólasmáttunum, sum ymiskt [...] jóla. - Smátturnar, sum hava okkurt at selja, eru stongdar, men í hesum førinum varð talan bæði um innbrot og stuldur, og her varð eisini óruddað. Løgreglan sigur, at ymiskt er horvið úr smáttuni, eitt [...] køkur og kakao, og líkt er eisini til, at onkur hevur ligið og sovið her, tí her var óruddiligt. - Vit funnu innbrotstjóvarnar, sum nú eru skuldsettir fyri bæði at hava framt innbrot og stuldur í jólasmáttuni
um, at við ongari nýggjari avtalu í kongressini um stuðul til Ukraina heldur hjálpin skjótt uppat. Hann ávarar formannin í amerikanska umboðsmannatinginum, Mike Johnson og aðrar kongresslimir um, at skjótt [...] verða hvørki stundir ella pengar til Ukraina. - Eg vil vera týðiligur og siga, at uttan viðgerð í kongressini verður møguleikin at veita Ukraina fleiri vápn og útgerð burtur innan árslok, skrivar Shalada Young [...] sent í dag. Fíggjarstjórin í Hvítu Húsunum sigur seg stúra fyri, at uttan amerikanskan stuðul til Ukraina, gerast sannlíkindi fyri, at Russland vinnur kríggið í Ukraina, størri. Hetta skrivar tíðindastovan
kvøld, at ukrainski herurin hevur skotið eitt russiskt stríðsflogfar niður yvir Svartahavinum. Sambært myndugleikunum er talan um eitt russiskt stríðsflogfar av slagnum, Sukhoi Su-24. Sagt verður, at flogfarið [...] Svartahavinum verður rópt. Leiðarin fyri ukrainsku loftverjuna, Mykola Olesjtsjuk, sigur, at russar sendu eitt flogfar at leita eftir manningini eftir niðurskjótingina. Ukrainski forsetin, Volodymr Zelenskyj [...] niðurskjótingina í sínari videotalu til ukrainska fólkið í kvøld. Í kvøld sigur ukrainska verjan, at russar royna at fremja nýggj álop í Odessa-regiónini í kvøld, og Odessa er ukrainskur havnarbýur við Svartahavið
Løgtingið samtykti einmælt at broyta revsilógina um kynsliga avnoyðslu og lokking. Hetta inniber, at lokking og kynslig avnoyðsla vera kynslig brotsverk í Føroyum, eins og tey eru í nógvum øðrum londum [...] Áðrenn broytingina var mett at revsilógin ikki í nóg stóran mun hevði fylt við talgildu menningini og talgilda veruleikanum. Undanfarna lóggáva gjørdi tað torført hjá ákæruvaldinum at lyfta próvbyrðuna í sambandi [...] nú framd. ”Hetta er eitt stórt fet ímóti at verja børn og ung, tá ið tey ferðast á netinum”, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sum fegnast um, at løgtingið einmælt samtykti uppskotið. Les
morgun at siga, at hetta eftir øllum at døma var eitt víkiskylduóhapp. Óhappið hendi, tá ein bilur, sum kom úr Norðragøtu og skuldi út á landsvegin, koyrdi út fyri ein annan bil. Løgreglan sigur, at tað vóru [...] ruddaður. Vaktleiðarin veit ikki rættiliga at siga, hvussu førararnir komu burturúr ferðsluóhappinum. - Men, soleiðis sum vit hava skilt, var ikki talan um, at nakar av pørtunum fekk álvarslig mein, verður
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at ein bilur fór út av vegnum á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum í gjárkvøldið. - Her var hált og bilurin, sum var á veg til Oyndarfjarðar, gleið [...] segði seg vera nakað eyman í høvdi og nakka. Vaktleiðarin heldur ikki, at viðkomandi fór á Landssjúkrahúsið, tí tað varð ikki hildið at vera neyðugt. Í nátt klokkan 02.45 hendi eisini eittt lítið ferðsluóhapp [...] ni og koyrdi eitt skelti niður, sigur vaktleiðarin. Vaktleiðarin sigur, at tey eisini fingu onkra fráboðan í gjárkvøldið um, at tað var rættiliga hált á Løgmannabreyt.