Eingin veit nær hann kemur aftur í sigling

Tað er ringt at fáa neyðugu eykalutirnar

Enn er óvist, nær strandfaraskipið, Hasfjord verður sett aftur í sigling. Tann 10. mai fingu tey eitt traktordekk um skrúvuna inni í havnarlagnum í Skopun. Skaðin varð so mikið stórur, at hasfjord mátti sleipast til Havnar, har hann liggur hjá Mest. Strandferðslan sigur, at girið fekk stóran skaða í óhappinum og tí verður nú bíðað eftir at fáa neyðugu eykalutirnar til landið.

 

Hasfjord er bygdur í 1975. Sostatt er hann samfull 47 ára gamal, og Strandferðslan sigur, at tað er ringt at finna eykalutir til eitt so gamalt skip. Tí er eisini rættiliga óvist, nær skaåin verður umvældur og av tí sama ber heldur ikki til at siga nakað sum helst um, nær hann verður settur aftur í sigling.