199 fólk tikin sum gíslar í Ísrael

Tað var undir álopinum á Ísrael hin 7. oktober, at Hamas tók fleiri sivilfólk og herfólk í Ísrael til gíslar og flutti gíslarnar til Gazageiran.

Ísraelski herurin (IDF) sigur, at talan er ikki um 155 gíslar, men 199, sum Hamas hevur tikið og flutt ti Gazageiran.

 

Soleiðis er talið av gíslum nú økt við 44.

 

Tað var undir álopinum á Ísrael hin 7. oktober, at Hamas og Islamiskt heilagt kríggj (Jihad) tóku fleiri sivilfólk og herfólk í Ísrael til gíslar.

 

Gíslarnir vórðu fluttir til Gazageiran.

 

Hamas hevur áður nevnt, at motivið fyri gíslatøkuni var at fáa útflíggjaðar fangar, sum sita í ísraelskum fongslum - afturfyri at lata gíslarnar úr Ísrael leysar.

 

Hamas hevur eisini sagt, at tiknu gíslarnir verða tiknir av døgum, um Ísrael heldur fram við álopunum á sivilfólk í Gazageiranum.

 

Hetta skrivar tíðindastovan NTB í morgun.