Bilur fór út av á Oyndarfjarðarvegnum

Hóast tað gjørdist hált í gjár og gjárkvøldið, og tað aftur er hált í støðum í morgun, hevur ferðslan eftir øllum at døma gingið væl.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at ein bilur fór út av vegnum á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum í gjárkvøldið.

 

- Her var hált og bilurin, sum var á veg til Oyndarfjarðar, gleið út av. Førarin, sum var einsamallur í bilinum, segði seg vera nakað eyman í høvdi og nakka.

 

Vaktleiðarin heldur ikki, at viðkomandi fór á Landssjúkrahúsið, tí tað varð ikki hildið at vera neyðugt.

 

Í nátt klokkan 02.45 hendi eisini eittt lítið ferðsluóhapp í royndkoyringini, har Vágatunnilin kemur út í Leynum.

 

- Bilurin fór á glið í rundkoyringini og koyrdi eitt skelti niður, sigur vaktleiðarin.

 

Vaktleiðarin sigur, at tey eisini fingu onkra fráboðan í gjárkvøldið um, at tað var rættiliga hált á Løgmannabreyt.