Hóast nógv fólk var í býnum í nátt, so skikkaðu tey sær væl. Keðiliga veðrið hjálpir væl í slíkum førum, tí tá fara fólk skjótari til hús.
– Vit hava verið í býnum í nátt og kanna skeinkistøð. Har var einki at finnast at, alt var, sum tað skuldi, vit høvdu einki at fílast á, sigur vaktleiðarin á politistøðini i Havn.
Í tveimum førum vóru menn so heitir, at teir vóru um at fara til hendurs, men tað varð steðgað, so har hendi ikki meira, sigur vaktleiðarin.
Tað stutta av tí langa var, at einki harðskapsmál er skrivað, og einki brot á skilhaldsreglarnar, so talan hevur verið um eina av teimum friðarligu sunnunáttunum hjá løgregluni.