Russar hava tikið í brúk stríðsvognar av slagnum T-62, sum eru framleiddir millum 1961 og 1975. Eygleiðarar halda hetta vera tekin um, at russar ikki hava tøka nútímans hernaðarútgerð.

Russar brúka 50 ára gamlar stríðsvognar

Ukrainska verjumálaráðið sigur, at russar hava mist so nógva útgerð í Ukraina, at teir nú hava tikið 50 ára gamlar stríðsvognar í brúk. 

Russar hava tikið í brúk stríðsvognar av slagnum T-62, sum eru framleiddir millum 1961 og 1975. Eygleiðarar halda hetta vera tekin um, at russar ikki hava tøka nútímans hernaðarútgerð.

Sambært bretskari fregnartænastu brúka russar stríðsvognar í krígnum í Ukraina, sum eru bygdir í 1960-unum.

 

Eygleiðarar halda hetta vera tekin um, at russiski herurin er við at vera í uppisetri við nútímans hernaðarútgerð - í øllum førum stríðsvognum.

 

Ukrainska verjumálaráðið sigur, at russar hava mist so nógva hernaðarútgerð í krígnum í Ukraina, at teir nú hava tikið 50 ára gamlar stríðsvognar í brúk. 

 

Bretsk fregnartænasta vísir á, at russum vantar tøk nútímans vápn, og lagt verður aftrat, at slíkir gamlir stríðsvognar eru sárbarir fyri álopum.

 

Tað gongur nú á fjórða mánaði við krígnum í Ukraina. Dagurin, tá Russland leyp á, var hin 24. februar - ella fyri stívliga trimum mánaðum síðan.

 

 

 

Russar hava tikið í brúk stríðsvognar av slagnum T-62, sum eru framleiddir millum 1961 og 1975. Eygleiðarar halda hetta vera tekin um, at russar ikki hava tøka nútímans hernaðarútgerð.