nú forðar fólki at fara til hetta økið, uttan at tey koyra gjaldskortið ígjøgnum støðina á gjaldsportrinum, siga tey í Hagafelagnum. Tey siga, at hetta er ein trupuleiki tí hetta er í stríð við ta siðvenju [...] føroyingar hava at fara út í haga og fjøru at njóta náttúruna. Herfyri staðfesti landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum í svari upp á fyrispurning í løgtinginum, at gjaldsportrið neyvan er lógligt, og at portrið [...] forðar fyri atgongd at øki, har ein og hvør hevur rætt at ferðast. – Hagafelagið vil staðiliga heita á Búnaðarstovuna um at bera so í bandi, at gjaldsportrið í Saksun verður tikið niður, og at Búnaðarstovan
nýtt lív í Fólkaflokkin, at vísa á, at neyðugt er við sterkum politiskum leiðarum, ið tora at taka avgerðir, so almenni sektorurin ikki koppar øllum samfelagnum. Eisini fer hann at siga, at privata vinnulívið [...] tí hann er vanur við, at landsstýrismeirilutar ráða, men soleiðis er ikki nú, og tað er ikki so løgið. Hetta valskeiðið hava Føroyar í roynd og veru havt tríggjar løgmenn, ein í Tinganesi, sum eitur [...] leggjast í apríl, fáa øll at síggja, hvussu listinlærdur Jørgen Niclasen er í fjølmiðlaleiki, tí tá fer hann av álvara at profilera seg og flokkin við at seta hart ímóti hørðum. Hann fer at seta fram
ætlanin, at stuðulin ikki skal prístalsjavnast í ár. Hetta hevur annars verið gjørt, og vildi hetta viðført eina hækkan upp 6,3%. Stendur tað til landsstýrið, verður hendan hækkanin tó av ongum í ár. Hinvegin [...] verður ikki prístalsjavnaður í 2009, og heimabúgvandi skulu ætlandi missa 300 krónur um mánaðin Hetta eru størstu broytingarnar í nýggja uppskotinum um lestrarstuðul, sum hevur til endamáls at fremja sparingar [...] sparingar innan útgjaldið av stuðli. Í viðmerkingunum verður sagt, at lestrarstuðulin hjá heimabúgvandi í Føroyum er hægri, enn hann er í grannalondum okkara, og tí verður metta, at skulu sparingar fremjast, er
leygardagin skal spælast í slovenska høvuðsstaðnum, Ljubljana, so er tað ikki her, at føroyska landsliðið og umboðini fyri fjølmiðlarnar búleikast. Ístaðin er tað í einum minni býi, Bled, at føroyska liðið heldur [...] hinvegin í Ljubljana, so tað er ikki nógv, sum hesir síggja til liðið fram til leygardagin. Gott veður Veðurmenninir siga, at veðrið fer at verða av tí fagrasta hesar dagarnar, sum ferðalagið er í Slovenia [...] heldur til. Hetta er ein býur, sum telur einar 11.000 íbúgvar, og er hetta soleiðis ein av teimum 118 kommununum í landinum. Føroysku áskoðararnir, sum munnu vera úti við hálvt hundrað í tali, búgva hinvegin
skt kegl. Løgið er, at einasti flokkur í Føroyum og ivaleyst í allari verðini, ið ikki førir partapolitikk, er Tjóðveldisfl., ið eftir øllum at døma sum tann einasti hevur innlit í onkran óreingiligan [...] øllum at døma koyra solo í fullveldismálinum, ið vit síggja tað við tí skuggaspæli, ið gongur fyri seg í Tinganesi í dag. Spurningurin er, um tíðin ikki er búgvin til eitt javnaðarútspæl, ásannandi at møguleikin [...] sett dagsskránna í fullveldismálinum hetta valskeiðið og er tað orsøkin til, at man ivaleyst ongantíð síðan heimastýrislógina er komin so stutt á sjálvstýrisleið í einum valskeiði, sum í tí brátt farna.
kortini við í tveimum øðrum loyvum, í loyvi 009 og síðani í loyvi 006 gjøgnum sítt dótturfelag Enterprice Oil, har StatoilHydro er fyritøðufelag. Tað var í hesum loyvinum, at Brugdan varð borað í fyrrárið [...] so varð hon ikki eitt oljufund. Tummas Hansen sigur, at Shell hevur ongar ætlanir at sleppar sær úr hesum loyvinum men fer at vera við í víðari kanningunum av loyvunum. Hesi loyvi ganga ikki út fyrr enn [...] ætlanir at taka seg úr Føroyum, nú samstarvsfelagið BP hevur gjørt av at rýma av landgrunninum. Hetta sigur Tummas Hansen, fíggjarstjóri hjá Shell í Danmark við Portalin Hóast vit mugu til at venja okkum
Skopun: - Jú, hetta er ein góður bátur! Tað var tíðliga í vetur, at Johan Leo keypti henda stóra seksæringin frá einum manni av Argjum. Honum var greitt, at hesin báturin fór ikki beinanvegin at kunna sleppa [...] sleppa inn í neystið í heimbygdini. - Orsøkin til hetta er, at Borgin var frambygdur. Nú hava vit flutt stýrihúsið afturum, so nú verður betri, sigur hann. Júst hetta er ein avgerandi fortreyt fyri, at Johan [...] aðrir útróðrarmenn í Fámjin kunnu útinna vinnugrein sína. Teir hava eitt havnalag í bygdini, har bátarnir saktans kunnu liggja. Men umstøðurnar eru soleiðis, at, at bátarnir mugu setast inn í eitt neyst, tá
veruliga fegnast um, at Marius DC ikki einans er tann fyrsti føroyski tónleikarin, ið ger hetta bragd í 15 ár, men at hetta samstundis er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt føroyskt lag kemur í umferð á NRK P3 [...] man nokk ikki eigur at tosa um alment. Hetta er eitt sindur av reyp og sumt er bara shit talk, sigur hann. Teitur gjørdi tað í 2006 Tað hendir av og á, at føroyskur tónleikur verður spældur í norska k [...] sera nógv ár síðan, at eitt føroyskt lag slapp á ein spælislista, og sostatt kom í fasta og regluliga umferð í eitt longri tíðarskeið. Seinast hetta hendi var í 2006, tá Teitur kom í fasta umferð á NRK
føroyskum máli. Hetta ber í sær, at teksturin í øllum lýsingum og lýsingatilfari, sum eru gjørt fyri at ávirka brúkarar í Føroyum, skal vera á føroyskum. Men hinvegin hevði verið ov nógv at kravt, at andstøða [...] funnu tey okkurt at vera ósamd um. Samgongan vil hava, at ein stovnur skal setast á stovn við einum brúkaraumboðið og tað ber í sær, at útreiðslurnar fyri at seta uppskotið í verk, fer at vera tvær milliónir [...] var málnevndin, sum í síni tíð heitti á landsstýrið um at seta tiltøk í verk fyri at tryggja, at alt lýsingamál í Føroyum, skal vera á føroyskum máli. Málið skal hava eina viðgerð í løgtinginum afturat
soleiðis at støðan, har proppur kemur í, ikki skal kunna koma fyri. - Hetta arbeiði verður gjørt, tá tað er turt, og tí verður tað einaferð seinni í vár ella í summar. Víst verður á, at triðja stigið í átakinum [...] Fyrsta stigið er at fáa sett brunnarnar til, so vatngoymslan er størri, og at hósvíkingar ikki missa vatnið, um proppur kemur í vatninntakið. Í Sunda kommunu siga tey, at annað stigið er, at vatninntakið verður [...] kommunu at fáa vatnbrunnarnar í Hósvík tiknar í brúk aftur innan ársskiftið bar ikki á mál. Tí hava íbúgvarnir í Hósvík verið uttan vatn fleiri ferðir um jólini, og nú aftur eftir jól. Tað siga tey í Sunda