Portrið í Saksun skal burtur alt fyri eitt

Búnaðarstovan skal forða fyri, at nakað gjaldsportur verður sett upp – nakrastaðni í landinum

Gjaldsportrið í Saksun eigur at verða tikið niður alt fyri eitt. Tað heita tey í Hagafelagnum og nú hava tey heitt á Búnaðarstovuni um at syrgja fyri, at tað verður tikið niður. Her er talan um portrið, sum forðar fólki at fara út á Lónna, uttan at rinda fyri tað,

 

Nú hevur portrið staðið í skjótt tvey ár, og Hagafelagið undrast almikið á, at Búnaðarstovan, sum varðar av festinum í Saksun, ikki hevur givið festaranum boð um at taka portrið burtur, sigur felagið í áheitanini á Búnaðarstovuna.

 

Tey vísa at fólk hava gingið hesa leiðina út á Lónna í Saksun í øldir, heilt til á sumri í 2019, tá ið festarin knappliga setti eitt gjaldsportur við hegni og píkatráði, upp. Síðan portrið kom, hava fólk ikki kunnað gingið hesa leiðina út at njóta náttúruna uttan at gjalda fyri tað.

 

– Ein rættur, og ein aldargomul siðvenja, er á hendan hátt skúgvað til viks av einum festara, sum nú forðar fólki at fara til hetta økið, uttan at tey koyra gjaldskortið ígjøgnum støðina á gjaldsportrinum, siga tey í Hagafelagnum. Tey siga, at hetta er ein trupuleiki tí hetta er í stríð við ta siðvenju, sum føroyingar hava at fara út í haga og fjøru at njóta náttúruna.

 

Herfyri staðfesti landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum í svari upp á fyrispurning í løgtinginum, at gjaldsportrið neyvan er lógligt, og at portrið forðar fyri atgongd at øki, har ein og hvør hevur rætt at ferðast.

 

– Hagafelagið vil staðiliga heita á Búnaðarstovuna um at bera so í bandi, at gjaldsportrið í Saksun verður tikið niður, og at Búnaðarstovan samstundis forðar fyri, at slík portur verða sett upp í Føroyum, sigur Hagafelagið.