Lestrarstuðulin verður ikki prístalsjavnaður í 2009, og heimabúgvandi skulu ætlandi missa 300 krónur um mánaðin Hetta eru størstu broytingarnar í nýggja uppskotinum um lestrarstuðul, sum hevur til endamáls at fremja sparingar innan útgjaldið av stuðli.
Í viðmerkingunum verður sagt, at lestrarstuðulin hjá heimabúgvandi í Føroyum er hægri, enn hann er í grannalondum okkara, og tí verður metta, at skulu sparingar fremjast, er ávirkanin av sparingunum minst á júst hesum øki.
Hartil er ætlanin, at stuðulin ikki skal prístalsjavnast í ár. Hetta hevur annars verið gjørt, og vildi hetta viðført eina hækkan upp 6,3%. Stendur tað til landsstýrið, verður hendan hækkanin tó av ongum í ár.
Hinvegin verður framhaldandi arbeitt við at økja um stuðulin til einsamallar uppihaldarar, sum nema sær útbúgving.
Samanlagt er ætlanin, at nýggja lógaruppskotið skal spara landskassanum á leið 2,5 milliónir.