Shell framhaldandi við í føroyskari oljuleiting

Shell, sum er eitt av heimsins størstu oljufeløgum, hevur ongar ætlanir at taka seg úr Føroyum, hóast høvuðs samstarvsfelagið BP hevur gjørt av at rýma av landgrunninum. Hetta sigur Tummas Hansen, fíggjarstjóri hjá Shell í Danmark

Hóast vit mugu til at venja okkum til at brúka nýggja navnið MAGN ístaðin fyri Shell, tá olja verður keyp til húsarhaldini ella bensin til bilarnar, so verður eingin broyting, tá tað snýr seg um oljuleiting á føroyska landgrunninum. Har fer tað framhaldandi at eita og vera gamla Shell, sum stendur á breddanum. Tað er nevniliga hálendska Shell við deildum í bæði Bretlandi, Noregi og Danmark, sum eisini framyvir fer at taka sær av verandi leitiloyvum.

 

Og hóast eitt høvuðs samstarvsfelagið hjá Shell í føroysku oljuleitingini hevur verið tað bretska BP, og sum nú hevur gjørt av at lata skrivstovu aftur í Føroyum og heilt gevast við leitingini á landgrunninum, so fer Shell hinvegin ongan veg.

 

Hetta váttar Tummas Hansen, fíggjarstjóri hjá Shell í Danmark. Shell er við í trimum føroyskum leitiloyvum. Eitt er loyvi 007, har BP er fyristøðufelag, og har William brunnurin varð boraður í fjør. Hann gav ikki tað úrslitið, sum vónir høvdu verið til, og hetta loyvi gongur so út í august. Eftir øllum at døma verður hetta loyvið tí latið aftur til føroysku myndugleikarnar tá.

 

Men Shell er kortini við í tveimum øðrum loyvum, í loyvi 009 og síðani í loyvi 006 gjøgnum sítt dótturfelag Enterprice Oil, har StatoilHydro er fyritøðufelag. Tað var í hesum loyvinum, at Brugdan varð borað í 2006. Hóast hon gav nógvar upplýsingar, so varð hon ikki eitt oljufund.

 

Tummas Hansen sigur, at Shell hevur ongar ætlanir at sleppar sær úr hesum loyvinum men fer at vera við í víðari kanningunum av loyvunum. Hesi loyvi ganga ikki út fyrr enn um eini tvey ár. Tummas Hansen sigur, at her finnast seismisk data, sum ymsu feløgini hyggja at. Tað gongur so sína gongd.

 

-Vit fara so leypandi at meta um loyvini og vit fylgja eisini spentir við, hvussu gongur í øðrum loyvum. Her hugsar Shellstjórin bæði um komandi boringina hjá ENI í summar í 005 men eisini um ætlaða brunnin á Súluleiðini í loyvi 008, har Chevron er fyristøðufelag. Hann ásannar, at slíkt virksemi í økinum er sjálvandi áhugavert fyri øll feløgini, sum eru við í leitingini millum Føroyar og Hetland. Shell er rættiliga virkið vestan fyri Hetland og er við í tveimum framleiðandi feltum, nevniliga Schiehallion og Clair. Har er BP fyristøðufelag.