alla tíðina. Síðani síðsta summar til út í oktober var tað Starvsmannafelagið. Í vetur og langt út á várið vóru tað maskinmeistararnir, sum vóru í samráðingum og nú í fleiri mánaðir hava skipara- og navig [...] samtykti at beina tað aftur í vinnunevndina. Men har hevur málið nú ligið í eitt hálvt ár, uttan at tað er avgreitt, og nú er tingið farið í summarfrí og sostatt fellur málið burtur. - Hetta er tað, vit kalla [...] løgd av verkfalli, rakar tað vinnulívið og ferðafólk hart og tað kann ikki ganga longur, at útjaðarin verður tikin til gísla í at kalla hvørjum einasta verkfalli, samstundis sum alt miðstaðarøkið er fu
HELP' er sum eitt versnandi panikk anfall, og snýr seg um at søkja sálarliga hjálp. Lagið er annað staklag av komandi heildarútgávuni, ið varð upptikin í einum gomlum analog studioði úti á landinum í Íslandi [...] høvdi sínum í strembanini eftir tí fyrimyndarliga lívinum. Fólk liva við pínu, sum sjálvandi ávirkar ein sjálvan, men eisini tey rundanum seg. Tað er ikki neyðugt at skula stríðast allatíð. Tak tað næsta stigið [...] HARDCORE VIBES III' verður útgivin umvegis Tutl. Fríði Djurhuus, sangari, sigur soleiðis í tíðindaskrivi frá Tutl: - Tekstinir hjá Joe & The Shitboys eru vanliga tjúkt innpakkaðir í ironi. PLEASE SEEK HELP
samtykti Tórshavnar Býráð láturligasta mál, sum nakrantíð hevur verið viðgjørt í býráðnum, sum Jan Christiansen kallaði tað. Tað má ásannast, at tað er ein øgilig orka, sum er farin til at loysa hetta málið. Heilar [...] býráðsfundi í gjárkvøldið eydnaðist so at samtykkja tað, sum Jan Christiansen kallaði láturligasta mál, sum nakrantíð hevur verið til viðgerðar í býráðnum. Men tað var eisini eftir tógvið stríð, tí nú tað varð [...] skuldi vera við í ætlanini, so í veruleikanum endaði wc við at verða ein farstøð upp á 72 fermetrar, sum skal byggjast við eyðkenni í gomlum, føroyskum byggisniðið og tilsamans kostar tað eina millión. Og
hann í 2008 bleiv keyptur til FC Midtjylland fyri áleið 15 milliónir krónur. Í 2017 kom hann til Føroyar í eini roynd at endurbyggja sítt lív, eftir eitt umskiftiligt tíðarskeið. Í summarsteðginum í fjør [...] Tú veist aldrin, men eg vænti ikki at tað verður til nakran fótbólt á høgum stigi aftur, sigur Ken Fagerberg. Sum 31 ára gamal er Ken Fagerberg so illa slitin, at hann fær spælt meir. Hann býr í løtuni á [...] Christer Andersson spældi eitt hálvt ár á Skála í 2016, og Petter Johannes Björlund tað sama fyri 07 Vestur í 2017. Nú er so fjórði og seinasti svenskarin í føroyskum fótbólti givin.
kunnu vera samd í tí, at tað aldrin eigur at vera tikið ov nógv inn í skatti og at lágt skattatrýst er gott fyri kappingarførið. Tórshavnar kommuna hevur eitt tað lægsta skattaprosentið í landinum á 19 % [...] viðvirkandi til góðu gongdina í Havnini. Tað, sum tó undrar meg eitt sindur í tilmælinum hjá búskaparráðnum er, at tað tykist at leka ímillum teori og praksis. At lækka skattin í løtuni er at seta enn meiri [...] kommunu, ið sigst at vera í einari serligari støðu. Sambært búskaparráðnum gongur tað ov væl í Tórshavnar kommunu, og tí eigur at vera umhugsað at seta kommunala útjavning í verk. Lat tað vera sagt púra greitt
Tað er ein vónleys uppgáva at nokta fólki at taka myndir og video av grindadrápi. Tað heldur Karl Johansen, sýslumaður. Í gjár doyði ein grind í Vestmanna og tað hevur elvt til kjak, at limir í mótmæl [...] við í drápinum, sleppa inn um. Men í Vestmanna gekk ikki, sum ætlað, tí grindin skuldi rekast til Leynar, men tað gekk ikki og tí varð hon rikin til Vestmanna ístaðin. Og tað gekk so skjótt fyri seg, at [...] hvørja ferð, grind verður hildin til, er ein ørgrynna av áskoðarum fram við sjóvarmálanum. Og hesa seinastu tíðina, so hvørt, sum tøknin mennist, eru tað eisini rættiliga nógv fólk, sum taka myndir og video
kærleika, sum aldrin verður fullborin, ella skal eg siga longsulin eftir kærleika. Og samstundis er tað heila so passaliga vandamikið og pínufult og tí fantastiskt. Og so er tað Ringanna Harri, sum eru tær [...] Er tað onkur bók, tú minnist serliga væl? Á ja, nógvar. Gøsta Berlings Saga er ein ótrúliga spennandi og ævintýrkend bók, har tú kennir teg sum í einum dreymi, har tað yvirnátúrliga og tað nátúrliga er [...] Eg fekk ikki sovið í eina viku, tí eg hevði fulltíðar arbeiði og eina lítla dóttur, so eg mátti lesa um náttina. Tað var ein strævin men lærurík og spennandi vika. Tað er tað, sum er so fantastiskt við
so sum kunning, reklamum og øðrum, sum Birgir eisini er sera dugnaligur til. “Manningin” í Undirhúsinum hevði eisini onkrar uppgávur, so sum framsýning av gomlum myndum og modelskipum. Hetta var í høvuðsheitum [...] spurdi, um vit (eg var formaður í VÍF) ikki skuldu gera okkurt serligt tiltak at savna pening inn til Undirhúsið, sum hann hevði verið við til at seta á stovn – og til VÍF, sum jú altíð hevur tørv á peningi [...] at fara undir fyrireikingar til eina bátastevnu. Av tí at tað var avmarkað, hvat persónarnir, ið dagliga vóru í Undirhúsinum, kundu vera við í fyrireikingunum, tók VÍF sær av meginpartinum av tí fysiska
Øll arbeiðsgongdin í sambandi við ullarvirking verður lýst í filminum við orðum og myndum. Byrjað verður á várgongu, tá ið seyðurin verður royttur og ullin vaskað, og endað verður við tógvroyndum og lidnum [...] burtur av undirvíst í føroyskari siðvenju innan ull og spuna og í øðrum gomlum arbeiðsháttum. Áhugin fyri øllum, sum hevur við ull og seyð at gera, hevur leitt hana á kunningarferðir í flestu Norðurlondum [...] lidnum pløggum. Upptøkur eru gjørdar í roykstovuni í Hoyvíksgarði og í Dúvugørðum. Filmurin, sum er slakar tveir tímar langur, er ætlaður sum frálærutilfar, men er avgjørt áhugaverdur hjá øllum, ið hava
halda til í kjallarum í gomlum donskum slottum. Har eru, júst sum í ævintýrinum hjá H. C. Andersen, kistur fullar av gulli - men nú í tátulíki. Slíkt má sjálvandi ikki forða landsstýrinum í skjótast gjørligt [...] øsingin snýr seg um partin av almennum útreiðslum, sum í ríkisstuðlinum eru játtaðar sjúkum, avlamnum, gomlum, fólkaskúla og yrkisskúlum. Tá ið landsstýrið í 2002 tveitti 366 milliónir fyri borð, vórðu skúlaverkið [...] nú leikinum í Keypmannahavn herfyri, sum fyri tað kundi verið tikin úr kendu skaldsøguni eftir Cervantes um láturverda harramannin Don Quijote og matglaða gekkin Sancho Panza úr la Mancha í Spaniu. Teir