Eitt klípi í siðsøguliga varðan

Føroya Heimavirkisfelag hevur gjørt film um, hvussu ull verður virkað í Føroyum

 

FILMUR

Turið Kjølbro


Hvørt land hevur egna siðvenju, alt eftir ráevni tey hava at arbeiða við. Í Føroyum hevur tað verið seyðurin og ullin. At varðveita gamlar heimavirkissiðir er eitt endamál hjá Føroya Heimavirkisfelag. Tí hevur felagið tikið stig til at gera ein film um føroyska siðvenju innan ull og ullarvirking saman við Nicolinu Jensen Beder, handarbeiðslærara. Filmurin kom út á 15 ára stovningardegi felagsins, sum var 28. mai. Í hesum sambandi varð Nicolina Jensen Beder, sum hevur skrivað handritið til filmin og eigur leiklutin í filminum, heiðrað við heiðursbrævi.

Nicolina Jensen Beder er útlærd handarbeiðslærari frá Haslev Haandarbejdsskole í 1950 og hevur tikið terminskeið í tekstillæru, siðsøgu, brodering og veving á Säterglänten, Hemsløjdens Gård í Svøríki - avlærd við próvbrævi í 1978. Tey seinastu 25 árini hevur hon burtur av undirvíst í føroyskari siðvenju innan ull og spuna og í øðrum gomlum arbeiðsháttum. Áhugin fyri øllum, sum hevur við ull og seyð at gera, hevur leitt hana á kunningarferðir í flestu Norðurlondum. Nicolina hevur millum annað saman við Føroya Fornminnissavni staðið fyri fleiri framsýningum og hevur hildið fyrilestrar um ull og spuna runt um í Norðurlondum og í USA.

Arbeitt hevur verið við filmsverkætlanini síðani 1999. Árni Conradsson og Zacharis Hammer hava framleitt filmin, sum hevur fingið stuðul, bæði alment og privat. Tónleikin til filmin hevur Martin Joensen gjørt, og Ívar Iversen, fyrrverandi útvarpsmaður, lesur tann siðsøguliga partin.

Øll arbeiðsgongdin í sambandi við ullarvirking verður lýst í filminum við orðum og myndum. Byrjað verður á várgongu, tá ið seyðurin verður royttur og ullin vaskað, og endað verður við tógvroyndum og lidnum pløggum.

Upptøkur eru gjørdar í roykstovuni í Hoyvíksgarði og í Dúvugørðum. Filmurin, sum er slakar tveir tímar langur, er ætlaður sum frálærutilfar, men er avgjørt áhugaverdur hjá øllum, ið hava áhuga fyri eldri mentan.