Soleiðis byrjaði tað ...

Vestmanna: - Ætlanin hevur alla tíðina verið, at tiltakið skuldi ikki vera avmarkað til nakran ávísan ella nakrar ávísar áhugabólkar, sigur Jógvan Sigurd Hóðará. Hann var formaður í VÍF í 2002, tá stig vórðu tikin til fyrstu Bátastevnuna í Vestmanna.

Hugskotið til Bátastevnuna kom ein dagin, Birgir Waag Høgnesen spurdi, um vit (eg var formaður í VÍF) ikki skuldu gera okkurt serligt tiltak at savna pening inn til Undirhúsið, sum hann hevði verið við til at seta á stovn – og til VÍF, sum jú altíð hevur tørv á peningi.

Ætlanin var, at tiltakið ikki skuldi bera dám av eini vanligari summarstevnu og skuldi vera avmarkað til nakran ávísan ella nakrar ávísar áhugabólkar. Hann hevði hugsað um ymiskt, m.a. eina bátastevnu.

Birgir kom oman til okkara eitt kvøldið, og vit settu okkum niður at tosa ymisk hugskot ígjøgnum, og vórðu samdir um, at ein bátastevna mátti verðið spennandi. Hetta komst eisini av, at hon kundi verðið relaterað til Undirhúsið, samstundis sum tiltakið fyri VÍF kundi verðið relaterað til kappróðrarneystið, ið var farið í gongd.

Vit hildu hetta verða so mikið spennandi, at eg lovaði at leggja hugskotið fyri nevndina hjá VÍF til støðutakan. Nevndin helt eisini, at hetta hugskotið var sera spennandi, og varð avgjørt at fara undir fyrireikingar til eina bátastevnu.

Av tí at tað var avmarkað, hvat persónarnir, ið dagliga vóru í Undirhúsinum, kundu vera við í fyrireikingunum, tók VÍF sær av meginpartinum av tí fysiska partinum, meðan Birgir tók sær av tí allarmesta á tí praktiska økinum, so sum kunning, reklamum og øðrum, sum Birgir eisini er sera dugnaligur til.

“Manningin” í Undirhúsinum hevði eisini onkrar uppgávur, so sum framsýning av gomlum myndum og modelskipum.

Hetta var í høvuðsheitum starturin uppá tað fyrstu Bátastevnuna, ið fekk navnið “Kjalarvatn” – eisini eftir hugskoti frá Birgiri.



BYRJAN

Bátastevnan byrjaði í 2002 og verður nú hildin 9. árið á rað