Í vikuni fóru Ken Fagerberg og TB hvør til sítt. Eitt ár við nøkrum innhoppum og ongum máli gjørdi, at partarnir blivu samdir um at gevast við samstarvinum. Við fotbolldirekt.se sigur áleyparin, at hann orkar ikki at spæla fótbólt meir.
- Kroppurin er slitin. Eg orki ikki at spæla fótbólt meir. Eg hevði pína um allan kroppin í fjør, men vónaði at alt bleiv betri í ár. Vit spæla á niðurslitnum graslíki og tað riggar ikki. Sá til síðst bleiv eg samdur við felagið um at bara gevast, sigur Ken Fagerberg.
Ken Fagerberg toppaði, tá hann í 2008 bleiv keyptur til FC Midtjylland fyri áleið 15 milliónir krónur. Í 2017 kom hann til Føroyar í eini roynd at endurbyggja sítt lív, eftir eitt umskiftiligt tíðarskeið. Í summarsteðginum í fjør skifti hann til TB, men skaðar hava darvað honum síðani.
- Beint nú veit ikki hvat fer at henda. Tú veist aldrin, men eg vænti ikki at tað verður til nakran fótbólt á høgum stigi aftur, sigur Ken Fagerberg.
Sum 31 ára gamal er Ken Fagerberg so illa slitin, at hann fær spælt meir. Hann býr í løtuni á Tvøroyri saman við konuni og tveimum børum, og kann búgva har fram til í novembur.
- Eg skal hava eitt vanligt arbeiði og tað sær út til, at eg byrji á flakavirkinum um stutta tíð, sigur Ken Fagerberg at enda.
Bara fýra svenskir spælarar hava verið í føroyskum fótbólti. Håkan Lundholm spældi um aldarskiftið við B36. Skjóti vongurin var væl lýddur uttanfyri vøllin, men avrikini á vøllinum vóru heldur misjøvn. Rasmus Fred Christer Andersson spældi eitt hálvt ár á Skála í 2016, og Petter Johannes Björlund tað sama fyri 07 Vestur í 2017. Nú er so fjórði og seinasti svenskarin í føroyskum fótbólti givin.










