Aftur hesa vikuna eru nógvar landingar til Havsbrún í Fuglafirði. Á heimasíðuni hjá virkinum verður sagt, at fimm skip landa hesa vikuna. Skipini eru Arctic Voyager (1900 tons), Finnur Fríði (2100), Norðingur [...] Norðingur (1900), Gamli Jupiter (2100) og Borgarin (2400 tons). Í síðstu viku vóru skipini enn fleiri í tal enn hesa vikuna, nevniliga átta. Tey vóru Finnur Fríði (2150 tons), Vestmenningur (1850), Ango [...] Ango (1400), Norðingur (1850), Jupiter (2000), Gamli Jupiter (2000), Hoyvík (1550) og Tróndur í Gøtu (2500 tons). Felags fyri landingarnar, sum hava verið á Havsbrún seinastu tíðina, er, at øll veiðan hjá
Í gjárikvøldið hevði listi D í Fuglafirði, tað er listin, sum hevur borgarstjóran í Fuglafjarðar býráð, uppstillingarfund. Sonni á Horni, borgarstjóri, sigur, at nógv fólk møttu, og at áhugin at stilla [...] at eru tey samd um, at í komandi valskeiði skal arbeiðast fyri einum betri trivnaði fyri øllum í Fuglafjarðar kommunu, at arbeiðast skal við langtíðar fíggjarviðurskiftunum í kommununi, at tørvur er á [...] stilla upp var stórur. Av teimum fýra, sum nú sita í býráðnum fyri lista D, stilla hesi uppaftur: Sonni á Horni Árant Berjastein Sigga Ó. Joensen Fimm, sum fyrr hava stillað upp fyri lista D, stilla uppaftur:
fimta sigur í ár, gjørdu tvey mál, hildu egið mál reint og hava ikki spælt betur enn tað sama. Fagnaður var í Sarpugerði sunnukvøldið. Vánaligt verjuspæl Tað sum hjá Víkingum fekk ein góðan enda í gjár, hevði [...] Tórgarð. Í hinum endanum var vandamesta royndin eitt langskot frá Brian Olsen, men hesum tók Geza Turi sær væl av. Skilagóður Foldgast Fleiri mál enn tey bæði, ið fullu í fyrra hálvleiki, komu ikki í dystinum [...] vera, at hann fer at gera meiri um seg leygardagin, tá EB/Streymur vitjar í Fuglafirði, har Varmakeldustevna er. Víkingar skulu í eldin aftur longu fríggjakvøldið, tá teir skulu til Runavíkar at hitta NSÍ
spæla skjótan kontrafótbólt, so undirhaldsvirðið er gott í dystinum í fuglafirði. 77. min. ÍF hevur fingið brotsspark, eftir at Nenad Saric fór um koll í brotsteiginum. 78. min. Andy Olsen skjýtur til vinstru [...] seg sjálvan á vøllin! Í eini roynd at koma inn í aftur dystin, hevur 37 ára gamli venjarin skift seg sjálvan inn, og er komin í álopið hjá AB, sum hevur verið ógvuliga tamt dystin í gjøgnum. Saknurin av [...] hann smekkaði bóltin í málið. 14. min. 1-1, ÍF hevur javnað! Alexander Jovevic smekkar bóltin í netið eftir innlegg úr høgru. 30. min. Einki bendir á, at ÍF ætlar at vera verðandi í botninum. Teir hava
væl, men í trimum teimum fyrstu umførunum í landskappingini hevur stígur verið í. Vit arbeiða við sakini, og vit rokna við, at vend fer at koma í. Fyri tveimum árum síðani gekk striltið hjá B36 í fyrstu [...] men um teir vinna í morgin, so verða teir undir liðini á fuglfirðingum. ÍF hevur ikki vunnið á heimavølli móti B36 síðani í 1991, tá úrslitið var 3-0. Í fjør var javnt, og B36 vann í 1999 4-1. B36 venjarin [...] venjarin, Sigfríður Clementsen, var í fyrraárið og fyrra partin av árinum í fjør venjari í Fuglafirði. Tí átti hann at kent fuglfirðingar og ÍF væl. - Tað geri eg, men liðið hjá teimum er heilt øðrvísi nú
Joensen, Óli í Skúla í Klaksvík 1876 - 1964 Andrass Samuelsen í Fuglafirði 1873 - 1954 Johan M. Fr. Poulsen á Strondum 1890 - 1980 Hans Iversen, Hanus í Kollinum í Kvívík 1884 - 1984 Trygve Samuelsen í Tórshavn [...] Harnæst vóru tað javnaðarmenninir: Jacob Edvard Jacobsen í Klaksvík 1889 - 1947 Jákup Frederik Øregaard í Gøtu 1906 - 1980 Jákup í Jákupsstovu í Sørvági 1922 - 1976 Jóan Petur Davidsen á Sandi 1890 - 1972 [...] okkara. Í 1930, tá ið danski forsætisráðharrin Stauning hevði verið siglingartúr í Grønlandi, legði hann inn í Føroyum á vegnum. Her fekk hann tað hugskot, at tað var rætt at halda eina fólkaatkvøðu í Føroyum
ÚTISETALEGA Í hesi vikuni hava skúlarnir í Danmark havt heystfrí. Nú er heystfrítíðin í Danmark í vikuni eftir, at hon hevur verið í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani vóru heystfrítíðirnar í Føroyum og Danmark [...] Danmark í somu viku. Og inntil fyri einum fimtan árum síðani var tað soleiðis, at heystfrítíðin í Danmark var í vikuni frammanundan, at skúlarnir í Føroyum høvdu heystfrítíð. Síðani í 1976 hevur Kristnastova [...] hava legurnar verið í heystfrítíðini. Soleiðis er tað eisini í ár. Útisetalegan hjá Kristnastovu er í hesum vikuskiftinum. Tey hittust hóskvøldið, og tey halda á inntil á middegi í morgin. Áhugin at taka
bústað í MBF-húsinum við Íslandsvegin 10c í Tórshavn. Formaður felagsins er Steinbjørn í Lambanum í Fuglafirði tlf. 444478. Eini 1100 fólk í Føroyum, sum hava diabetes, og sum vit kalla diabetikarar. Í Danmark [...] sama støði hesum viðvíkjandi sum Danmark. Í Norra og Svøríki eru heldur fleiri diabetikarar, meðan tølini í Finnlandi eru væl hægri. Insulinið kom til Føroya longu í 1923. Hetta var áðrenn nakar sjúkrakassi [...] dagar verið í kjalavørrinum á Diabetes. Talan er t.d. um eygnasjúkur við vánaligari sjón, nýrasjúkur, hjarta og æðrasjúkur, nervabruna í beinum við amputiónum og impotens v.m. Kanningar í dag vísa, at
Kirkjugarðurin við Velbastaðvegin fær nú 1418 nýggj gravstøð, sambært Tórshavnar kommunu. – Hóast tað kann tykjast um ein lítil útbygging í mun til stóra kirkjugarðin við Velbastaðvegin, so er nýggjasta [...] er vegurin í Vika gjørdur av nýggjum, har ein triðings kilometur av vegi nú hevur 5 metra vegbreyt og tveir metra gongubreyt. Gøtuljós eru eisini gjørd við vegin og við høvuðsgøturnar inni í kirkjugarðinum [...] Høvuðsarbeiðstakari hevur verið Konsax Sp/f. Undirveitarar hava verið Elnet Sp/f, sum hava gjørt elarbeiðið í sambandi við gøtuljósini, og EM-Asfalt, sum hava gjørt alt asfaltarbeiðið
8.000 fólk eru grivin í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin, síðan hann varð tikin í nýtslu í 1935. Umframt tey 1418 nýggju gravstøðini eru gjørd 60 parkeringspláss aftrat, vegurin í Vika er gjørdur av nýggjum [...] vígd. Á bygd fer hetta vanliga fram, tá tann fyrsti verður jarðaður í økinum. Í Havn verður hetta eisini gjørt, hvørja ferð kirkjugarðurin verður víðkaður. Siðvenjan er soleiðis, at gingið varð runt um økið [...] sungin. ##med4## Kirkjugarðurin við Velbastaðvegin er frá 1935. Fyrsti persónur, sum grivin er í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin var Johan Evensen, spinnarin, sum m. a. bygdi Spinnaríið í Sandá, og sum