B68 - ÍF 2-1 (1-1)
Dómari: Ransin N. Djurhuus.
3. min. 1-0 til B68! Bóltur varð spældur inn um verjuna til Jóhan Símun Edmundson , sum setti tveir mans av, áðrenn hann smekkaði bóltin í málið.
14. min. 1-1, ÍF hevur javnað! Alexander Jovevic smekkar bóltin í netið eftir innlegg úr høgru.
30. min. Einki bendir á, at ÍF ætlar at vera verðandi í botninum. Teir hava trýst toftamenn øgiligt seinastu løtuna, og hava teir eisini havt onkrar kjansir, men støðan er framvegis 1-1.
45. min. Javnleikur er í Fuglafirði, har hálvleikur er í løtuni.
49. min. 2-1 til B68! Jóhan Símun Edmundsson fekk bóltin nakað mitt fyri málið, hann tók kjansin og høgdi til. Bólturin bar við ein fuglfirðing, snýtti málverjan og fór í málið.
68: Óli Olsen hjá B68 smekkaði bóltin í málið við einum frálíkum skoti, men dómarin hevði bríkslað fyri frísparki til ÍF beint áðrenn.
75. min. Fuglfirðingar satsa nógv nú síðstu løtuna, og tað liggur væl fyri hjá B68 at spæla skjótan kontrafótbólt, so undirhaldsvirðið er gott í dystinum í fuglafirði.
77. min. ÍF hevur fingið brotsspark, eftir at Nenad Saric fór um koll í brotsteiginum.
78. min. Andy Olsen skjýtur til vinstru, men málverjin Vlada Filipovic bjargar og heldur bóltinum!
88. min. Ahmed Keita hjá B68 royndi seg við saksasparki, men bólturin fór beint upp um málið hjá fuglfirðingum.
90. min. Liðugt! B68 hevur vunnið á fuglfirðingum, og hava harvið av álvara meldað seg inn í heiðursmerkjastríðið!
---
Gongdin í teimum báðum dystunum, sum byrjaðu klokkan trý og eru av, var henda:
Víkingur - HB 2-3 (1-1)
Dómari: Georg N. Rasmussen.
7. min. Víkingur legði best fyri, men HB hevur eins og Víkingur havt ein hampiliga møguleika, men í báðum førunum fingu ávíkavist Fróði Benjaminsen og Finnur Justinussen fótin ov væl undir bóltin
10. min. 0-1 til HB! Mortan úr Hørg fær bóltin eftir hornaspark og smekkar til úr nærum 30 metrum. Bólturin tekur í Víkinga-leikara og snýtir Geza Turi í málinum.
18. min. 1-1! Finnur Justinussen javnar við frálíkum máli, tá bólturin verður spældur fram og síðani út frá til Finn, sum smekkar bóltin í málið.
24. min. Bólturin verður lagdur upp um HB-verjuna, men Zoltán Bükszegi lyftir bóltin upp um málið.
45. min. Hálvleikur í Gøtu, har dysturin er dovnaður eitt sindur.
52. min. 2-1 til Víking! Súni Olsen leggur frísparksinnlegg inn í brotsteigin, har Finnur Justinussen setir pannuna á bóltin og stútar Víking framum.
57. min. 2-2! Bjarni Jørgensen javnar við ógvuliga góðum máli eftir hornaspark, tá hann fær bóltin og umvegis tvørtræið buldrar bóltin í netið.
65. min. HB við rættiliga góðum álopi, sum endar við at Fróði Benjaminsen skjýtur á stongina og Andrew av Fløtum ikki fær returin í málið.
89. min. 2-3 til HB! Andrew av Fløtum fintar í tveimum umførum verjuleikaran av, áðrenn hann setir bóltin í netið. Eitt gott mál av Andrew av Fløtum, sum hevur sent HB á sigurskós.
90. min. Liðugt í Gøtu! HB hevur í evstu løtu vunnið á Víkingi. Ein minutt fyri vanliga at vanliga leiktíðin var av kom sigursmálið, og seks minuttir seinni bríkslaði dómarin dystin av.
AB - KÍ 0-2 (0-1)
Dómari: Eiler Rasmussen.
15. min. Lítið av møguleikum fyrsta korterið, har AB hevur verið omaná.
30. min. AB spælir í stóran mun við langum bóltum, meðan KÍ ikki tykist hava heilt stýr á bóltinum, tá teir fáa hann. Tó hava klaksvíkingar havt ein stóran møguleika, tá Stefan Kalsø gjørdist leysur við Tórði Thomsen, sum tó fekk vart fyri hesi royndini
42. min. 0-1 til KÍ! KÍ vann bóltin á miðvøllinum og Stefan Kalsø varð sendur avstað í høgru. Hesin trillaði bóltin tvørtur um til Kristoffur Jacobsen, ið við brotssparkblettin setti bóltin í netið. Hetta er ikki heilt óuppiborið, tí klaksvíkingar eru komnir betri við síðstu løtuna og eru komnir ígjøgnum í síðunum nakrar ferðir.
45. min. Hálvleikur!
60. min. AB betri frá byrjan í seinna hálvleiki, og høvdu eina hampiliga støðu í samband við ein deyðbólt, men klaksvíkingar hava roynt seg eftir hornaspark.
72. min. 2-0. min. 0-2! Klaksvíkingar stevna ímóti einum sigri á Argjum, eftir at Erland B. Danielsen skoraði. Hann fekk bóltin, sum varð stungin inn um verjuna inn í brotsteiginum, snaraði sær á og setti bóltin upp í handara horn. Stutt frammanundan var annars um reppið, at AB kom inn í aftur dystin, men Kenneth Jacobsen megnaði ikki at skora, tá hann var einsamallur við málverjanum.
78. min. AB-venjarin, Allan Mørkøre, hevur sett seg sjálvan á vøllin! Í eini roynd at koma inn í aftur dystin, hevur 37 ára gamli venjarin skift seg sjálvan inn, og er komin í álopið hjá AB, sum hevur verið ógvuliga tamt dystin í gjøgnum. Saknurin av Nikolaj Eriksen hevur verið stórur!
90. min. Klaksvíkingar hava vunnið á Argjum! Dysturin endaði 0-2.