Umleið 8.000 fólk eru grivin í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin, síðan hann varð tikin í nýtslu í 1935.
Umframt tey 1418 nýggju gravstøðini eru gjørd 60 parkeringspláss aftrat, vegurin í Vika er gjørdur av nýggjum, har ein triðings kilometur av vegi nú hevur fimm metra vegbreyt og tveir metra gongubreyt. Gøtuljós eru eisini gjørd við vegin og við høvuðsgøturnar inni í kirkjugarðinum.
##med2##
Høvuðsarbeiðstakari hevur verið Konsax Sp/f. Undirveitarar hava verið Elnet Sp/f, sum hava gjørt elarbeiðið í sambandi við gøtuljósini, og EM-Asfalt, sum hava gjørt alt asfaltarbeiðið.
Tað var Heri Joensen, prestur, sum stóð fyri at víga nýggja partin av kirkjugarðinum í ódnarveðrinum fyrradagin. Heri greiðir frá, at talan er um elligamlan kristnan siðaarv, sum upprunaliga eru komin higar úr donsku fólkakirkjuni.
##med3##
Bæði nýggir kirkjugarðar og nýggj øki, ið verða løgd aftrat, verða vígd. Á bygd fer hetta vanliga fram, tá tann fyrsti verður jarðaður í økinum. Í Havn verður hetta eisini gjørt, hvørja ferð kirkjugarðurin verður víðkaður.
Siðvenjan er soleiðis, at gingið varð runt um økið, meðan ein sálmur varð sungin – hesaferð var tað sálmurin “Her møtast allir vegir” – og tá komið var runt og prestur hevði lisið eitt fast rituali, varð sálmurin, “Deyði, hvar er nú broddur tín”, sungin.
##med4##
Kirkjugarðurin við Velbastaðvegin er frá 1935. Fyrsti persónur, sum grivin er í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin var Johan Evensen, spinnarin, sum m. a. bygdi Spinnaríið í Sandá, og sum doyði 26. september í 1935.
##med5##















