13 valevni eru á lista D í Fuglafirði

Í gjárikvøldið hevði listi D í Fuglafirði, tað er listin, sum hevur borgarstjóran í Fuglafjarðar býráð, uppstillingarfund.

 

Sonni á Horni, borgarstjóri, sigur, at nógv fólk møttu, og at áhugin at stilla upp var stórur.

 

Av teimum fýra, sum nú sita í býráðnum fyri lista D, stilla hesi uppaftur:

 

Sonni á Horni

Árant Berjastein

Sigga Ó. Joensen

 

Fimm, sum fyrr hava stillað upp fyri lista D, stilla uppaftur:

 

Sámal Olsen

Leif Andre Eliasen

Bjørghild A. Hansen

Unn Eldevig

Mortan Berjastein.

 

Og hesi stilla upp fyri fyrstu ferð:

 

Alexandur Abrahamsen

Kristina T. Larsen

Lilian Jacobsen

Magni Jøkladal

Hans Vilhelm Antoniussen

 

Tey á lista D siga, at eru tey samd um, at í komandi valskeiði skal arbeiðast fyri einum betri trivnaði fyri øllum í Fuglafjarðar kommunu, at arbeiðast skal við langtíðar fíggjarviðurskiftunum í kommununi, at tørvur er á fjølbroyttum bústaðarmøguleikum, og at Fuglafjørður saman við Kambsdali og Hellunum skal vera ein hugnaligur grønur staður.