140 føroyingar á legu í Danmark

Kristnastova hevur skipað fyri legum síðani í 1976, og áhugin fyri at taka lut er framvegis stórur

ÚTISETALEGA 
Í hesi vikuni hava skúlarnir í Danmark havt heystfrí. Nú er heystfrítíðin í Danmark í vikuni eftir, at hon hevur verið í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani vóru heystfrítíðirnar í Føroyum og Danmark í somu viku. Og inntil fyri einum fimtan árum síðani var tað soleiðis, at heystfrítíðin í Danmark var í vikuni frammanundan, at skúlarnir í Føroyum høvdu heystfrítíð.
                      Síðani í 1976 hevur Kristnastova í Keypmannahavn bjóðað til legur. Hetta er sostatt 30. árið, at legur av hesum slagnum verða fyriskipaðar, Tey fyrstu árini vóru legurnar um várið og okkurt árið bæði á vári og heysti, men seinastu meiri enn tjúgu árini hava legurnar verið í heystfrítíðini.
                      Soleiðis er tað eisini í ár. Útisetalegan hjá Kristnastovu er í hesum vikuskiftinum. Tey hittust hóskvøldið, og tey halda á inntil á middegi í morgin. Áhugin at taka lut er stórur. Umleið 140 høvdu boðað frá luttøku á hesi leguni.
                      Talan er um nógvar barnafamiljur. Harafturat eru nógvir luttakarar ungfólk, sum eru í Danmark í lestrarørindum, og so eru tað útisetar, sum arbeiða og kanska hava sett búgv í Danmark.
                      Á skránni eru tiltøk fyri bæði børn og tilkomin og til gaman og álvara. Klæmint Eliasen, sum býr í Fuglafirði, er farin til Danmarkar at undirvísa, og fleiri føroyingar eru farnir niður at hjálpa til við matgerðini. Tað sigur seg sjálvt, at matarlepin er eyðkendur av, at tað eru føroyingar, sum matgjørt verður fyri.
                      Legan er hesa ferð í Nordsjællands Efterskole, sum er tætt við Helsinge. Har hevur legan verið trý tey seinastu árini. Áður hava legur verið á fleiri øðrum støðum á Sjællandi. Fyrsta legan var í Kongelejrinum við Sejrø bugt og nakað sunnanfyri Nykøbing Sjælland 6. til 8. februar í 1976, og onnur legupláss hava verið eitt nú Kikhavn við Hundested og í Høve.
                      Tað er samkoman í Kristnastovu, sum hevur boðið til legu. Út frá Kristnastovu arbeiða tvey føroysk trúboðarapør. Tey eru Susan og Øssur Berghamar og Anna og Símun Pætur á Torkilsheyggi.