verður neyvan heldur við í 19. rundu á bretskum øki. Felagið hevur annars verið við í kanningunum her seinastu mongu árini og hevur brúkt væl av peningi. Tað var við í Lopransboringini, í umhvørvisarbeiðinum [...] oljufelag í heiminum. Seinastu tíðindini siga, at Chevron er við at yvirtaka Phillips. Henda gongd fer at ávirka verandi bólkar. Spurt kundi verið, hvussu verður við bólkinum Mobil í dag er í, tá felagið [...] partur av Total-Fina? Tað skal ikki tað stóra hugflogið til fyri at síggja, at Norsk Hydro er í einum dilemma, nú tað skal velja millum The Faroes Partnership ella Total bólkin. Tí í báðum førum kann tað koma
tað verður neyðugt at gera í hvussu so er tvær broytingar á føroyska liðnum. Súni Olsen, sum er besti føroyski spælarin, fór í gjár heim, tí hann í morgin skal spæla við GÍ í 1. deild ímóti B68, og Atli [...] 18 dreingjunum í EM undankappingini í Finnlandi var Ungarn, og tá tólv minuttir vóru farnir, var Ungarn á odda 3?0, og føroyska liðið hevði í óvanliga nógva regninum veldugar trupulleikar í verjupartinum [...] eyguni. Vertirnir í dag Klokkan tvey í dag, ið er tað sama sum klokkan tólv føroyska tíð, skulu Føroyar spæla ímóti Finnlandi. Finnararnir liggja til at vinna kappingina, hóast teir í fyrradagin ikki vunnu
svanaðar í í Taiwan. Amerikumenn ræðsluslignir Merkja vit jarðskjálvtan í Føroyum, so merkist hann enn betri í Amerika. Har eru menn av álvara farnir at hyggja at hvar KT fyritøkurnar liggja, og úrslitið [...] fáum døgum var hækkað til 18 dollarar fyri eintaki. Spurningurin er bara hvussu leingi henda støðan kemur at halda og hvussu leingi pprísurin kemur at halda sær har uppi. Jarðskjálvtin hevði tíbetur ikki [...] elektronikkídnaðurin í Taiwan er so sárbarur t.d. í sambandi við jarðskjálvta. Hóast jarðskjálvtan, so eru kortini eingi tekin um, at heimsmarknaðurin fer at mangal RAM. Í Suðurkorea og í Evropa eru virkir
palli og í filmi, sum útvarpsmann, sum lim í mangari nevnd, rithøvund og útgevara, og í kvøld er hann ein av vertunum í beinleiðis sendingini í Sjónvarpi Føroya í sambandi við Eldradagarnar í Norðurla [...] gólvið á skrivstovu hansara í Gundadali, er teldan tendrað, pappír liggja frammi, sum boða frá, at her er nógv í gongd. Soleiðis sæð er hann kanska ikki tann rætti at hava í greinarøð um gomul fólk, ið [...] alt verður í lagi í ein og annan máta, og at vit rudda upp eftir okkum sjálvi. Vit hava tosað um hesi viðurskifti. Tað er heldur ikki sum at siga tað at fáa nakað at búgva í. Ert tú frískur í ondini, kann
at gera skinnið vátt, so skal tað vera lættari at tumma. Onkrir vilja eisini vera við, at tað er verri at tumma, tá ið tað er kalt í veðrinum, men tað halda aðrir ikki, í hvussu so er ikki tá ið talan er [...] stroyddir við nøkrum tinnum av salti og so stungið í sperðilin. Hann verður síðani hongdur upp at ræsa. Tá ið hann er passaligur, verður hann kókaður við væl av salti í løginum og etin til døgverða. Summi steikja [...] ársins hugnaligastu dagar - í hvussu so er úti á bygd. Tí nú kemur raksturin og slaktið fyri og tað er altíð nakað heilt fyri seg. Ikki minst eru menn spentir uppá, hvussu veðrarnir fara at roynast. Tí
fara í læru. Men samstundis hava handverkarafeløgini í Havn, á Tvøroyri og í Vági noktað limum sínum at arbeiða yvir fyri minni enn 40% afturat vanligari tímaløn. Vilja hava avriksløn Leiðslan í Tórshavnar [...] sum er størsta arbeiðspláss í landinum fyri handverkarar. Eyðfinn Petersen, formaður í Havnar Handverkarafelag sigur, at hann er samdur við leiðsluni í Tórshavnar Skipasmiðju í, at lønarskipanin, sum nú [...] tíma so væl. Hetta er kjarnin í eini nýggjari lønarskipan, sum kanska ikki er so langt burtur á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í øllum førum er størsti handverksmeistari í landinum, Tórshavnar Skipasmiðja
Eyðun Johannesen situr í hugnaliga køkinum í barnaheiminum við Heygsbreyt. Tað sum tey fyrr í hvussu er róptu ?Rabarbukvarterið?. Eyðun er rabarba og føddur í 1938. - Hetta var avbyrgt umhvørvi. Kom ein [...] navnframið Kristin í Geil, ið var ein av høvuðsmonnunum í sjónleikalívinum í Havn. Business - Í grundini, so skuldi eg farið uppí business. Pápi mín og pápabeiggjarnir og abbi høvdu virki her í Havn, sum kallaðist [...] hóast hann skal hava eitt tilhald onkrastaðni. Blómaði Eyðun var rektari í Århus í 7 ár, men hevði eisini í sáttmálanum, at hann kundi seta leikir upp. - Leikirnir gingu væl, betri enn væntað, og eftir 7
Jens Pauli Heinesen, sum í sínum skaldskapi í stóran mun hevur tikið støði í sær sjálvum. - Eg haldi, at eg havi upplivað eina ógvuliga áhugaverda og forvitnisliga tíð. Eg vaks upp í tríatiárunum, ein sera [...] Pauli, ið minist dagarnar í torvi, á fjalli og í grind. Hann var heilt burturi í grindadrápi, men seinni hevur hann ikki hildið so nógv av grndadrápi, hetta at stinga hvalváknið í teir vøkru hvalirnar, tað [...] heiðraður í Norðurlandahúsinum. Rithøvundurin og rekamaðurin. Maðurin, sum í dag ikki dugur at seta orð á, hvussu hann tordi at blaka frá sær fyri 28 árum síðani og leypa á bláman og vaða út í óvissuna
na í gongd, men henda verður klár til tíðina. Hjúkla um mentanina við oljupengum Hóast mentanin ikki er økið hjá Eyðun Elttør, so hava mongu ferðirnar í útlandinum, í Noregi, Danmark, Bretland og í Alaska [...] ígjøgnum. Alt skal skipast soleiðis, at útviklingurin ikki fer at skaða umhvørvi, mentan ella samfelagið í heila tikið sigur hann. Um góða viku fer Eyðun Elttør at fáa handað tilfarið, sum skal leggjast fyri [...] fyri løgtingið í sambandi við 1. viðgerð av útbjóðingini. Ætlanin er at fáa málið fyri tingið seinast í oktober ella fyrst í november, men oljumálaráðharrin er greiður yvir, at hetta er ein tíð, har nógv
gjørdist hektiskt í dag. Eg var eisini so seinur til arbeiðis í morgun. Á veg inn í býin koyrdi ein bilur við einum eldri manni við rattið beint út fyri meg. Út fyri hávatenn,² letur í Kára Durhuus, sum [...] politikari, sum í eini handavending kann banka eitt kjak upp í tingsalinum. Hon setur seg altíð avbera væl inn í ymsu málini á tingi, og aðrir politikarar hava stóra virðing fyri henni. Og í veruleikanum [...] ar liggja beint fyri framman, og fyrsta dagin byrja fyrstu samráðingarnar millum Føroya landsstýri og donsku stjórnina. Tí ræður um at liggja undir hvørjum orði, danski forsætisráðharrin ber fram í dag