Tað er avgjørt altíð ein vón um dagin í morgin

Altjóða Eldraár. - Eg kenni ikki til trupulleikan at hava ein ringan dag ella eitt ringt tíðarskeið. Tað sum gleðir okkum mest, nú vit eldast, er at síggja børn og barnabørn koma væl undan, at fylgja við í lívi og virki teirra, at kenna at eisini tey eru góð við okkum og geva okkum lut í teirra lívi. Familjulívið og sosiala samveran við onnur, og at fáast við arbeiði av áhuga gevur okkum eina lívsgleði, sum er størri enn nakrantíð fyrr í okkara lívi, sigur Sverri Egholm í samrøðu

Tað eru tíggju ár síðani, Sverri Egholm legði frá sær sum landsbókavørður, men hann hevur kanska ongantíð verið so virkin sum nú. Vit kenna hann sum sjónleikara, bæði á palli og í filmi, sum útvarpsmann, sum lim í mangari nevnd, rithøvund og útgevara, og í kvøld er hann ein av vertunum í beinleiðis sendingini í Sjónvarpi Føroya í sambandi við Eldradagarnar í Norðurlandahúsinum.

Tá ið vit støkka inn á gólvið á skrivstovu hansara í Gundadali, er teldan tendrað, pappír liggja frammi, sum boða frá, at her er nógv í gongd. Soleiðis sæð er hann kanska ikki tann rætti at hava í greinarøð um gomul fólk, ið skulu greiða frá, hvørja hugmynd tey hava um nútíðina og framtíðina, men treyðugt so, hann rundar skjótt tey sjeyti, og vit vita, at hann hevur nógv at oysa av.

- Eg siti leingi yvir einum teksti, longri nú enn fyrr. Um tað er tí, at eg eri vorðin meiri sjálvkritiskur ella bara meiri sløvur, veit eg ikki. Teldan er eitt vælsignilsi í so máta, tí so kann eg gera broytingar nógv lættari og skjótari, sigur Sverri.

Gomul fólk verða í fjølmiðlunum í dag oftari umrødd sum eitt samfelagsligt vandamál, ið fer at vaksa, nú tey eldru gerast fleiri og fleiri í tali, sum ein trupulleiki og eitt haft um beinið. Hetta dámar Sverra einki.

- Eru gomul fólk meiri vandamál enn nýføðingar, avlamin, alkoholikarar og onnur. Eingin rættvorðin vil verða øðrum til byrði. Tó eru tað mong sum ikki eru gomul, sum heldur enn fegin lata tað almenna gera alt fyri tey og nakað væl afturat.

- Yvirhøvur verða eldri fólk møtt við umhugsan og virðing, sum tey hava tað uppiborið. Eru tey fólkalig, so fáa tey eisini vanliga fólkaliga viðferð frá øðrum. Flest øll skilja, at gomul fólk kunnu vera eitt sindur órímilig viðhvørt. Fyrr var tað ófólkaligt at svara gomlum fólki aftur, nú er eisini meira javnstøða á tí økinum.


Vónin

Hóast øgiliga menning í øllum heiminum hesa øldina, metir Sverri, at mannaættin er komin ógvuliga stutt, og at orsøk er at stúra fyri framtíðini.

- Øll hava orsøk at stúra. Ikki so nógv fyri sær sjálvum sum fyri øllum livandi. Vit hava øll orsøk til at vera vónsvikin av, hvussu stutt áleiðis mannaættin er komin, og hvussu illa tað er statt við sivilisasjónini. Tey ungu hava størri orsøk enn tey gomlu til at kvíða fyri framtíðini. Tí tey hava størri teoretiskan møguleika fyri at fáa nógv fleiri plágur enn vit. Í okkara uppá seg væl virkandi vælferðarsamfelagi, er í hvussu so er nógvar ferðir minni orsøk hjá gomlum fólki til at kvíða fyri sær sjálvum nú enn fyrr.

- Men tað er avgjørt altíð ein vón um dagin í morgin. Uttan vónina er lívið lítið og einki vert. Eg eri ikki samdur við orðini hjá Benjamin Franklin, sum skal hava sagt, at hann ið livir í ella av vónini, fer at doyggja svøltandi. Henda pessimisman hóskaði betur til viðurskiftini fyri mongum árum síðani. Tá dámar mær betur forna grikska orðatakið sum sigur, at hjá teim livandi er vónin, tey deyðu hava onga vón.

- Okkara eftirkomarar hava avgjørt størri orsøk at stúra fyri degnum í morgin enn vit gomlu. Tey ungu í dag hava mist evni til at lurta eftir. Kanska tí, at tey hava fingið ov nógvar formaningar alla møguliga staðni frá. Sjálvur trúgvi eg, at fyridømi er betri enn tey nógvu orðini - uttan mun til, hvat tað snýr seg um.


Skilið sigur, at vit skulu fyrireika okkum

Sverri og konan Anna búgva í hugnaligum húsum í Gundadali. Og tey hava í hyggju at klára seg sjálv sum longst. Tey hava eingi ynski um at flyta, og hava ikki skrivað seg upp til ellisheim, sambýli ella nakað annað.

- Vit vita, at dagurin, tá ið vit skulu doyggja kemur nærri og nærri. Skilið sigur, at vit skulu fyrireika okkum, soleiðis at alt verður í lagi í ein og annan máta, og at vit rudda upp eftir okkum sjálvi. Vit hava tosað um hesi viðurskifti. Tað er heldur ikki sum at siga tað at fáa nakað at búgva í. Ert tú frískur í ondini, kann tað kennast nívandi at búgva saman við fólki, sum eru í ørviti.

- Vit hava einki krav uppá, at okkara børn skulu taka sær av okkum, tá ið tann dagurin kemur, at vit ikki klára okkum longur. Tey hava sítt egna lív. Hinvegin er tað tað mest ideella, at yngra ættarliðið tekur sær av tí eldra, soleiðis sum tað var fyrr.

Er tað rætt at rokna við hjálp frá familju og vinum?

- Tað veldst um. Hevur tú ongantíð veitt øðrum hjálp, kanst tú ikki rokna við hjálp frá øðrum. Men har tað hevur verið natúrligt at hjálpa hvør øðrum, kanst tú vænta, men kortini ongantíð krevja hjálp afturfyri. Ikki við mítt fulla skil hevði eg viljað ligið øðrum til byrði. Men kanska er tann gamli ikki altíð førur fyri at sleppa undan at liggja øðrum til byrði.

- Tá ið tað kemur hartil, havi eg sjálvsagt ynski um at hava ávirkan á, hvat fyri slag av hjálp talan verður um. Eg kvíði fyri, at eg neyvan verði førur fyri at taka avgerð um tað. Eg kann bert nú hugsa mær at fáa ta vanligu røktina, sum gomul fólk fáa á ellis- og røktarheimum. Ikki tað, at tey skulu gera meiri fyri meg enn neyðugt, men at eg og onnur gomul kunnu fáa eina menniskjaliga viðferð, at vit skulu ikki merkja nakra vanvirðing og ikki føla okkum at vera til ampa.


Virðingin minkandi

- Fyrr var ikki talan um, at nakar mutaði ímóti, tá ið tann gamli í familjuni segði nakað ella vildi nakað. Í dag verða tey skjótari tikin av ræði. Tey yngru meta kanska, at tað er vandamikið hjá tí gamla at ganga úti, sjónin er kanska vánalig, beinini somuleiðis, og so verður tann gamli noyddur at verða inni, stirnar burtur, og situr fyri seg sjálvan.

- Tað er eingin, ið biður ein 90 ára gamlan mann koma við sær í grind ella á flot, men hesin verður kanska eisini útihýstur á annan hátt. Hann verður kanska ikki tikin við í samrøðuna heima, og tað kenst uttan iva nívandi. Og tá er virðingin farin. Í dag verður heldur ikki sagt tygum við øll gomul. Skottið, ið var millum ættarliðini, er ikki so týðiligt longur. Ikki verri við tað. Familjubygnaðurin er jú heilt ein annar.

Eitt tað størsta vandamálið hjá gomlum er, tá ið tey fara úr starvi fyri aldur, og so smokka burtur úr, tí tey ikki longur eru virkin í samfelagslívinum, heldur Sverri.

- Tey hava kanska verið von við at verið saman við fólki, hava verið uppi í mongum vási, men so stegða tey upp og sita og gløða út ígjøgnum vindeygað. Tað kann verða rættiliga einsamalt.

- Sjálvur havi eg altíð verið virkin, havi altíð lisið nógv, og havi í aðrar mátar ikki trupult við at stytta mær stundir. Eg svimji næstan hvønn morgun. Men eru tað fólk, ið ikki hava verið virkin soleiðis onkursvegna, kann tað verða trupult at gerast gamal, hevur tú einki at takast við. Tey vilja undirhaldast, tá kemur sjónvarpið inn í myndina og tey gerast púra óvirkin. Eg haldi ikki, at tað almenna eigur at seta á stovn ítrivstilboð. Men hjálp til sjálvhjálp er altíð kærkomin. Nóg mikið er at ganga til í Suðurstreymoy í øllum førum. Men sjálvur havi eg so nógv at gera, at enn brúki eg ikki av tilboðunum.

- Tað er líka umráðandi, at gomul fólk fáa ymiska viðgerð og tilboð, sum at børnini fáa tað. Samfelagið hevur lyndi til at koyra øll yvir 67 ár í ein bólk. Tey, sum nú eru millum 70 og 100 ár, koma sær ikki at rópa upp um tørv, krøv, treytir og annað, tí tey hava upplivað ringar tíðir so ofta, men tey sum nú gerast eldri, verða øðrvísi. Vælferðarsamfelagið hevur gjørt fólk meiri krevjandi.


Ikki altíð so takksom

Sverri er ikki heilt samdur við tey, sum siga, at støðan er so ring, at tey gomlu í dag hava tað ringt og verri enn onnur í samfelagnum. - Yvirhøvur stendur ikki verri til hjá flest øllum gomlum enn hjá øðrum borgarum. Har støðan ikki er góð, eigur ein sjálvur, eins avvarðandi ella sosialu myndugleikarnir at syrgja fyri at fáa støðuna broytta. Eingin skal taka til takkar við eina verri støðu enn tey eftir galdandi lógum og reglum hava rætt til. Gomul fólk í dag eru fyri mær at vísa seg ikki altíð so takksom. Pensjónin er ov lítil, og einki er nóg gott. Tá ið pensjónin varð hækkað, vóru bara háðarorð at hoyra. Vit eiga at verða takksom fyri tað vit fáa. Konan og eg eru í teirru hepnu støðu, at vit klára okkum væl, eisini fíggjarliga.

Kunnu gomul fólk seta krøv til teirra umhvørvi?

- Ja, tá ið orsøk er til tess, og tey sum aðrir borgarar hava rætt til tað. Ikki bara krevja fyri at krevja.

- Eg kenni ikki til trupulleikan at hava ein ringan dag ella eitt ringt tíðarskeið. Tað sum gleðir okkum mest, nú vit eldast, er at síggja børn og barnabørn koma væl undan, at fylgja við í lívi og virki teirra, at kenna at eisini tey eru góð við okkum og geva okkum lut í teirra lívi. Samlívið og familjulívið og sosiala samveran við onnur og at fáast við arbeiði av áhuga og mangt, mangt annað gevur okkum eina lívsgleði, sum er størri enn nakrantíð fyrr í okkara lívi.

Hvørjar positivar væntanir hevur tú um framtíðina?

- At mannaættin fer at gerast klókari, at meiri fer at verða gjørt í álvara við at menna fólk um allan heim við hollari kunning, so at øll menniskju fara at kunna liva óttaleys og virða hvør annan. Og so tað, at vit sum føroyingar, ungir sum gamlir, fara at kunna liva við meira sjálvsvirðing enn higartil. At vit allir fara at duga at síggja ta rangvørga, mannminkandi og ábyrgdarleysa í at liva í einum vælferðarsamfelagi, sum vit ikki sjálv gjalda, men onnur gjalda fyri okkum - heldur enn at vit sjálv fara at gjalda fyri tað vit brúka, um tað so er nógv ella lítið. Og at vit fara at duga betur at húsast í Føroyum - tað bæði gomul og ung, sigur Sverri Egholm at enda í samrøðu.