fíggjarpolitikk. Tað hevur verið sagt, at samgonguskjalið er so borgarligt, hvat sigur nýggi fíggjamálaráðharrin til tað? ? Nei, tað haldi eg ikki er nakað at tosa um. Tað er væl møguligt, at tað hevði sæð øðrvísi [...] samráðingar fyri framman. ? Men eg ivist ikki í, at vit kunnu fáa nakað gott burturúr. Eg havi tað støðu til samráðingar, at tað í nógvum førum snýr seg um álit millum partarnar sum samráðast. Varnan [...] hvør skuldi hava tey ymsu landsstýrismannastørvini vórðu nógvar. Men tað er ikki ov nógv sagt, at tað kom rættiliga óvæntað at tað var Karsten Hansen, sum gjørdist nýggjur fíggjarmálaráðharri. Karsten
har tað stendur at barnagarðurin skal fíggja útbyggingina av teatursalinum. Tað fann eg meg ikki í og tí fekk eg málið útsett. Eg havi einki ímóti, at býráðið stuðlar Sjónleikarhúsinum, men tað skal ikki [...] útbyggjast, sigur Elin Lindenskov. ? Tað er eingin ivi um, at tað verður trupult at fáa alt ígjøgnum, tí tað eru nógvir politikarar, ið ikki vilja fremja hesi mál. Tað eru nøkur, sum halda, at kontantgjald [...] Treytin var at øll fígging skuldi vera í lagi áðrenn, sáttmáli varð gjørdur og Landsstýrið hevur síðani játtað pengar. Hann sigur seg arbeiða skjótt og væl, men nú tvey ár seinni er einki hent og tað sigur eitt
hesum sjónleikinum yvirdrivin, men tað er jú sjálvt poengið. Hon ? frú Hornett ? humsar við øllum og eingin torir at siga henni ímóti. Og tað er júst tí hon er sum hon er. Øll lata standa til, eingin er so [...] hjálp ornar alt seg til tað besta. Vermamman skilir, ? eina løtu í hvussu so er ?, at hon hevur borið seg skeivt at, lovar bót og bata, og býðir Alberti vælkomnum í familjuna. Tað sum kanska undrar áskoðaran [...] setast við, um "tað blívir við at vera stuttligt". Men har til skal sigast, at leikurin er ógvuliga stuttligur og sum áskoðari situr tú alla tíðina og flennir. Eitt hjartasuff er kortini, og tað er, at leikurin
uttan at tað inni á vøllinum verður lagt merki til tað. GÍ ikki longur á kambinum Tað er ein møguleiki fyri, at GÍ sleppur at royna seg móti HB í Gundadali eina ferð afturat fyri summarsteðgin. Tað sleppa [...] royndirnar hava lært okkum øll, at tað skal ansast væl eftir, áðrenn nakar meistari verður krýndur so tíðliga á árinum. Og allar minst í HB vilja tey tosa hart og nógv um, at í ár verður tað, sum teir hava vónað [...] at HB eigur tað liðið í 1. deild, sum hevur fingið so nógv ta bestu byrjanina. Meðan hini liðini hava tikið stig frá hvørjum øðrum, so hevur HB bara vunnið, og tað hevur við sær, at tað longu nú er greitt
ovninum. Er tað hervið sett ein forðing fyri at bankamálið endar í rættinum? Eftir hvat eg havi skilt, so er eingin av pørtunum hugaðir fyri einum rættarmáli. Øll eru samd um, at tað ikki tænir nøkrum [...] føroyska javnaðarumboðið, sigur Mogens Lykketoft, at tað hevur hann ikki havt á máli við løgmann, men viðgongur, at tað sjálvandi hevði verið eitt gott hugskot Fíggjarmálaráðharrin segði fríggjadagin við [...] byggja á, fyri at finna røttu loysnirnar. Tað er satt tá eg sigi, at vit høvdu ikki meira vitan enn Landsstýrið hevði, tá partabrævaumbýtið fór fram, og tað havi eg eisini biðið Maritu Petersen fyrigeva
eisini eru deyð, eg havi ikki hoyrt tað, eg havi pápa, men tað heldur hann ikki, tey vaksnu vita jú vanliga. Eg minnist øll fólkini, ið komu inn til okkara meðan mamma stóð undir børu. Ja, tað var sum sild í [...] lærari í svimjing, og bleiv tað eisini eitt av hennara ítrivum saman við okkum. Mammusa mál, sum lærarinna var at geva børnunum hon undirvísti, tað besta hon hevði innanborða, og tað var ikki so lítið. Hon [...] leingi úti í barnavogninum og svav. Tað endaði við at eg var blivin so stór, at eg koppaði vogninum, men tað hendi mær einki. Góða mamma eg sakni teg. Hvar blivu øll av, sum mamma kendi so væl, vinir, grannar
hvørjum. Tað er óskiljandi, at hann ikki er fyrsti málverji á føroyska landsliðnum, heldur Svend Knudsen. ? Eg skal einki taka frá Jens Martin Knudsen, tí hann er ein góður málverji, tað havi eg sjálvur [...] skaddur heimaftur. Tað hava vit verið sera misnøgdir við, sigur Svend Knudsen. Kostar aldrin mál Men meðan tað er trupult at síggja framgongdina hjá Jákup á føroyska landsliðnum, gongur tað uppá stás í donsku [...] ikki kostað eitt tað einasta mál. Tryggjað stig Og tað er í eini kapping, har málini stundum hava skolað inn hjá Herfølge. Fleiri av dystunum í ár eru trý og fýra mál farin ígjøgnum, men tað kann ikki lastast
Størsta umskiftið hevur verið veðrið. Tá ið tað er kaldast í Peru eru 15-20 hitastig og tá ið tað er heitast eru um 35 hitastig. Her er ógvuliga kalt, men eg havi vant meg við føroyska veðrið nú. Tá ið eg [...] grindadrápi, men eg havi ongantíð sæð slíkt og so nógv blóð flótað. Men mær dámar væl at eta grind. Eg kom til Føroya á Ólavsøku og tað var ógvuliga stuttligt at sleppa at uppliva tað. Nýggjárið við øllum [...] Tað byrjaði við eini jólaheilsan. Sonny Vilhelmssen í Hoyvík hoyrdi eina jólaheilsan í útvarpinum frá einum umskiftisnæmingi, sum hevði verið í Føroyum í eitt ár, og hon helt, at tað ljóðaði so spennandi
So er tað sjálvandi kappróðurin, fótbólturin og onnur tiltøk. Tað hevur verið sera hugnaligt, og tað sakni eg. Serliga tí, at tað er so fólkaligt. Øll kenna hvønn annan og tosa við hvønn annan. Tað er ikki [...] nú skuldi tað roynast. Áðrenn tað hevði hann starvast sum prestur í Klaksvík í ikki minni enn 21 ár - so kom ikki og sig, at tað ikki er gott at starvast í Klaksvík. Men upprunaliga var tað nú ikki ætlanin [...] ein blandingur millum tað kirkjuliga og tann sosiala partin av arbeiðinum. Torført at fara úr Føroyum Hvussu var tað so at fara úr Føroyum? ? Tað var torført at fara úr Føroyum. ? Tað skal ikki misskiljast
finna uppá okkurt gott til næstu ferð, men nú má tað so vera. Næstu ferð mugu nýggir bollar á suppuna. Eg havi hoyrt graml um góð og kend nøvn, sum ætlanin er at fáa henda vegin, so tað er bara at vera skjótur [...] og tónleikur fyltu væl og kendust sum ein væl samansjóðað eind. Tað er jú ikki altíð so lætt at spæla countrytónleik sum ein heldur, tí tað eru nógvir faktorar, ið skulu spæla saman. Hetta kendist á orkestrinum [...] dream« o.s.fr. Gott tit báðir Árni og Marner, tit hava funnið rætta tónan. Aftur í ár var Magni Christiansen við sínum orkestri á skránni, og her má sigast, at hann ivaleyst er eitt tað frægasta countrynavnið