Allan Simonsen sýnir ongan áhuga

? Eg havi vant Jákup Mikkelsen í meira enn trý ár, men Allan Simonsen hevur ongantíð tosað við meg um, hvussu Jákup er fyri, sigur málmansvenjarin í Herfølge

HERFØLGE: Síðani Jákup Mikkelsen í 1994 fór til Danmarkar at lesa, hevur hann fingið miðvísa málmansvenjing.

Svend Knudsen er málmansvenjari í Herfølge, og hann hevur tikið sær av venjingini hjá Jákupi seinastu fýra árini.

? Jákup telist nú millum fimm teir bestu málverjarnar í Danmark, og hann mennist í hvørjum. Tað er óskiljandi, at hann ikki er fyrsti málverji á føroyska landsliðnum, heldur Svend Knudsen.

? Eg skal einki taka frá Jens Martin Knudsen, tí hann er ein góður málverji, tað havi eg sjálvur sæð, men tað má verða ein fyrimunur at hava ein landsliðsmálverja, sum er vanur við at spæla fyri fleiri túsund áskoðarum hvørt vikuskiftið, sum altíð er undir trýsti, og sum fær so miðvísa venjing, sum Jákup fær.


Ongantíð frætt frá

Allan Simosen

Svend Knudsen er vónbrotin av, at føroyski landsliðsvenjarin ikki vil geva Jákupi kjansin á landsliðnum, og hann saknar áhuga frá landsliðsvenjaranum fyri føroyska málverjanum í Herfølge.

? Allan Simonsen hevur ongantíð sett seg í samband við meg fyri at vita, hvussu tað gongur hjá Jákupi, og mær vitandi hevur hann ikki verið til nakran dyst hjá okkum í ár.

? Eg arbeiði miðvíst við Jákup, og eg havi síðani Jákup kom til felagið gjørt upp hvussu hann er fyri, og hvussu hann hevur ment seg, men tey yvirlitini havi eg ikki følt trongd til at senda til Allan Simonsen, tí hann hevur ongan áhuga sýnt fyri okkara arbeiðið yvirhøvur, sigur Svend Knudsen.

Í Herfølge eru teir ikki fegnir um, at teir fleiri ferðir um árið mugu lata Jákup fara avstað í landsliðsørindum.

? Vit missa hvørjaferð Jákup í fleiri dagar, uttan at hann fær neyðugu málmansvenjingina ella spælir dyst. Og tríggjar ferðir er hann komin skaddur heimaftur. Tað hava vit verið sera misnøgdir við, sigur Svend Knudsen.


Kostar aldrin mál

Men meðan tað er trupult at síggja framgongdina hjá Jákup á føroyska landsliðnum, gongur tað uppá stás í donsku kappingini.

Jákup er fyrsti málverji í Herfølge, og hann hevur staðið seg væl í vár.

? Vit eru sera væl nøgdir við avrikini hjá Jákup í ár. Hann hevur tryggjað okkum nógv stig, og teir dystirnar vit hava tapt, hevur tað ikki verið møguligt hjá okkum at lasta hann, sjálvt um vit hava studerað allar dystir á video aftaná, sigur Svend Knudsen.

? Tað er gleðiligt hjá mær at kunna staðfesta, at Jákup er sera støðugur. Flestu málmenn hava vánaligar dagar og kosta mál, men soleiðis er ikki við Jákup. Hann spælir altíð upp til sítt besta, og í ár hevur hann ikki kostað eitt tað einasta mál.


Tryggjað stig

Og tað er í eini kapping, har málini stundum hava skolað inn hjá Herfølge. Fleiri av dystunum í ár eru trý og fýra mál farin ígjøgnum, men tað kann ikki lastast Jákup, heldur Svend Knudsen fast um.

? Vit gjøgnumganga allar dystir og øll mál á video, men har er einki at lasta Jákup. Hann hevur hinvegin havt nógvar klassabjargingar, sum hava tryggjað okkum týdningarmikil stig.

? Ferð eftir ferð hevur Jákup verið fullkomiliga seldur av verjuni hjá sær. Og tað er har trupulleikin hjá okkum liggur í løtuni. Verjuspælið er ikki nóg gott, og tað er nakað, sum vit fara at taka rættiliga fat í í summarsteðginum.

Og aftur seinasta vikuskiftið var Herfølge fyri ósigri. Teir vórðu niðurspældir av AB, og sambært donsku fjølmiðlunum var tað bara ein stórspælandi Jákup Mikkelsen, sum forðaði fyri einum fullkomnum skrædli.

Og soleiðis hevur tað verið dyst eftir í vár. Viðspælararnir hava fingið av at vita í fjølmiðlunum, meðan Jákup ferð eftir fer hevur verið nevndur besti spælari.

Jú, tað gongur strúkandi!