Í nátt verður ein tann størsta hendingin í føroyskum ítróttarlívi nakrantíð, tá ið miðvingurin, Sverri Sandberg Nielsen fer at rógva finalu á olympisku leikunum í Tokyo. Øll tjóðin fylgir við og í heimbygd [...] av harðastu kappingarneytum hansara, Oliver Zeidler úr Týsklandi, snávaði í semifinaluni so at hann ikki kláraði at rógva seg í finaluna. [...] heimbygd hansara, Miðvági, verður finalan víst á stórskíggja á veggin á skúlanum oman ímóti fótbóltsvøllinum. Men øll tey, sum eru á ólavsøku verða heldur ikki við sviðusoð, tí finalan verður eisini víst
Kaj Leo í Bartalsstovu, sum skoraði trý mál - eitt í 1. hálvleiki og tvey í 2. hálvleiki. Tað sást frá fyrsta bríksli, at víkingarnir ætlaðu sær fulla úrtøku. Teir ljósabláu vóru avgjørdir í nærdystunum [...] Dómari: Georg N. Rasmussen 0-1: Hanus Jacobsen 9. 0-2: Kaj Leo í Bartalsstovu 12. 0-3: Bárður Hansen 23. 0-4: Kaj Leo í Bartalsstovu 50. 0-5: Kaj Leo í Bartalsstovu 68. 0-6: Finnur Justinussen 72. Víkingur: Geza [...] Finnbogason, Høgni Midjord, Jóhannes Jensen ---- 55 min. 0-4 Kaj Leo í Bartalsstovu við fínum langskoti. -- Á Sandi er nýtt graslíki tikið í nýtslu fyri løtu síðani, og tá ið tað gjørdist álvari millum B71
Víkingur eigur heimavøll ímóti KÍ. Aftur hesa ferð verður spælt í Fuglafirði, tí tað líður einki við at leggja nýtt graslíki á vøllin í Sarpugerði. Í sjey teimum fyrstu umførunum gekk sum eftir ánni hjá Víkingi [...] oddaliðið legði rygg til 3-0 tap í Gundadali ímóti B36. – Vit hava ongantíð roknað við, at vit skuldu vinna fulla úrtøku burturúr øllum dystunum. At tapa ímóti B36 í Gundadali er ikki nøkur katastrofa
eigur heimavøll ímóti KÍ ídag. Aftur hesa ferð verður spælt í Fuglafirði, tí tað líður einki við at leggja nýtt graslíki á vøllin í Sarpugerði. Í sjey teimum fyrstu umførunum gekk sum eftir ánni hjá Víkingi [...] ið oddaliðið legði rygg til 3-0 tap í Gundadali ímóti B36. -Vit hava ongantíð roknað við, at vit skuldu vinna fulla úrtøku burturúr øllum dystunum. At tapa ímóti B36 í Gundadali er ikki nøkur katastrofa [...] sum varð vunnin, tá ið KÍ fyri tveimum vikum síðani var á Svangaskarði. Víkingur-KÍ: Dagfinn Forná í dag klokkan 15.00
la er somuleiðis í Miðvági, men ikki enn í Sørvági. Valluttøkan við løgtingsvalið fyri fýra árum síðani var rættiliga høg, heili 95 %. Og hugsandi er, at luttøkan ikki verður minni í ár, nú støða skal [...] Í Sandavági hava 576 fólk valrætt. Stórur spenningur er um valið, tí atkvøðast skal bæði um tingfólk og samanlegging. Valhølið í kommunuskrivstovuni lat upp kl. 10 og líka síðani hevur verið ein jøvn gongd [...] at tað verður ein meiri jøvn tilgongd av fólki gjøgnum dagin, sigur Gutti Petersen, formaður í valstýrinum. Í bygdini eru trý valevni ? Jóanis Nielsen úr Fólkaflokkinum, Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum
eisini gott samstarv við sløkkiliðini í Vágum. Í hesum sambandi eru felags venjingar fýra ferðir um árið fyri sløkkiliðnum í Kvívík, í Vestmanna, í Sandavági, í Miðvági, í Sørvági og á Flogvøllinum. Hann heldur [...] Týsdagin var reisigildi í Vestmanna. Tað var nýggja brandstøðin, sum varð reist og stóð við sum ein nakin skrokkur av stáli og Merkinum í húnarhátt har uppi í Miðalsbrekku, heilt ovarliga í bygdini. Og gongst [...] tað longu seinni í ár at sløkkiliðið í Vestmanna sleppur at flyta inn í nýggju brandstøðina. Tað er ein serlig støða, sum ger, at vestmenningar nú byggja nýggja brandstøð. Brandstøðin í Vestmanna liggur
tvíkiljur í hesum umfari. Spennandi gongd - Umframt hesir fýra alibátarnir, eru samráðingar í gongd um aðrar. Vit vænta tískil ikki, at hesir fýra verða teir seinastu í røðini, sigur stjórin í KJ-Hydraulik [...] smíðað fyri alifelagið Luna. Báturin hevur fingið navnið Krosstindur og verður heimahoyrandi í Miðvági. Mánadagin í hesi vikuni varð hann latin eigarunum. Krosstindur er stívliga 15 metrar langur, sum er nakað [...] tikið væl ímóti hesum bátum og hevur nú bílagt fleiri. Tvíkiljan, sum KJ fyrr í ár læt Pan Fish, er soleiðis hin fyrsta av trimum í hesum umfari. Krosstindur, sum Luna fekk mánadagin, er hin fyrri av tveimum
aftan fyri stevnuna, sum verður í Miðvági um vikuskiftið. Men, nevndin hevur gjørt sítt besta og hevur eina bæði spennandi og forvitnisliga skrá at bjóða - tó, at stevnan í ár verður hildin á ein øðrvísi [...] kommuna stuðlar vestanstevnunevndini í sínum arbeiði, og nú stevnan verður um vikuskiftið, bjóðar borgarstjórin, Eyðdis Hartmann Niclasen, vegna kommununa øllum vælkomnum - í vónini um eina góða og minnisríka [...] vestanstevnuna í ár. Samstundis, sum Eyðdis Hartmann Niclasen bjóðar øllum vælkomnum, heitir hon á allar vestanstevnugestir um at halda seg til almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru. Í faldara, sum
hvønn áhuga ein hevur. Síðani seinastu stevnuna í 2005 er nógv hent í Miðvági. Bygdin er vaksin á mongum økjum, soleiðis at eitt ávíst bjartskygnið hevur rátt í bygdini. Men vit hava eisini upplivað keðiligar [...] ræðuliga, at 70 fólk vórðu uppsøgd á flakavirkinum í bygdini í farna mánaði. Men vit eiga virkisfúsið fólk, sum torir at váða nakað tá ástendur. Tí ivist er ikki í, at vit fara at reisa okkum einaferð enn. Vit [...] vestanstevnuni. Soleiðis hevur skipanin verið leingi, og soleiðis verður aftur í ár. Hetta vikuskiftið fer bygdin at standa í miðdeplinum hjá túsundtals fólkum, ið koma til okkara bygd á stevnu. Eitt stórt
Í morgin týsdagin stevnir nótaskipið Katrin Jóhanna flaggskrídd inn á Miðvág. Skipið, sum hevur heimstað í Miðvági, er tað fyrsta eftir broyttu fiskivinnunýskipanina. Seinastu árini hevur verið langt ímillum [...] havt tann útvikling, sum vit síggja í dag. Tað, sum er sermerkt og ókent er, at eigarnir ikki hava eins trygg viðurskifti, sum kappingarneytarnir hava. Møguleikin liggur í menningarkvotunum og møguleikanum [...] skapina hevur seinasta árið, bæði frá politiskari og vinnuligari síðu, messa í kór, at ongar íløgur fóru at verða gjørdar í skip undir broyttu skipanini. Hetta hava hesir ungu menn ikki latið við seg koma