Í Sandavági hava 576 fólk valrætt. Stórur spenningur er um valið, tí atkvøðast skal bæði um tingfólk og samanlegging.
Valhølið í kommunuskrivstovuni lat upp kl. 10 og líka síðani hevur verið ein jøvn gongd av fólki, ið eru komin inn at greiða atkvøðu.
- Nú er valdagurin settur til ein leygardag, og hetta fer uttan iva at gera sítt til, at tað verður ein meiri jøvn tilgongd av fólki gjøgnum dagin, sigur Gutti Petersen, formaður í valstýrinum.
Í bygdini eru trý valevni ? Jóanis Nielsen úr Fólkaflokkinum, Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum og Toni Davidsen úr Tjóðveldinum.
Annars er eisini stórur spenningur um fólkaatkvøðuna, hvørt oyggin skal gerast til eina einstaka kommunu. Ein líknandi atkvøðugreiðsla er somuleiðis í Miðvági, men ikki enn í Sørvági.
Valluttøkan við løgtingsvalið fyri fýra árum síðani var rættiliga høg, heili 95 %. Og hugsandi er, at luttøkan ikki verður minni í ár, nú støða skal takast til tvey ymisk stórmál.