Vælkomin á vestanstevnu í Miðvági

Seinastu mánaðirnir hava gjørt tað avbjóðandi hjá teimum, sum skulu fyrireika stevnur og tiltøk, og soleiðis er vestanstevnan í ár einki undantak.

 

 

Tað er ein vestanstevnunevnd, ið stendur aftan fyri stevnuna, sum verður í Miðvági um vikuskiftið. Men, nevndin hevur gjørt sítt besta og hevur eina bæði spennandi og forvitnisliga skrá at bjóða - tó, at stevnan í ár verður hildin á ein øðrvísi hátt.

Vága kommuna stuðlar vestanstevnunevndini í sínum arbeiði, og nú stevnan verður um vikuskiftið, bjóðar borgarstjórin, Eyðdis Hartmann Niclasen, vegna kommununa øllum vælkomnum - í vónini um eina góða og minnisríka stevnu.

- Eg vil eisini nýta høvi at takka øllum, sum á ymiskan hátt hava verið við til at fyrireika bygdina og skipa vestanstevnuna í ár.

Samstundis, sum Eyðdis Hartmann Niclasen bjóðar øllum vælkomnum, heitir hon á allar vestanstevnugestir um at halda seg til almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru.

Í faldara, sum vestanstevnunevndin hevur givið út í samband við stevnuna, eru eisini almennu tilmælini fest á blað.

##med2##