Víkingur vann stórsigur á Sandi

Í fyrstu royndini á nýggja graslíkinum legði B71 rygg til 6-0 tap ímóti Víkingi. Tað var ikki lukkuligt, tá ið nýggja graslíkið varð tikið í nýtslu á Sandi ídag.

Sandoyingar høvdu vitjan av Víkingi, og víkingar gjørdu orduliga um seg.

Úrslitið var 6-0 til Víking, og longu eftir 20 minuttir var tað greitt, at stigini vóru á veg norður um fjørðin, tí tá var støðan 3-0.

Stóri maðurin hjá víkingunum var miðvallarin Kaj Leo í Bartalsstovu, sum skoraði trý mál - eitt í 1. hálvleiki og tvey í 2. hálvleiki.

Tað sást frá fyrsta bríksli, at víkingarnir ætlaðu sær fulla úrtøku. Teir ljósabláu vóru avgjørdir í nærdystunum, teir vóru skjótari á bóltinum, teir fluttu seg væl fyri hvørjum øðrum, meðan sandoyingar ikki formáddu sær nógv.

 

B71-Víkingur 0-6 (0-3)

Dómari: Georg N. Rasmussen

0-1: Hanus Jacobsen 9.

0-2: Kaj Leo í Bartalsstovu 12.

0-3: Bárður Hansen 23.

0-4: Kaj Leo í Bartalsstovu 50.

0-5: Kaj Leo í Bartalsstovu 68.

0-6: Finnur Justinussen 72.

Víkingur: Geza Turi (Rógvi Ryggshamar, 80.) - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar (Sam Jacobsen, 60.), Niclas Niclassen, Símun Hansen, Evrard Blé (Finnur Justinussen, 60.), Kaj Leo í Bartalsstovu - Hjartvard Hansen

Gult kort: eingin

B71: B71: Símun Rógvi Hansen - Rene Clementsen, Jóhannes Jensen, Allan Tungá, Bogi Hermansen - Annel Helgi Finnbogason (Marcus Klementsen, 53.), Bojan Zivic, Høgni Midjord, Joseph Bassene, Ebbe Kristin Thomsen (Rúni Joensen, 67.) - Tummas Hans Rubeksen

Gult kort: Joseph Bassene, Annel Helgi Finnbogason, Høgni Midjord, Jóhannes Jensen

 

----

 

55 min.

0-4

Kaj Leo í Bartalsstovu við fínum langskoti.

 

--

 

 

Á Sandi er nýtt graslíki tikið í nýtslu fyri løtu síðani, og tá ið tað gjørdist álvari millum B71 og Víking vóru gestirnir beinanvegin eirindarleysir.

Miðskeiðis í 1. hálvleiki er Víkingur frammanfyri 3-0.

Málskjúttar eru Hanus Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Bárður Hansen.