havt OL svimjingina. Við at svimja seg í finaluna í 800 metrar frí, so vænti eg, at hann er lætnaður ein stein, ið er á stødd við Tindhólm, sigur Jón Bjarnason at enda við in.fo. Pál Joensen skal í annaðkvøld [...] Tað sigur Jón Bjarnason, sum er fyrrverandi venjari hjá Páli Joensen. Jón metir tó, at Pál kann svimja skjótari enn hann gjørdi í morgun. Tað er nú áleið eitt ár síðani vónbrotið í London, tá Pál Joensen [...] Pál hevur í morgun vunnið størsta dystin, sum er ímóti sær sjálvum. Hann hevur prógvað, at hann enn kann. Nú kann hann svimja frítt og skal ikki hugsa um hvat nakar annar heldur um hann, sigur Jón Bjarnason
um eini 110-115 tons. - Hetta er seinasti og nýggjasti fiskurin, sum kemur á dekkið, og tá bilar tað ikki fyri dygdina. Enn er heldur ikki so lýtt í veðrinum. Spurdur, hvat teir rokna við at selja fyri [...] millum manna verður róptur Ulliba, er sonur Margrethu, ættað úr Klaksvík og Juul, sála, ið var nólsoyingur, sum í nøkur ár sat á løgtingi. Mong minnast Juul (eldra), sum ein hittinorðaðan mann, ið dugdi væl [...] væl at taka til, tá ið tað hóskaði inn í viðgerðina á tingi. Margretha er kend sum ein sera blíð, vinarlig og hjartagóð kona. Juul sigur, at hann var bara onkran einstakan avloysaratúr við teimum gomlu
metir Fríðrik Bláhamar, at tað er vanahugsan, ið ger at fólk enn koyra við píkum. - Tað er ein gamal vani, at fólk halda man ikki klárar at koyra uttan píkar. Tá tað er hált og gler, so slepst ikki uttanum [...] veturin eru eini góð vetrardekk við góðum mynstri líka góð ella betri enn píkadekk. - Kanningar í Norra vísa, at tað í 85 prosent av tíðini er neyðugt við vetrardekkum, meðan tað einans er neyðugt við píkum [...] at tað í síðsta enda er bilførarin, ið hevur størsta týdning fyri trygdina á vegnum. - Tað er neyðugt at minnast til, at tað í síðsta enda er bilførarin, ið avger hvussu trygt tað er. Bilar hava í dag øll
um Jekaragøtu, eins og nakrar aðrar fyritøkur hava. - Teir lata væl at og eru nøgdir. Teir eru jú komnir til Føroya fyri at arbeiða, og teir vilja gjarna liva so bíliga sum møguligt. Tað er annars heldur [...] sær okkurt annað. Tað er upp til teir sjálvar. Í prinsippinum blanda vit okkum ikki upp í teirra viðurskifti, sigur Pauli Olsen og samanber við føroysku starvsfólk teirra. - Um ein føroyingur hevði sagt [...] heldur ikki lætt at finna bústað í Føroyum, sigur Pauli Olsen og vísir á ein vansa við bústaðarviðurskiftunum har. - Tað kann vera eitt sindur keðiligt viðvíkjandi larmi um náttina, tí har eru nøkur, sum arbeiða
Øll vita, at ein grundleggjandi treyt fyri at útgjalda løn er, at lønin er upptjent, og at eitt lønarkrav í heila tikið eksisterar, skrivar Bjørn á Heygum. Hann sigur, at fyri okkum onnur er tað bæði líkatil [...] Kristinu Háfoss er í at útgjalda hetta lán. - Er hetta ikki mandatsvik, tá peningur verður útgoldin uttan heimild, og uttan at talan er um nakað rættarligt krav yvirhøvur? Veruleikin er nevniliga tann, [...] líkatil og sjálvsagt, at ongin hevur krav uppá løn, sum ikki er til arbeiðis, og ikki hevur lógligt forfall. - Gloymd er arbeiðsgevararollan, - og gloymd er aðaluppgáva fíggjarmálaráðharrans, nevniliga til
Tobbi, eingin skipan er betri enn tey fólkini sum umsita hana. Tað er tað sama við einum húsarhaldi. Um ein ikki ansar eftir, so fer húskið rabundus. -Skipan við Heimastýrislógini er góð, eingin ivi um tað [...] tað. Trupulleikin er bert tann, at tjóðveldið rann undan ábyrgdini, tá húsagangurin var veruleiki. Tí skal eingin ivi vera um, hvør tað er sum er bestur at stýra hesi skipanini!, segði Edmund. Hann fekk [...] av. Soleiðis vann Tobbi sjálva spurnarkappingina. Men hvør ið vann sjálvan valdystin er ilt at meta. Ein áhoyrari ? ein sambandsmaður! - gav Edmundi 8 av 10 stigum, meðan Tobbi bert fekk 6 av 10. Svarið
Eitt annað, tær hava lagt merki til, er tann stóra trygdin sum er í fólkatinginum. Har er, sum Rebekka tekur til, "high security". Fólkatingið er rættiliga stórt, og tí er neyðugt við vaktarhaldi allastaðni [...] at hon seinni fer inn í politikk. -Tað er so stuttligt, tá ein sær at ein gjøgnum tað politiska arbeiðið kann gera nyttu og ger mun -Henda vikan í fólkatinginum hevur ikki forskrekt meg frá at fara upp [...] og síðani verða tær gjøgnumlýstar í einum tóli, júst sum ein kennir tað frá einum flogvølli. - Fyrst tá tað er gjørt, sleppa tey inn. So tað er øgiliga strangt her, sigur Rebekka.
men í byrjanini er heilt kvirt. Fyri at vísa hvussu kvirt tað er, hoyrir man hvussu tað ríkir í tollunum. - Tað er ringt at lýsa kvirru, uttan at nýta ljóð, tí tað er sjáldan, at kvirra er fullkomin. Bara [...] og spyr ungu áhoyrararnar, hvat teimum dámdi betri, postkort útgávuna av søguni ella soleiðis sum hon er skrivað í bókini. Børnunum dámar betur søguna í bókini. Men hvat er tað, sum ger bókina so nógv [...] bøkur, er hon ónd við sínar høvuðspersónar. - Eg brúki allan mín arbeiðsdag at hugsa um, hvat er tað ringasta eg kann gera við Dinu í dag. Og so geri eg tað! Eg eri gjøgnumført ónd, men tað er tykkara
flokki. -Veitst tú hvat ? tað er líkasum sum øll studentatíðin er oyðiløgd. Nú verða vit splittað sundur, og tað hendir nú, og júst nú, ið vit skulu fyrireika okkum at fara í 3. g. -Tað er akkurát sum eg longu [...] andlitsbragd. Tað er týðiligt, at hann ikki kennir seg alt ov væl til passar, og tykist hava lítlan hug at siga tað, sum hann nú skal siga. Næmingarnir hava ikki minstu fatan av, hvat er á vási. Onkur hugsar [...] arbeiðssom, men vit hava havt tað sera, sera gott saman, sigur ein av gentunum í flokkinum. Ein onnur tekur undir við henni beinanvegin, og spyr, hvat politikkarnir hugsa fyri sær: Teir tosa um Føroyar sum verðins
størstu fjølmiðlastovnunum, hóast tað ikki er greitt, hvørja undirtøku hetta fær, og um hetta yvirhøvur gerst til ítøkiligt uppskot, sum skal í tingið. Kappingin er mennandi Meðan Jákup Mikkelsen vísir á bæði [...] av SVF og ÚF er mennandi. - Við tað at vit hvønn dag eru í kapping, setir tað hægri krøv til báðar stovnar, og tískil kann tað skaða støðið á tíðindaflutninginum, um talan gerst um ein stóran og einsamallan [...] Stjórin í SVF leggur dent á, at fíggjarliga motivið at leggja stovnarnar saman ikki er nóg mikið. - Við tað at umsitingin er so lítil bæði í ÚF og SVF, fáast fíggjarligar rationaliseringar ikki við eini s