Umborð
- Vit eru eystanfyri hendan túrin. Tað hevur gingið væl. Vit hava fiskað í sløk fýra samdøgur, og í morgin landa vit aftur. Skipini eru so gott sum full. Okkum vantar bert 10 kør í fulla last, og Stelki vantar 20 kør. Nú fáa vit at síggja, hvat hetta seinasta hálið gevur.
Vit høvdu nólsoyingin Juul M. Jacobsen í telefonini seint týskvøldið. Hann hevur verið við Baki, síðan skipini vóru hálvt árs gomul.
Juul, sum millum manna verður róptur Ulliba, er sonur Margrethu, ættað úr Klaksvík og Juul, sála, ið var nólsoyingur, sum í nøkur ár sat á løgtingi.
Mong minnast Juul (eldra), sum ein hittinorðaðan mann, ið dugdi væl at taka til, tá ið tað hóskaði inn í viðgerðina á tingi.
Margretha er kend sum ein sera blíð, vinarlig og hjartagóð kona.
Juul sigur, at hann var bara onkran einstakan avloysaratúr við teimum gomlu kuba-trolarunum.
- Hetta vóru gomul skip, men hesi nýggju skipini dámar okkum øllum væl. Síðan vit fingu kryvjimaskinurnar, er arbeiðið umborð vorðið nógv lættari, og tú fert ikki so troyttur í koyggjuna eftir loknað deksvakt.
Juul er dekkari við Baki, men loysir bæði Rúna Samuelsen og Róin Joensen av sum stýrimaður, og hendan túrin er hann stýrimaður við Rúna sum skipara.
Meðan vit práta, sigur hann, at nú noyðist hann úr telefonini eina løtu, tí skipini skulu “sigla saman”, sum teir rópa tað umborð á partrolarunum.
Vit avtala at ringja umborð aftur, og tá ein løta er farin, hittast vit aftur í telefonini. Nú nærkast klokkan midnátt.
- Nú eru vit farnir at sigla til lands. Eini 25 kør vóru í seinasta háli, so nú eru so gott sum øll kørini full. Hevði tað ikki verið heilidagur í morgin, høvdu vit helst fiskað okkum nakað av leysum á dekkið.
Juul sigur, at skipini onkuntíð hava havt fitta dekslast, soleiðis at samlaða nøgdin í hvørjum báti sær hevur ligið um eini 110-115 tons.
- Hetta er seinasti og nýggjasti fiskurin, sum kemur á dekkið, og tá bilar tað ikki fyri dygdina. Enn er heldur ikki so lýtt í veðrinum.
Spurdur, hvat teir rokna við at selja fyri hendan túrin, sigur Juul, at gongst sum ætlað við prísi, kemur sølan helst at tátta í einar 900.000 krónur, sum gevur ein manningarpart, ið liggur millum 14.000 og 15.000 krónur.
Og tað er óført eftir fýra samdøgur til fiskiskap.
- Hendan túrin høvdu vit okkurt stórt hál. Tann eina dagin fingu vit eini 75 kør í einum háli, og tað eru eini 70.000 pund. Eitt vanligt tóg varar einar 5-6 tímar. Meginparturin av veiðini hjá okkum er upsi. Og tó; vit hava umleið 30 kør av toski og eini 10 av øðrum fiskasløgum. Hetta kvinkar um prísin.
Eftir gýting um várið, plagar upsafiskiskapurin at minka eitt skifti, men í vár høvdu skipini yvirhøvur vánaliga veiði tað mesta av tveimum mánaðum.
- Eg haldi, at vánaligi fiskiskapurin helt sær longri í vár enn vanligt, men nú fáa skipini so aftur nógvan fisk, sigur hann.
Juul hevur verið alt sítt arbeiðslív á sjónum. Hann fór til skips við Eystfelli longu sum 14 ára gamal. Teir royndu við línu og egndu umborð. Tað vóru nólsoyingar, sum um hetta mundið áttu skipið, ið seinni fekk navnið Norðsøki.
- Tíðliga í sjeytiárunum fór eg við Grimi Kamban, sum royndi við kraftblokki og síðan við Brandi Sigmundarsson.
Ulliba var eisini við trolbátinum Marjun II.
Í sløk 10 ár áttu synirnir hjá Margrethu og Juul trolbátin Margrethu, ið teir lótu byggja.
- Beiggi mín, Jóannes Jacobsen, førdi skipið tað mesta av tíðini, og tá eg hevði tikið reyðfiskaprøvan, plagdi eg at loysa hann av sum skipara.
Ulliba sigur, at pápi hansara var ógvuliga áhugaður í, hvussu gekst synunum við Margrethu.
- Hann ringdi javnan umborð at fregnast.
Teir høvdu nøkur góð ár við Margrethu, sum eisini hevði loyvi at trola á landleiðini, til skipið varð longt.
- Jú, tað gekk sum heild væl við Margrethu. Hon var tá nýggjasta – og helst eisini eitt tað besta – skipið á landleiðini. Men tað var ikki altíð, vit royndu á landleiðini alt summarið, tí viðhvørt fekst meira fiskur ytri.
Juul hevur eisini verið við øðrum
skipum í sínum langa lívi á sjónum, eitt nú við partrolarunum Nesbúgvanum og Nýpubergi og við rækjutrolaranum Arctic Viking.
Í fyrru helvt av nítiárunum fór hann at rógva út, og seinni fekk hann sær eisini sín egna útróðrarbát.
- Mær dámdi væl lívið sum útróðrarmaður, meðan eg var í hesum, men samanborið við lívið umborð á Baki í dag, nú vit hava tvær kryvjimaskinur, dámar mær hetta betur. Eg haldi, at hetta er tað sjólív, sum mær hevur dámað best øll míni ár á sjónum, sigur Juul M. Jacobsen.