hvørt ár og hetta er níggjunda ferðin. Føroyski luttakarin á stevnuni er partur av danska liðnum og ferðin er stuðlað av Dansk Amatør Teater Samvirke og mentamálaráðnum. Í ár er evnið á stevnuni "history [...] leiklut sum ein av spælimonnunum sum barn. Hann hevði eisini leiklut sum spøkilsi. Tað var virkuliga stuttligt at vera við, tí vit sluppu at eta stórar, dýrar kakur, og alt var so flott, sigur Sigmundur [...] Sigmundur var sum vera man ógvuliga spentur, áðrenn hann fór. Hóast sín unga aldur hevur hann havt ørgrynnu av leiklutum í sjónleikum, útvarpsleikum og í "Barbaru" var hann statistur. Tað byrjaði í barnagarðinum
Kappingin um heimsmeistaraskapið í fótbólti er um at vera av á hesum sinni. Í kvøld skulu Kroatia og Holland, ið hava tað til felags, at tey eru vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist hjá teimum at røkka finaluni [...] hevur eingin av spælarunum hjá Fraklandi og Hollandi spælt móti føroyingum, men tað hava kroatar og ein brasiliumaður. Kanska eru tað ikki so nógv, sum hava givið sær far um tað, men ein av føstu monnunum [...] Kroatia, so hava fleiri av kroatisku landsliðsspælarunum spælt ímóti føroyska landsliðnum. Tað gjørdu teir, tá Føroyar 16. mai í 1991 í Beograd taptu 7-0 ímóti Jugoslavia. Tá prutlaði tað av álvara undir lokinum
ongantíð ætlanin at teir sjálvir skuldu undir fiskaarbeiði á Toftum. Men teir fóru undir hetta, tí teir hildu, at tað manglaði eitt flakavirki á Toftum. Vit høvdu Nyk, sum var eitt stórt arbeiðspláss, har [...] at havt eitt fiskavirki á bryggjuni á Toftum. Her er gott pláss og vit hava uppboðssøluna beint við. So her skuldi verið ein góður møguleiki, kanska hjá onkrum av teimum yngru, sum hava gingið í skúla [...] skúla, men satt at siga, veit eg ikki, hvat verður av teimum. Eg haldi ikki, at tey síggjast aftur í vinnuni, suffar gamli vinnulívsmaðurin á Toftum. Jógvan I. Olsen sigur, at tað vísir seg oftani, at
Castle. Flott er tað at síggja til, og søgan er sera áhugaverd. Á slottunum arbeiða søgukøn fólk og tað liggur stak væl fyri hjá teimum at greiða frá. Her hava vit føroyingar nakað at læra av skotum. Sum [...] standmynd av tí »filmkenda« Rob Roy. Filmur var gjørdur um henda mann, sum vist nokk var ein búrkroppur, tá tað til stykkis kom, men síðani filmurin var gjørdur, er ein stór standmynd gjørd av honum, og [...] møguleikar hjá ungum fólki. Hjá yngra ættarliðnum eru møguleikarnir í Aberdeen góðir. Í útkantinum av býnum eru nógv góð dansistøð, matstovur, pubbir og annað. Nú skal ikki so nógv til áðrenn føroyingar
UEFA Cup innleiðandi umfar, 1. dystur HB-FC VPS Vaasa 2-0 (1-0) Á Toftum mikudagin 22. juli 1998, kl. 19.00 430 áskoðarar 1-0: Súni Fríði Johannesen 28 2-0: Súni Fríði Johannesen 73 HB: 1. Kaj Leo Johannesen [...] Mørkøre, 7. Rúni Nolsøe, 18. Hallur Danielsen (17. Rói Árting, 63), 6. Jens Erik Rasmussen - 10. Andrew av Fløtum (19. John Heri Dam, 69), 4. Súni Fríði Johannesen (2. Bjarki Mohr, 78) Á beinkinum uttan at
fyrsta eintak av orðabókini, sum tekin um, at hon varð latin Føroya fólki til nýtslu.. Eitt amboð Høgni Hoydal takkaði fyri bókina. Hann helt tað vera stóran heiður at fáa fyrsta eintak av móðurmálsorðabókini [...] Tað helt Anfinn seg ikki vera. Kringsettur av tøkni fór hann í gongd við at arbeiða, og á stórskýggja komu dømi, so ein fekk fylgt við. Skemtilig framløga av evni, ið lættliga kundi verið heldur turt at [...] Føroysk Orðabók, og áhugin millum manna var stórur. Stóri salurin í Norðurlandahúsinum var á tremur av fólki, ið við spenningi bíðaði eftir, at Móðurmálsorðabókin, sum hon eisini verður nevnd, skuldi leggjast
Ævintýrið hjá B36 í Europa Cup er av á hesum sinni. Ítróttarliga skarst illa, men fíggjarliga fara teir um eitt ár at fáa eina heilsu frá UEFA. Tað verður ein kekkur uppá eina millión krónur, og tað er [...] teljast á aðrari hondini. B36 hevði tvær, og í báðum førunum var tað John Petersen, sum sendi langskot av brotsteigarmarkinum. Onnur royndin var í 1. hálvleiki og hin í 2. hálvleiki, og í báðum førunum fór [...] blokeraði royndina úr átta metrum. Veikleikarnir Mánakvøldið skal B36 spæla ímóti HB, og tað verður fyrsta av níggju royndum hjá føroyameistarunum at betra um eitt sindur soltnu úrtøkuna higartil í ár. Við tí
So rullar fótbólturin aftur av álvara kring landið. Kappingarnar í øllum deildunum uttan í 1. deild hjá monnum vera av í seinasta lagið síðsta vikuskiftið í september. Fyrsta vikuskiftið í oktober verður [...] uppgávuni. Teir fingu eitt stig í Vági, meðan hini bæði liðini fóru stigaleys og málleys úr Klaksvík og av Toftum. Komandi vikurnar vera týdningarmiklar innanhýsis uppgerðir millum hesi liðini. ÍF og Sumba spæla [...] umfar verið avgreitt annan sunnudag, men tað er flutt fram til leygardagin 15. august. Landsliðið fer av landinum og niður til Bosnia sunnudagin 16. august. Landsdysturin í Sarajevo verður mikudagin 19. august
gogguveiðu. Tað er tí av størsta týdningi, at bæði teir, sum fiska goggu og teir, sum fiska annað, kunnu fiska á somu leiðum. Hetta kann gerast á tann hátt, at allir merkja síni flot, og seta sín reiðskap [...] Eitt tað besta agnið var goggan, og av henni er væl til í Føroyum, og er tað alla æru vert, at menn fáa sær hetta frálíka agn. Fyrr var tað vanligt at seta goggulínu, og var hon ikki til ampa fyri nakran [...] sett á somu leið, sum glúparnir standa, fæst hon í flestu førum ikki aftur. Um hon ikki verður slitin av glúpunum, so er stórur vandi fyri at hon hongur uppií. Tískil ger henda gogguveiða óbótaligan skaða
er ætlanin eisini at taka fundarpengarnar av, uttan samsýningina til formenninar í ávísum nevndum. Um lønin so verður hækkað, fer tað so at bera til at krevja av tingmonnum, at teir skulu verða politikarar [...] gera nú. Tað eru bara tey fægstu, sum hava so drúgvar royndir í politikki, sum Jógvan I. Olsen á Toftum. Hann var valdur á Ting í 1970 og sat líka til í ár, nú hann ikki stillaði upp aftur. Seinast valskeiðið [...] arbeiðis í sínum tingarbeiði, serliga nú nýggja týrisskipanin er komin í gildi. ?Teir hava ov nógv av øðrum at gera afturat tingarbeiðnum. ?Eg haldi eisini, at tað sæst aftur á dygdini á tingarbeiðnum