Føroyingar hava altíð havt eitt gott samband við Skotland.
Fyri nøkrum árum síðan, byrjaði Smyril at sigla hesa leiðina og tá valfartaðu føroyingar til Skotlands.
Síðan hevur Norrøna silgt upp á Skotland og seinast Smyril, men skalt tú beinleiðis til Skotlands í dag, so noyðist tú loftvegis.
Men tað bilar ikki, tí tann leiðin er so stak lagalig.
Tú kanst fara avstað hósdag og koma aftur mánadag og tó hava havt eina frálíka ferð, tí møguleikarnir eru nógvir.
Nógvir møguleikar
hjá ungum fólki.
Hjá yngra ættarliðnum eru møguleikarnir í Aberdeen góðir.
Í útkantinum av býnum eru nógv góð dansistøð, matstovur, pubbir og annað.
Nú skal ikki so nógv til áðrenn føroyingar kenna mun á hitalagnum, men í Aberdeen hava teir eina »laaaanga« sandstrond, sum er sera tiltalandi tá veðrið er til vildar.
Hevur tú ikki hug at liggja á Strondini, so er bara at fara í tað stóra »vatnsentrið«, sum liggur beint við strondina, har er í hvussu er møguleiki at stuttleika sær.
Fótbóltstúrar
til Aberdeen
Nógvir føroyingar hava eisini fylgt væl við í bæði enskum og skotskum fótbólti.
Liðini í Glasgow nýtast ikki stórvegis presentatión, men í Aberdeen hava teir St. Johnston og tí eru teir sera stoltir av í Aberdeen.
So tey, sum hava hug at síggja fótbótsstemning - ikki ov langt heimaní frá, kunnu eisini gera tað í Aberdeen.
Nógv fornminnir
Skotar eru eitt fólkaslag við eini langari søgu, sum teir eru sera stoltir av.
Men søga teirra er so øgiliga blóðug. Har hava verið nógv kríggj og verður hugt eftir gomlu slottunum so sæst, at har hevur ikki altíð veriðso stuttligt at búgva.
Hesi fornminnir eru altíð eina vitjan verd, tí skotar gera nógv fyri at verja um sínir gomlu virðir.
Í grannalagnum hjá Aberdeen liggur eitt slott, sum eitur Crathes Castle.
Flott er tað at síggja til, og søgan er sera áhugaverd.
Á slottunum arbeiða søgukøn fólk og tað liggur stak væl fyri hjá teimum at greiða frá. Her hava vit føroyingar nakað at læra av skotum.
Sum vit síggja á myndunum, so eru blómugarðarnir kring slottið eisini so avbera vakrir, at orð ikki siga frá tí.
Tað er stórur áhugi at vitja hetta slottið. Seinasta ár vitjaðu ikki færri enn 125 túsund fólk slotti.
Fólk hava búð á slottinum til fyri 30 árumn síðani.
Onnur forkunnug støð eru eisini at síggja á veg til Crathes Castles. Millum annað er ein standmynd av tí »filmkenda« Rob Roy.
Filmur var gjørdur um henda mann, sum vist nokk var ein búrkroppur, tá tað til stykkis kom, men síðani filmurin var gjørdur, er ein stór standmynd gjørd av honum, og hon stendur tætt við eina brúgv, stutt áðrenn Crathes Castle
Góðir fiskimøguleikar
Tað eru nú ikki bara ungfólk við áhuga fyri býarlívi og fólk við áhuga fyri fornminnum, sum hava nakað at gera í Aberdeen.
Býurin liggur við munnan á ánni Dee.
Henda áin er stúgvandi full av laksi og har verður dúgliga roynt, segði Fraser Gordon, ferðaleiðari fyri okkum.
Millum annað plagar Charles prinsur (tað var hann við Dianu) at fiska í ánni.
Men, sum rímiligt er, so krevst fiskiloyvi, og tey skal ein sjálvandi útvega sær á røttum stað áðrenn ein fer í ánna at fiska.
Balmoral slottið
Verður farið longur inn í landið, fram við ánni, so kemur ein til Balmoral slottið.
Hetta slott eigur bretska drotningin Elizabeth, og her húsast hon um summarið.
Allarfægstu skotar eru royalistar, men teir eru hóast alt stoltir av, at drottningin leggur í at búgva hjá teimum um summarið.
Slottið er sera, sera væl vart. Tað slepst m. a. ikki til slottið í bili og tí er neyðugt, at seta bilin á parkeringsøkinum eitt sindur frá slottinum, og síðan ganga restina.
Tað ber nokk til at sleppa inn á slottið, men bert í ávís rúm, og ávísa tíð á árinum.
Hinmegin vegin liggur kongiliga kirkjan, meðan kongafamiljan býr á Balmoral.
Ikki so øgiliga stór, men hon er sera vøkur og ikki er spart uppá nakað hóast alt.
Her byrjar hálandi
Tá farið verður frá økinum við Balmoral slottið flytir ein seg inn í skotska hálendi.
Frá at hava verið í lálendinum, har tað meira minnir um eitt nú Noreg og kanska Danmark eitt sindur við, so minnir landslagið í hálendinum meira um føroysku náttúruna.
Meira bert gras og bert fá trø. Lendið er eisini nógv meira grýtut enn tað var nærri Aberdeen, men tað er eisini eitt heilt ótrúlig vakurt umhvørvið, men tað er ógvuliga oyði.
Frástøðan húsanna millum er stór. Í onkrum førum koyra vit langt áðrenn vit síggja næstu húsini, men vakurt er tað allíkavæl.
Góðir tjaldingarmøguleikar
Hjá náttúruelskarunum eru góðir møguleikar at ferðast í hálendinum í Skotlandi.
Víst er tað púra oyði nógva staðni, men tað ger samstundis, at tað eru sera góðir tjaldingarmøguleikar úti í náttúruni.
Ferðaleiðari okkara á túrinum í Skotlandi, Fraser Gordon, er vanur at ferðast nógv í fjøllunum og eftir tí hann sigur, so er bara at seta tjøldini upp úti í náttúruni.
? Tað einasta ein skal syrgja fyri er, at ataka upp eftir sær, men tað skal ein aðrastaðni eisini, so tað er einki undantak, sigur hann.
Tá ein nærkast bygdum øki aftur, eru strangari reglur fyri tjalding.
Men hesum hava skotar tikið hædd fyri við nógvum tjaldingarstøðum, sum eru spjadd um alt Skotland.
Men alt hetta og meir aftrat eru starvsfólkini á Atlantsflog og øðrum ferðaskrivstovum í Føroyum meir enn fegin at hjálpa tygum við, hava tygum hug at fara til Aberdeen at halda summarfrí, ella ferðast í eitt styttri tíðarskeið.










