Hon verður latin fólki okkara til nýtslu

Hetta segði Jóhan Hendrik W. Poulsen, tá hann handaði Høgna Hoydal, varaløgmanni, fyrsta eintak av móðurmálsorðabókini.

Nógv fólk var komið saman í Norðurlandahúsinum fríggjadagin í samband við útgávudagin. Á skránni vóru røður, framløgur og sangur.

Tað var einki minni enn stórhending, ið fór fram í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 24. juli 1998. Nýggj orðabók varð løgd fram, nevnd Føroysk Orðabók, og áhugin millum manna var stórur. Stóri salurin í Norðurlandahúsinum var á tremur av fólki, ið við spenningi bíðaði eftir, at Móðurmálsorðabókin, sum hon eisini verður nevnd, skuldi leggjast fyri almenningin. Tað er Føroya Fróðskaparfelag, ið gevur bókina út.

Og stór er hon. Hon er tað, onkur valdi at kalla ein múrsteinur, men í henni eru eisini eini 66. 000 leitorð, í mun til eini 40.000 í føroysk - donku orðabókina

Í ritstjórnini sótu Jóhan Hendrik W. Poulsen, Marjun Simonsen, Jógvan í Lon Jacobsen, Anfinnur Johansen og Zakaris Svabo Hansen. Eitt skifti var Carl J. Jensen ritstjórnini til hjálpar. Umframt hesi, hevur hópur av fólki verið knýttur at arbeiðinum.


Forlag við 83 titlum

Jógvan í Lon Jacobsen, næstformaður í Føroya Fróðskaparfelag, helt vælkomurøðuna. Hann fegnaðist sjálvsagt um stóru manfjøldina, ið vísti bókini áhuga. Tá hann hevði kunnað fólk um, hvat fór at henda næstu tveir tímarnar, ið hátíðarhaldið skuldi vara, kom hann eitt sindur inn á munin millum Fróðskaparfelagið og Fróðskaparsetrið.

Hann helt, at í oyrunum á mongum ljóðaðu hesi eins, og at nógv kanska ikki kendu mun millum hesi bæði.

Hann helt tó, at munir eru. Annað er felag, hitt stovnur. Felagið varð stovnað í 1952, væl áðrenn burðarverkirnir av Fróðskaparsetrinum, ið varð stovnað í 1965, fóru at merkjast.

Fróðskaparfelagið var undandøtturin hjá Fróðskaparsetrinum, helt Jógvan í Lon Jacobsen.

Hann nevndi eisini, at Fróðskaparfelagið hevur virkað sum forlag øll hesi árini og á forlagnum eri komnir út 83 titlar, sum hann ikki helt vera so lítið.


Síðani var felagssangur á skránni; Tit, sum í fjøru fóru. Eftir hetta helt Signar á Brúnni, Landstýrismaður í skúla- og mentamálum, røðu.


Leingi er tað, sum væl skal vera

Signar á Brúnni takkaði í røðu síni teimum, ið áttu lut í arbeiðinum at gera orðabókina til veruleika.

Hann takkaði professaranum og málvininum Jóhan Hendrik W. Poulsen fyri tað miðvísa og hegniga arbeiði, ið hann hevur avrikað til frama fyri føroyskt mál. Hann hevur verið máli okkara trúgvur og lutur hansara liggur ikki eftir, segði Signar á Brunni.

Vit skulu minnanst til, at "ein tjóð livir og vísir seg í mentan síni", segði Signar á Brúnni, ið helt nógv vera í nútíðini, sum vit kunnu gleðast uppi yvir. Hann nevndi tónleikabólkar, ið syngja á føroyskum. Eisini fegnaðist hann um , at tað eydnaðist at lata sangleikin Skeyk í føroyskan stavsetingarbúna, og helt hann hetta vera dømi um, at alt veldst um evnini, hegnið og handalagið.

Signar endaði røðu sína við at ynskja teimum, ið framhaldandi fara at arbeiða við orðabókagerð, blíðan býr framyvir.


Tórshavnar manskór, undir leiðslu av Bjarna Restorff, setti dám á løtuna við frálíkum sangi. Eftir røðuna hjá Signari á Brúnni, sungu teir sera hóskandi vøkru yrkingina um móðurmálið hjá Chr. Matras, "Eg fann teg í kvæðum". Regin Dahl gjørdi lagið.


Við bivan.

Síðani helt Jóhan Hendrik W. Poulsen, professari og aðalritstjóri, røðu.

At Jóhan Hendrik W. Poulsen er málvinur og málkønur, tað veit hvørt mansbarn í Føroyum. Hann hevur sum fáur gjørt munagott arbeiði, føroyskum máli at gangni. Í hugheiminum hjá mongum er hann samnevndur við frálíku sendingarnar, sum hann stóð fyri í Útvarpi Føroya, nevndar "Orðabókin". Hesum var Marjun Simonsen eisini inni á, men meira um tað seinni.

Jóhan Hendrik fjaldi í røðu síni heldur ikki, at hetta var stór og kenslurík løta, og ikki var sørt, at ein helt seg hoyra á røddini, at hetta var sinnisrørdur maður, ið stóð á røðarapallinum.

Hetta er løtan, vit í orðabókarritstjórnini leingi hava stundað á, segði Jóhan Hendrik millum anað. Tað er við inniligari frøi og takklæti, men heldur ikki sørt við bivan, at vit heilsa útgávudegnum, segðu Jóhan Hendrik W. Poulsen, ið viðgekk, at hetta var ungdómsdreymur, ið nú gekk út.

Jóhan Hendrik fegnaðist um, at tað var fallið honum í lut at arbeiða við orðabókgerð og greiddi frá ymsum til skemtunar frá dagliga arbeiðinum. Eisini takkaði hann fólki og grunnum fyri stuðul, tí, sum hann tók til, at gera orðabók sum hesa kostar ikki so lítið. Peningur krevst til og tað nógvur. Hann takkaði eisini feløgum sínum í ritstjórnini fyri gott samstarv. Mál okkara livir tíbetur og nørist dag um dag, segði Jóhan Hendrik W. Poulsen, ið síðani handaði varaløgmanni, Høgna Hoydal, fyrsta eintak av orðabókini, sum tekin um, at hon varð latin Føroya fólki til nýtslu..


Eitt amboð

Høgni Hoydal takkaði fyri bókina. Hann helt tað vera stóran heiður at fáa fyrsta eintak av móðurmálsorðabókini, og hann takkaði teimum, ið hava lagt orku í at fáa hetta vælaverk lagt úr hondum. Høgni Hoydal kendi tað, sum at ein rakk langt aftur í søguna, tá ein stóð við bókini í hondini, sum at í hesum dýrgripinum eru savnað virðini, mentanin og søgan hjá teimum, ið hava livað og virkað í samfelagnum.

Høgni helt bókina vera ein leiðbeinara inn í næstu øld og hann segði seg við bókini vera vísan í, at málið fór at menna seg framvegis.

Høgni Hoydal helt myndina av einum amboði vera hóskandi. Bókin er eitt amboð, sum kann nýtast í veltuni, sum menn fóru undir at velta, tá teir fóru undir miðvíst málstrev, tann veltan sum føroyska mentanin og málið er, segði Høgni Hoydal millum annað í takkarrøðu síni. Hann helt bókina vera eina gávu til fólkið í Føroyum.


Síðani var stuttur steðgur, har høvi var at fáa kaffi. Eftir steðgin helt Arne Nørrevang, rektari stutta røðu. Hann segði seg tó vera so nýggjan í starvinum, at hann hevði heitt á Jóan Paula Joensen, fyrrverandi rektara, um at halda røðu. Jóan Pauli hevur verið rektari, meðan orðabókaarbeiðið er farið fram og hevbur eisini verið við í arbeiðinum, segði Arne Nørrevang.


Merkisár

Jóan Pauli Joensen helt tað vera stóran heiður at sleppa at siga nøkur orð slíkan merkisdag, og helt 1998 vera merkisár á mangan hátt. Ymiskt var, ið hann helt gera árið áhugavert, og sum vert er at hátiðarhalda.

Føroyska Orðabókin er tó ikki fyrsta orðabókin, men fyrsta móðurmálsorðabókin, og tað helt hann vera áhugavert. Hann ivaðist ikki í, at 24. juli 2098 eisini fer at vera hátíðarhildin, sum ein av merkisdøgunum í Føroyasøgu.

Hann helt, at orðaskiftið í fjølmiðlum og manna millum, um rætt og skeivt mál, ber boð um, at vit eiga eitt livandi mál. Tann dag, øll eru samd um, hvussu málið skal vera, er málið stirvi og deytt, segði Jóan Pauli Joensen í røðu síni. Hann helt, at øll eiga vit málið og at tað er ein livandi partur av teirri samfelagsskaptu tíð, sum vit liva í.

Orðabókaarbeiði kemur áhaldandi at halda fram, so leingi føroyskt mál ljóðar á hesum klettum, segði Jóan Pauli Joensen.


"Hann gevi okkum heilsuna at slíta hana"

Soleiðis kundu vit hoyra mammu okkara siga, tá vit sum børn fingu nýtt plagg, segði Jóan Pauli Joensen. Hann hevði sama ynski fyri nýggju orðabókina, at hon skal verða brúkt og slitin, so vit ótolnast eftir teirri næstu.


Restorff og kallarnir

Síðani sang Tórshavnar manskór tveir sangir. Eg elski teg land, eftir H.A. Djurhuus og P. Alberg. Eisini sungu teir yrkingina hjá Róa Patursson Orðini, ið Bjarni Restorff hevur sett lag til.

Her hevði Bjarni tó tað at siga, at teir fóru at royna at syngja lagið, tí kórið hevði fingið síðsta nótaarkið kvøldið fyri, so teir vóru kanska ikki heilt vísir í síni søk. Men Bjarni hevði onga orsøk at óttast. Lagið var flott og kallarnir sungu, so tað stóð eftir í. Kanska var hetta frumframførsla, heilt víst er, at hetta var í hvussu er góð framførsla, ið kórið eigur tøkk fyri.


RIST

Eftir hetta, varð farið til tøknina, ið hevur verið ritstjórnini til hjálpar. Teldukøn hava evnað til orðabókaforrit, ið nevnist RIST. Hetta forrrit er vælaverk, ið hevur lættt væl um. Eisini er tað gleðiliga hent, at forritið nú verður nýtt í orðabókaarbeiði í grannalondum okkara.

Petur Zachariassen og Anfinnur Johansen greiddu hegnisliga frá. Á gerandismáli greiddu teir fjøldini frá, hvussu arbeiðið fór fram.

Ert tú RIST-hentur?, vildi Petur hava Anfinn at svara uppá. Tað helt Anfinn seg ikki vera. Kringsettur av tøkni fór hann í gongd við at arbeiða, og á stórskýggja komu dømi, so ein fekk fylgt við. Skemtilig framløga av evni, ið lættliga kundi verið heldur turt at fingið niðurum.

Petur endaði hesa framløgu við hugleiðingum um orðabókaarbeiði í framtíðini.


Ein heilsan til orðabókina

Óli Wolles greiddi frá orðabókarnýtslu, áðrenn tað seinasta á skránni kom fyri. Í skránni stóð bert; Ein heilsan. Ikki var sørt, at hetta hevði hug at erta forvitnið millum manna. Tó, at enda fingu vit at vita, hvat fjaldi seg handan loyndarfullu stavirnar í skránni.

Marjun Simonsen, limur í ritstjórnini, takkaði vegna ritstjórnina Jóhan Hendrik W. Poulsen fyri samstarvið.

Hon helt stutta røðu, har hon m.a. takkaði honum fyri tað megnar avrik, ið hann hevur gjørt málinum at frama. Eisini nevndi hon sendingarnar í Útvarpi Føroya, kallaðar Orðabókin, ið Jóhan Hendrik skipaði fyri. Hon nevndi, at Jóhan Hendrik sjálvur er kendur millum manna undir heitinum orðabókin.

Hon handaði síðani, vegna ritstjórnina, Jóhan Hendrik W. Poulsen orðabókina í skreytbindi.

Jóhan Hendrik takkaði fyri og takkaði somuleiðis fyri gott samstarv.


Framsýning

Jógvan í Lon Jacobsen endaði hátíðarhaldið, við at takka teimum, ið leitaðu niðan í Norðurlandahúsið, og við at takka teimum, ið gjørdu løtuna møguliga.

Hann minti á, at orðabók var eingin, um ikki menn og kvinnur vóru, ið við eldhuga og áræði gingu undan.

Somuleiðis minti hann á framsýningina, ið Landsbókasavnið skipar fyri í Norðurlandahúsinum. Sýningin kallast "Føroyskt Orðabókastarv í 200 ár - frá Jens Christian til Jóhan Hemdrik".

Eftir hátíðarløtuna var møguleiki at ogna sær orðabókina. Mangur nýtti møguleikan at fáa Jóhan Hendreik W. Poulsen, og fólk úr ritstjórnini annars, at seta navn sít í bókina.

Ein stór løta í Føroyskari málsøgu var av. Ein varði settur. Fólk leitaði sær út í bilarnar, nøkur eitt upplivilsi ríkari, nøkur við 66.000 orðum á móðurmálinum í skjáttuni, umframt undirskrift frá limum í ritstjórnini