hugnaðu sær í góðveðrinum fyrr í dag. - Hetta er heilt alvorliga lekkurt. Í gjár var eg bara til eina konsert, tí eg kom ongantíð longri enn at sita her og njóta hugnan og sólina, sigur Mirjam Heinesen [...] men vit funnu ikki húsvognin hjá Mirjam, sigur Heidi. - Eg haldi eisini, at hetta er ordiliga lekkurt. Hetta er líka sum ein frístaður, ein statur í statinum, sigur Annika, sum tó ikki sjálv hevði viljað [...] átt í eitt ár . - Man er líka sum ein lítil familja, øll fólkini, sum eru her, tí man møtist so ofta til ymisk høvi. Systir Mirjam, Heidi Biskopstø, og Annika Arnsteinsdóttir Nielsen eru á vitjan hjá Heidi
bleiv eg sjúk. Sunnudagurin kom og eg bleiv bara verri. Eg byrjaði at føla meg kalda og ristist, eg spýði og hevði ringan maga, og eg mátti fara til læknan. Hann segði, at tað var hitin, sum eg ikki toldi [...] bar so ikki til á hesum sinni. Sum eg havi skrivað í bløðunum fyrr, so vildi eg investera pengarnar frá Føroyum í eitt langtíðar projekt. Eg havi tosað við ymiskar organisatiónir, men tað sum eg var mest [...] hús til hesi 20 børnini. Tey hava keypt jørðina har tey skulu byggja á. Tey hava nógvar aðrar ætlanir, men av tí at eg havi samlað pening inn til at hjálpa eftir flóðalduna, so fer peningurin til at byggja
røðarar í landinum. Men tað er ikki fyrr enn á vaksnamanna aldri, at Tórbjørn er farin at ganga á ólavsøku. - Í 2000 varð eg valdur til landsstýrismann í mentamálum. Tá var eg á ólavsøku fyri einans triðju [...] gera á Glyvrum, so eg var í gjár og hugdi og heppaði. - Hjá okkara bátum gekk væl, men eg frykti, at um ikki okkurt verður gjørt skjótt, so dettur kappróðurin niðurfyri. Korini eru ikki góð nokk, so her [...] sigur Tórbjørn, men skoytir uppí, - Eg eri voksin upp í eini maritimari familju. Tá pápi hevði feriu, fóru vit børnini og mamma umborð, so síðan 3 ára aldur brúkti eg øll summur á sjónum. Seinni gjørdist
fólki, sum ár um ár koma til bygdar við kampingvogni, og hesir plaga at vera einir 160 til 180 í tali. Hóast verkfall er, og tað kundi verið trupult at hjá fólki at fingið brenni til bilarnar, eru kampingvognarnir [...] stóran týdning fyri kommuna, at so mong fólk fáa høvi at savnast til hugna og veitslulag í bygdini. Sjálv hevur hon øll árini sæð fram til festivalin, tí hetta er eitt so fantastiskt tiltak. Sum borgarstjóri [...] gera hesar dagarnar so hugnaligir dagar í bygdini - ikki minst tí, at countryfestivalurin sosialt fevnir rættiliga breitt, har bæði tey eldru og børnini eru við. - Tað er eisini sera hugnaligt at síggja
jólagáva verður keypt? - Her má eg svara nei. Tær fáu jólagávurnar, eg keypi, verða allar keyptar stutt undan jólum, tær flestu í jólavikuni. So nei, enn eri eg als ikki komin hagar. Minnist tú okkurt gott [...] Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday? - Eg má viðganga, at Black Friday ikki er ein dagur, eg gevi mær stórvegis far um. So ilt er at siga, hvat eg haldi, men er onkur, sum hinvegin ger ein góðan handil [...] útvarpsmaður, tá hann verður spurdur. Plagar tú at fara til handils henda dagin? - Enn havi eg ikki gjørt mær dælt av Black Friday, men skuldi eg manglað okkurt ein slíkan dag, so kundi væl verið, at okkurt
hættir, bleiv eg signaður í royndum mínum at læra tey. Eg lærdi at seta egin rættindi til síðis fyri at geva børnunum rúm. At byggja brýr, tá eg heldur hevði hug at skera av. Ikki minst lærdi eg týdningin [...] Svarið kom í eini hugleiðandi samrøðu, sum eg kóki niður í nakrar setningar til okkum øll at læra av: “Eg hevði viljað dugað betur at víst børnunum, hvussu nógv eg elski mammu teirra. Tí børn, sum uppliva [...] stundir til okkara tá tey eru vaksin.” “Eg hevði viljað givið teimum stórri gleði og meiri stuttleika heima. Glatt hjarta gevur góða heilsubót og foreldur, sum ikki eru bangin fyri at spæla við børnini, syngja
fýrverk? - Eg haldi nýggjár saman við familjuni. Vit samlast saman til stóra bálið á Glaðsheyggi klokkan 17, og eftir bálið eta vit saman ein góðan bita. Nei, eg keypi ikki nógv fýrverk til mín sjálvs [...] 2015? - Eg royni ikki at hava nakað ella minnast nakað keðligt. Eg eri postivur av lyndi og síggi alt tað góða hvønn dag. Tí er einki keðiligt, sum eg gangi og beri uppá, men heldur gleðist eg fyri hvønn [...] geva nógv spennandi og mennandi til hesa kommunu. Eg gleði meg til aftur eitt ár at tæna fólkinum. At enda vil eg bera eina heilsan til allar føroyingar, heima sum úti, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri
hvønn dag. Men eg haldi ikki, at tað ber til at savna løturnar saman. Um hann eitt nú hevur verið burturi í fimm vikur, minnist eg sjálvandi ikki 35 løtur, vit vóru saman. Heldur hugsi eg um eina góða løtu [...] hon einki veit: - Eg líti á hann. Men tað, sum eg ikki veit, fái eg ikki ilt av. Um tað hevði verið onkur kvinna í Kagganum ella okkurt, hevði støðan verið ein heilt onnur. So hevði eg verið pillør, leggur [...] saman. - Síðstu ferð, vit fara í song saman, áðrenn hann fer avstað, er ofta ikki tann besta. Tá er hýrurin ikki góður. Um eg ikki komi tá, bilar tað einki. Tá eru tað kenslurnar um, at hann skal fara, sum
bað meg koma til viðtalu, áðrenn eg átti, tí hann hevði góð boð til mín. Krabbameinið hevði ikki spreitt seg, og tá eg fekk tey boðini, gjørdist eg ómetaliga glað. Eg kundi havt lopið um hálsin á honum [...] Hóast sjúkan ikki hevði breitt seg, skuldi Sunneva hava stráluviðgerð. - Fyrst vildi eg ikki hava stráluviðgerðina, tí eg helt, at tað fór einki at hjálpa, men eftir at læknin hevði rátt mær til at taka av [...] egna heimi. - Eg havi havt til vana at kanna bróstini hjá mær, og tað var soleiðis, at eg kom fram á knykilin í øðrum bróstinum í apríl 1998, greiðir Sunneva frá. Hon vendi sær alt fyri eitt til læknan hjá
arbeiðnum ber heilt einfalt ikki til hjá eini kvinnu at gera. - Men eg setti meg ikki afturá fyri tann skyld og segði, at hatta ella hitt kláraði eg ikki. Ístaðin gjørdi eg gerðabýti, sigur hon. Tá ið [...] tað ber sjálvsagt ikki altíð til. Spurd, nær børnini fara at koma, sigur Ingerð: - Jú, vit hava hugsað um tað, men tað ber ikki til, so leingi í øllum føri eg eri á sjónum. Tað er ikki lætt at siga sjólívinum [...] Ingerð ikki megnaði. - Eg segði við onkran av mannligu dekkarunum, at um hann vildi seta bukkarnar undir, so skuldi eg leggja allar keturnar klárar. Hetta var ein fín skipan okkara millum, og eg hoyrdi