- Sum ein statur í statinum

Uttan fyri ein av húsvognunum í Klaksvík sótu tríggjar damur og hugnaðu sær í góðveðrinum fyrr í dag.

 

- Hetta er heilt alvorliga lekkurt. Í gjár var eg bara til eina konsert, tí eg kom ongantíð longri enn at sita her og njóta hugnan og sólina, sigur Mirjam Heinesen, ið eigur húsvognin, sum hon hevur átt í eitt ár .

 

- Man er líka sum ein lítil familja, øll fólkini, sum eru her, tí man møtist so ofta til ymisk høvi.

 

Systir Mirjam, Heidi Biskopstø, og Annika Arnsteinsdóttir Nielsen eru á vitjan hjá Heidi.

 

- Vit hava sitið her í einar tveir tímar nú. Ætlanin var at koma her gjáranáttina, men vit funnu ikki húsvognin hjá Mirjam, sigur Heidi.

 

- Eg haldi eisini, at hetta er ordiliga lekkurt. Hetta er líka sum ein frístaður, ein statur í statinum, sigur Annika, sum tó ikki sjálv hevði viljað átt ein slíkan húsvogn.

 

Mirjam býr á Viðareiði og hevur nógva familju í Klaksvík. Hóast tað velur hon at búgva í húsvogni.

 

- Alt er so frítt her. Børnini spæla og renna, uttan at man skal hava eyguni eftir teimum.

 

- Haraftrat hendir so nógv stuttligt á økinum. Í gjár komu tríggir menn bara yvir og sungu ein sang fyri mær, sigur Mirjam flennandi.

 

Tað er uttan iva freistandi at halda seg á húsvognaplássinum allan festivalin. Men tær tríggjar damurnar eru tó eisini komnar at lurta eftir tónleiki.

 

- Tað eru nógv nøvn, sum eru tiltrekkjandi, men eitt nú TV2 leygarkvøldið verður væntandi eitt upplivilsi, sigur Annika.