brennivínssølu at ferðast við Ruth! Álvur greiddi frá, at hann ikki enn visti, hvar modellið skuldi standa, men tað fór so at vera á einum staði, har øll fáa møguleika at síggja tað. Til ber at síggja fra [...] Stigtakari til at gera modellið er Álvur Danielsen í Havn. Hann hevur gjørt eitt stórt kanningararbeiði at finna fram til søguna um Ruth og Mjólkaforsýningina. Hann hevur millum annað funnið fram til [...] Søldarfjarðar, har farið varð umborð. Tá hevur tað tikið tímar at koma til Havnar. Peter Jensen hevur verið ein framúr persónligheit. Umframt at vera eldsálin í mjólkaforsýningini var hann eisini eldsálin
Sosialin, at tað er avgerandi, hvørji mál teir fáa framd. Tað tykist ikki sum áhugin fyri – ella vónin um - at gerast partur av sjálvari samgonguni er so stórur. Kári P. Højgaard staðfestir, at tað hevur [...] landsnevndin neyvan at mótmæla tí. Spurningurin er so hvørji krøv, flokkurin setur til samstarvið. Sjálvstýrisflokkurin hevur longu lagt ein lista við løgmálum fram, sum flokkurin ynskir at fremja í hesum [...] hevur týdning, at semja fæst á fiskivinnuøkinum, og flokkurin heldur fast við, at Eysturoyartunnilin skal vera ein privat verkætlan. Politikkurin setast á dagsskrá Hin tinglimurin hjá Sjálvsstýrisflokkinum
varð skipað fyri, at einir 8 ungir hvalbingar dagin fyri vóru farnir út í oynna og høvdu sett upp tjald, wc og steyrar við bandi á at fyribyrgja, at nakar skuldi detta oman. Eisini fyri at gestirnir, sum [...] ferð, at nakar hevur yvirnáttað har. Og tað, sum bíðaði mongu gestunum, var einki minni enn eitt upplivilsi fyri lívið, eitt upplivilsi, sum nú aðrir føroyingar og útlendsk ferðafólk helst fara at biðja [...] av teimum sjáldsomu, syrgdi fyri, at eingin keddi seg. Ì umleið 20 minuttir helt hann eina mergjaða røðu, har tað ikki var brúk fyri hátalarum. Ætlanin var at síga eisini á heimferðini, nøkur høvdu glett
frá Fíggjarmálaráðnum koma væl við í hesum orðaskifti. Uttan at fara í smálutir við uppskotinum kann nevnast, at hetta fevnir um tiltøk at minka vøksturin í eldraútreiðslunum, broyting av almannapensjónum [...] mong ár verið eitt heitt umrøðuevni í politikki. Tó er lítið hent uttan at Samhaldsfasti er hækkaður nakað. Tað kann sjálvandi undra, at hetta uppskot kemur frá Fíggjarmálaráðnum og ikki frá avvarandi lan [...] inngjøld til ratueftirlønir og til lívlangar veitingar. Eisini verður mælt til, at pensjónsaldurin stigvíst hækkar. Uppskotið eigur at metast sum eitt teknokratiskt íkast til eitt orðaskifti um framtíðar pen
nógv sagt, at Føroya Symfoniorkstur er sprottið úr Musikkskúlaskipanini við tað, at leiðarin Ólavur Hátún fór at seta yrkisútbúgvnar lærarar við skúlan. Men so skal sjálvandi eisini verða nevnt, at formaður [...] gamla Tórshavnar Musikkskúla og sama er at siga um fleiri av eldru tónleikarunum í symfoniorksetrinum. Tað er soleiðis mongum dugnaligum eldsálum fyri at takka, at vit í dag hava egið symfoniorksetur. Føroya [...] uppeftir, og føroyingar eiga nógvar og ríkar tónlistaupplivingar í væntu. Tað er tí at vóna, at landsins myndugleikar duga at virðsmeta hetta og tryggja orkstrinum tær fíggjarligu umstøður, sum slíkur stovnur
størstu ávirkan. Hetta kemst ikki bert av, at Svøríki er tað størsta landið í norðurlendska samstarvinum, men einahelst av, at landið hevur drúgva siðvenju fyri at taka lut í altjóða samstarvi av fullum huga [...] okkum í altjóðagerðini at hava gott samband við Svøríki. Føroyar hava tí allar góðar grundir til at knýta politisk, mentanarlig og vinnulig sambond við Svøríki. Okkurt kundi bent á, at politiskur og vinnuligur [...] arra á odda at handa Føroyum elsta mentagrip okkara Kongsbókina við Seyðabrævinum – ein sonn vinagerð. Frammanundan var ikki sørt av vinnuligum sambandi millum londini, eitt nú við tað, at svensk fyritøku
Øll ið eru knýtt at Sjálvhjálpini hava tagnaðarskyldu. Endamálið við Sjálvhjálpini er at miðja ímóti at styrkja støðuna hjá tí einstaka, at styrkja sjálvskenslu og sjálvsábyrgd, soleiðis at tann einstaki [...] telefon 280005 og eisini ber til at støkka inn á gólvið. Haraftrat svarar telefonin gerandisdagar frá kl. 12 til 16, har møguleiki er at seta fram spurningar. Eisini er møguleiki at senda mail info@sjalvhjalpin [...] vísir umhugsni og gevur holla vegleiðing og ráðgeving. Sjálvhjálpin ger hagtøl fyri at meta um tørvin á ráðgeving og fyri at lýsa, hvørjar trupulleikar fólk venda sær til Sjálvhjálpina við, hvør tað er, sum
Yrkjarin fer at hava framløgu um savnið, og til ber at seta spurningar. Eisini verður møguleiki hjá áhugaðum at ogna sær verkið og at fáa tað signerað, um onkur ynskir tað. Høvi verður eisini at fáa ein drekkamunn [...] Yrkingarsavnið er nýskapandi, við tað at yrkjarin nýtir tveir tættir at fáa sín boðskap fram. Annar er at blanda mál, yrkingarhættir og svartar/hvítar fotomyndir. Hin er, at yrkjarin ítøkiligger melankoliina [...] Randi á Ryggi er fødd Randi Ward í West Virginia, USA í 1982. Eftir at hava lisið í Noregi og Danmark kom Randi til Føroya í 2004 at granska føroyska mentan. ?meditations on salt? er sostatt skrivað og
føroyingar frammanfyri grønlendingar. Hans Enoksen metir, at søguliga sambandið millum londini bæði hevur sera nógv at siga, og at tað er ein styrki, at londini bæði líkjast og eru ymisk á mentanarøkinum. Fylgið [...] Løgmaður fegnast Løgmaður Jóannes Eidesgaard fegnast um, at samstarvið við Grønland nú er formaliserað. Hann vónar, at við hesum kemur meira ferð á og at samstarvið verður økt. - Føroyingar og grønlendingar [...] maritimu útbúgvingar yvirhøvur, sigur løgmaður, og metir, at føroyingar eisini kunnu læra av og samstarva við grønlendingar á mongum økjum. - Eg vóni, at alt Útnorðurøkið einaferð kann samstarva um hesi málini
. Ein 15 ára gamal drongur var so óður í brennivíni, at foreldrini kendu seg noydd at ringja eftir politinum. Drongurin leikaði somikið illa í, at politiið fór á staðið og sissaði hann. Innbrot í kiosk [...] onkran at ballast víðari, tá dansurin er liðugur. Hetta var eisini støðan sunnunáttina, tá fólk millum Gilja ikki fingu náttarfrið fyri gangi. Vakthavandi sunnudagin segði, at tað javnan kemur fyri, at fólk [...] gangi og tónleiki. Oftast er tað nóg mikið at politiið ringir og heitir á fólk um at dempa seg. Koyrdi svakt í Kollafirði Ein maður síðst í tjúgunum varð tikin fyri at koyra 118 km/t í Kollafirði. Maðurin fær