Innrás á Lítlu Dímun

Ongantíð áður í Føroya søgu hava so mong fólk sett fótin á nærum halgu jørðina úti í eini av Føroya mest forkunnugu, vøkru og sjáldsomu oyggjum, Lítlu Dímun, sum í summarveðrinum leygardagin. Henda dagin fingu umleið 130 føroyingar tað einastandandi høvið at vitja í oynni. Sosialurin, Rás2 og Portalurin vórðu sum einasti miðilin við til hesa ótrúligu løtuna, har fyrsti fólkafundur nakrantíð varð hildin

Farið varð út í oynna við tveimum av tyrlunum hjá Atlantsflogi, sum veitti eina framúrskarandi tænastu. Skjótt og lætt vóru tey gott og væl hundrað fólkini flutt út í oynna av tyrlupallinum í Froðba. Alt gekk sum fótur í hosu, sum smurt. Stigtakararnir til hesa sjáldsomu útferð, eingir minni enn eigarar og røktarar av jørðini úti í Lítlu Dímun, og ein hópur av ungum hjálparfólki, høvdu lagt innrásina til rættis frá fyrsta minutti, til farið varð av aftur oynni nakrar tímar seinni. So væl varð skipað fyri, at einir 8 ungir hvalbingar dagin fyri vóru farnir út í oynna og høvdu sett upp tjald, wc og steyrar við bandi á at fyribyrgja, at nakar skuldi detta oman. Eisini fyri at gestirnir, sum ikki dámdu so væl hæddina, skuldu kenna seg væl og tryggari. Hesi ungu fólkini svóvu í soviposa á toppinum á oynni, og hetta er fyrstu ferð, at nakar hevur yvirnáttað har.

 

Og tað, sum bíðaði mongu gestunum, var einki minni enn eitt upplivilsi fyri lívið, eitt upplivilsi, sum nú aðrir føroyingar og útlendsk ferðafólk helst fara at biðja til eisini fer at henda teimum.

 

Har varð sungið og dansað – bæði føroyskur dansur og enskur dansur, við Flemming Jespersen aftanfyri harmonikkuna, og Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður og røðari av teimum sjáldsomu, syrgdi fyri, at eingin keddi seg. Ì umleið 20 minuttir helt hann eina mergjaða røðu, har tað ikki var brúk fyri hátalarum.

 

Ætlanin var at síga eisini á heimferðini, nøkur høvdu glett seg til hetta, men rátt varð frá, tí veðrið varð ikki til vildar á sjónum henda dagin. Kortini fingu tey mongu fólkini eina uppliving, sum tey seint fara at gloyma. Og eftir ein frálíkan túr var farið til Hvalbiar, har blíðskapurin ikki kundi verið størr enn, um har var kongalig vitjan.

 

Sosialurin, Rás2 og Portalurin fara komandi tíðina at hava tilfar frá hesi forkunnugu vitjan.

 

Føroyska oyggjakrúnan rúmar mongum juvelum. Men bert eini perlu - Lítlu Dímun. Og tað eru bert fá av okkum, sum hava vitað um og upplivað hana. Við hesum tiltakinum hava fryntligu og hegnisligu hvalbingarnir ruddað slóð fyri, at eisini aðrir føroyingar og fremmandafólk ein dag fáa hetta sama høvið. Nakrir tímar á toppinum á Lítlu Dímun eru at meta sum gimsteinar, ið tú hevur ognað tær fyri lívið. Útsýnið av oynni yvir allar Føroyar er nakað, sum orð ikki dekka. Tað má upplivast.