Politirapportin

Politiið í Havn hevur havt úr at gera um vikuskiftið.

Sjey persónar vórðu handtiknir, fýra teirra í sambandi við spirituskoyring. Nøkur ferðsluóhapp vóru, men ongin persónskaði. Í tveimum førum vóru bilarnir stolnir, og førarin hevði onki koyrikort.

14 ferðir hava fólk ringt til alarmsentralin eftir sjúkrabili um vikuskifti. Hetta er nakað meiri enn vanligt.


Foreldrini ringdu eftir politinum

Tað eru ikki altíð pør, sum hava skuldina fyri húsaófriði. Ein 15 ára gamal drongur var so óður í brennivíni, at foreldrini kendu seg noydd at ringja eftir politinum. Drongurin leikaði somikið illa í, at politiið fór á staðið og sissaði hann.


Innbrot í kiosk Aktiv

Sunnunáttina var boðað frá innbroti í Kiosk Aktiv í J. Broncks gøtu. Enn er ikki staðfest, um nakað er horvið, men politiið hevur okkurt at ganga eftir, og eisini er onkur undir illgruna í málinum.


Ikki parkera í miðbýnum

Tað er ongin loyna, at nógv full fólk eru í miðbýnum um næturnar í vikuskiftinum. Í seks førum hevur politiið fingið fráboðan um herverk. Hetta hongur typiskt út yvir bilar, sum standa parkeraðir í miðbýnum. Vakthavandi sigur, at onkuntíð loysir tað seg at ganga nakrar metrar og ikki seta bilin frá sær hvar sum helst.


Morgunball órógva grannarnar

Ein afturvendandi trupulleiki eru sonevndu morgunballini, har fólk fara heim til onkran at ballast víðari, tá dansurin er liðugur. Hetta var eisini støðan sunnunáttina, tá fólk millum Gilja ikki fingu náttarfrið fyri gangi. Vakthavandi sunnudagin segði, at tað javnan kemur fyri, at fólk ringja og kæra sína neyð um fýra-fimmtíðina um morgunin, tí tey støkka upp úr svøvni av gangi og tónleiki. Oftast er tað nóg mikið at politiið ringir og heitir á fólk um at dempa seg.


Koyrdi svakt í Kollafirði

Ein maður síðst í tjúgunum varð tikin fyri at koyra 118 km/t í Kollafirði. Maðurin fær eina treytaða frádøming av koyrikortinum í 3 ár, og skal sostatt skikka sær pent í ferðsluni í trý ár, annars fellur hamarin.


21 ára gamal var til ampa

Ein 21 ára gamal maður verður skuldsettur fyri brot á politiviðtøkuna, tí hann gjørdi ov nógv um seg í miðbýnum. Ungi maðurin var til ampa fyri ferðsluna og gjørdi ikki eftir boðum frá politinum. Maðurin fær helst eina bót upp á nakrar hundrað krónur.


Hasj við Norrønu

Ein maður í 50unum varð tikin við 10 grammum av hasji, tá hann kom við Norrønu mánamorgunin.