Seinnapartin í dag hava tinglimir Sjálvsstýrisfloksins fund við landsnevndina um møguligt samstarv við CHE samgonguna. Men longu fyrr í vár gav landsfundurin grønt ljós fyri samstarvi við samgonguna, og tí fer landsnevndin neyvan at mótmæla tí. Spurningurin er so hvørji krøv, flokkurin setur til samstarvið.
Sjálvstýrisflokkurin hevur longu lagt ein lista við løgmálum fram, sum flokkurin ynskir at fremja í hesum samgonguskeiðnum. Hesi mál umfata millum annað altjóða sáttmála fyri brekað, verjulóg og menning av skúlamálum. Og bæði Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi siga við Sosialin, at tað er avgerandi, hvørji mál teir fáa framd. Tað tykist ikki sum áhugin fyri – ella vónin um - at gerast partur av sjálvari samgonguni er so stórur.
Kári P. Højgaard staðfestir, at tað hevur týdning, at semja fæst á fiskivinnuøkinum, og flokkurin heldur fast við, at Eysturoyartunnilin skal vera ein privat verkætlan.
Politikkurin setast á dagsskrá
Hin tinglimurin hjá Sjálvsstýrisflokkinum, Kári á Rógvi, eru eisini hugaður at samstarva við samgonguna, og hann vil eisini heldur tosa um politisk mál enn formanssessir.
- Tað týdningarmesta er politikkurin. Um Sjálvstýrisflokkurin fær ein landsstýrismann í onkrum smámáli, merkir tað jú ikki, at tey politisku mál, sum vit berjast fyri, verða framd, sigur hann.
Kári á Rógvi heldur annars eisini, at núverandi støðan við minnulutastjórn letur upp fyri áhugaverdum møguleikum. Ikki minst at Løgtingið fær ein størri leiklut.
- Higartil hava nógv mál verið gjøgnumførd av umsitingini í samstarvi við seráhugamál, meðan tey sum umboðað føroyska fólkið hava havt ov lítla ávirkan.
Men við einari minnilutastjórn broytist hendan støðan, heldur hann og vísir til leiklutin hjá Radikala Vinstra flokkinum í Danmark.
Verjulógin løgd framaftur
Í Tinginum í dag gekk Kári á Rógvi við einum uppskoti til nýggja verjulóg undir arminum. Uppskotið verður kunngjørt í dag, og væntandi lagt fram fríggjadagin. Sama uppskot varð lagt fram fyrr í vár, men varð tá avvíst, tí landsstýriskvinnan á økinum, Helena Dam á Neystabø, segði at ráðið arbeiddi við málinum.
- Men lógin er ikki broytt síðani 1922, og við einari meirilutastjórn kunnu landsstýrisfólk bara avvísa slík mál. Men nú er støðan broytt. Nú má landsstýrið lurta eftir teim fólkavaldu, greiðir Kári á Rógvi frá.
Og tí leggur hann uppskotið fram aftur nú.
Spurdur um Sjálvsstýrisflokkurin heldur ynskir sær frælsa leiklutin við minnilutastjórn heldur enn formelt samstarv, svarar tingmaðurin, at hann ikki sær nakra andsøgn í einum formellum samstarvi um týdningarmikil mál og einum frælsum leikluti í samstarvi við bæði samgongu og andstøðu.