Í dag kemur fotoyrkingarsavnið ?meditations on salt? út, og verður tað lagt fram á almennari móttøku í Royndarhúsinum í Nólsoy í kvøld kl. 20.00 Yrkjarin er Randi á Ryggi, og í savninum eru yrkingar á trimum málum. Fotomyndirnar, ið styðja yrkingarnar, hevur yrkjarin sjálvur tikið, og eru øll myndevnini úr Nólsoy.
Yrkingarsavnið er nýskapandi, við tað at yrkjarin nýtir tveir tættir at fáa sín boðskap fram. Annar er at blanda mál, yrkingarhættir og svartar/hvítar fotomyndir. Hin er, at yrkjarin ítøkiligger melankoliina og metaforikkin í savninum í uppsetingini av sjálvari bókini. Á henda hátt skapar ?meditations on salt? nýggjar ímyndarligar leiðir í føroyskum bókmentum.
Randi á Ryggi er fødd Randi Ward í West Virginia, USA í 1982. Eftir at hava lisið í Noregi og Danmark kom Randi til Føroya í 2004 at granska føroyska mentan. ?meditations on salt? er sostatt skrivað og sett saman í árunum 2004-2007. Randi tók sær navnið ?á Ryggi? eftir staðnum, har hon búði í Nólsoy.
Yrkingarnar í ?meditations on salt? eru skipaðar í tríggjar kapitlar og eru settar lið um lið við fotomyndir, sum tilsamans skapa ein økjandi spenning, ið kemur í hæddina og verður útloyst í syklusinum í høvuðsyrkingini - í einum samanspæli av ljósi, gráa, salti, luft og mannahondum. Savnið hevur heiti eftir høvuðsyrkingini, ?meditations on salt?, og er ein staðbundin innhugsanarroynd at perspektivera, lýsa og dýpa eksistensiellar spurningar ígjøgnum frásagnir/yrkingar og landslagið og byggilistina í Nólsoy. ?meditations on salt? er eisini ein sjónarmiðrík og fjølbroytt roynd at gera føroyskar bókmentir og mentan meiri atkomilig hjá útlendskum lesarum.
Útgávan er stuðlað av Mentanargrunni Landsins og amerikanska internetveitaranum www.cisnet.com. Uppseting og repro hevur Ole Wich stílað í samstarvi við Randi á Ryggi. Sjónband hevur prentað. Yrkingasavnið fæst til sølu í bókabúðunum frá mánadegnum 15. okt. fyri kr. 220,-. 10% av inntøkunum frá hvørjari seldari bók verða latnar Nólsoyar skúla.
Øll eru hjartaliga vælkomin til Nólsoyar í kvøld, tá ið bókin verður løgd fram. Ritan fer av Havnini kl. 19.00 og siglir inn aftur til Havnar kl. 22.25. Yrkjarin fer at hava framløgu um savnið, og til ber at seta spurningar. Eisini verður møguleiki hjá áhugaðum at ogna sær verkið og at fáa tað signerað, um onkur ynskir tað. Høvi verður eisini at fáa ein drekkamunn í hugnaligum umhvørvi.