fyrireikingar. Spurd, hvør teirra er favorittur millum finalistarnar sjálvar, sigur Guðrun: - Ein tíðindamaður spurdi júst tað sama fyrr í dag. Og svarið er tað sama.Øll eru líka góð. Hetta eru jú seks tey bestu [...] ymiskt, t.d. vant dans og sunnudagin var chatt við lurtarar og hyggjarar á heimasíðuni hjá DR, har fólk settu spurningar og so svaraðu vit, sigur Guðrun. Týsdagur er settur av til at finna klæðir til finaluna [...] oktobermánað. Guðrun hevur eisini sæð kanningina á heimasíðuni hjá BT, har til ber at atkvøða um, hvør finalistur vinnur fyrstaplássið og pening, fløgusáttmála og sangferð kring Danmark í summar. Tarek
Tað er ikki altíð, at málini løgreglan fær, eru so álvarslig. Onkuntíð eru tey enntá heilt skemtilig. Ein dagin fyri einum mánað síðani fekk løgreglan á Tvøroyri eina heldur løgna fráboðan. »Sunnan fyri [...] fyri Øravík standa tveir bilar á einum stað, har tað er so smalt, at teir sleppa ikki framvið hvør øðrum, og hvørgin teirra vil bakka«. Long bíðirøð Og so var. Ein lastbilur við fiski og ein persónbilur [...] av bilrøðini og skifti um bil við onkran, sum stóð í norðara parti av bilrøðini. So ráðaleys vóru fólk ikki, um enn tað var ein lang løta at bíða eftir tveimum tvørum suðuroyingum, sum ikki vildu bakka
meiri og minni blóðsprongdur og dygdarskerdur fiskur. Stórt sæð allir ryggirnir eru týðuliga merktir av ringu viðferðini. Teir eru dimmreyðir eftir allari longdini av blóði. Orsøkin er sjálvsøgd. Fiskurin verður [...] ein veiðu- og arbeiðsháttur, ið er ringur fyri fisk og fólk, og sum betri varð bøttur. Royndir uttanlands at føra livandi fong til lands Uttanlands eru royndir gjørdar at føra livandi húka-, snurriváð- og [...] ormonum so sum hydrocortison, adrenalin og noradrenalin. Harafturat er pH í vøddunum vorðið lágt. Hesi viðurskifti hava við sær, at fiskurin verður skjótt deyðsstívur (rigor mortis). Kanningar vísa, at
kann vera talan um eina prentvillu, tí tær boringarnar, sum eru gjørdar í sama øki og á sama dýpi hava kostað millum 200 og 300 mill. kr. hvør. Prospektið, sum tað nú verður borað eftir, er 16 ferkilometrar [...] sama økinum, sum bæði Assynt og nú Fleet North prospektið hjá Chevron Texaco liggja í, tó at hesi liggja í hvør sínum blokki (loyvisteigi). Tað er eisini vanligt, at oljufeløg brúka boriúrslit hjá hvørjum [...] sær. Nú sleppur tað so aftur at standa sína roynd sum eitt av heimsins best útgjørdu boriskipum. Tað eru umleið 10 ár síðani, at lønandi oljukelda varð funnin á Atlantsmótinum. Kanska situr ChevronTexaco
tað er týðingin av Matt. 28. 19-20. Her mugu vit hugsa um: 1. Hvør skal doypast, fólkasløgini, ella tey, sum eru blivin lærisveinar? 2. Hvør skal lærast, fólkasløgini, ella teir nýggju lærisveinarnir? Ja [...] enskum, tí hesi mál hava ikki persónsfornøvn, sum skilja millum kynini. Á grikskum er etnene = fólkasløg hvørkikynsorð (før. tey) tí vísir orðið avtus = teir, til lærisveinarnar, sum vunnir eru og skulu [...] vóna, at henda týðing verður lættlesilig og samstundis trúgv móti teimum griksku grundtekstunum. Tað eru fleiri skriftorð, eg havi hugsað um, sum áttu at verið betur týdd, men eg skal her bert taka fram eitt
ynskja, fær hvør føroyingur, sum fyllir 17 ár, eitt bræv frá státinum um, at nú skal hann koma til sessión fyri at seta lívið í váða fyri at verja samríkið. Enn eru tað bert dreingir, sum fáa hesi brøv, men [...] sendir herfólk í kríggj í øðrum londum. Nøkur koma heim í kistum, og onnur eru særd so illa sálarliga og likamliga, at tey eru fyri ongum alt lívið. Hetta gjørdi sítt til, at sambandsveljararnir feldu [...] danskar skattalógir galdandi í Føroyum. Tann mest grundleggjandi skattalóg í Danmark er tann, at ein og hvør, sum eigur ein snøkil av jørð, á hvørjum ári skal gjalda jarðarskatt til státin. Verður hesin skattur
dregur Tórshavnar Kommuna ung fólk til býin og til landið. Og tað er gott. Í fýra ár havi eg umboðað Javnaðarflokkin í Tórshavnar Býráði, og vit, sum hava samstarvað hesi árini, kunnu vísa á eina røð av [...] dagstovnagjald fyri meira enn eitt barn – systkin eru ókeypis. Í næsta valskeiði skulu vit tryggja betri normeringar á dagstovnaøkinum - Ungdómsklubbar eru raðfestir í Hoyvík og í Kollafirði – og nú stendur [...] Umstøðurnar kring vøllin á Argjum eru munandi betraðar Bústaðarmál - Vit hava stykkjað uml. 160 nýggj grundstykki út í Havn og í Kollafirði. Málið er at grundstykki altíð eru tøk í kommununi – á bygd og í
verður um. Stór ósemja hevur verið í búskaparnevndini um ymsu vinklarnar, sum her eru lagdir fram. Hóast hetta, so eru øll hesi teoretisku sjónarmið sloppin við í álitið. Ein grundin til hettar er, sum onkur [...] r fortreytir ella øvugt, men oftast verða atlit tikin til, hvør søguliga gongdin viðvíkjandi fortreytunum hevur verið. Í búskaparálitinum eru 3 framskrivingarmyndlar nýttir. Endamálið hevur verið at geva [...] búskaparnevndini eru ikki samdir um, hvussu stórum útflutnings- og innflutningsvøkstri roknast skal við framyvir. Ei heldur kunnu teir siga nakað um ríkisveitingarnar og altjóðarentuna. Hinvegin eru teir samdir
føroya fólk hvat tey halda. Men nú er hetta heldur ikki gott. Serstakuliga eru tað tey, sum eru heitir forsprákara fyri kommunusamanleggingum, ið eru ímóti. Orsøkin er einføld, og hon er at tey eru bangin [...] in undir øllum fólkaræði, hvat heldur Føroya Fólk? Eg haldi hesi fólk, sum nú boykotta, hava púrasta misskilt málið. Lat okkum útdýpa eitt sindur. Tað eru landsmyndugleikanir, ið hava stungið út í korti [...] so skaðin ikki gerst størri, enn hann longu er. Tit sum eru fyri samanleggingum, gerðið tykkara til, so tykkara tilráðing verður hoyrd. Tit sum eru ímóti samanleggingum, gerðið tað sama. Lati so fólkið tala
Tá heta er sagt so er tað soleiðis, at fólk sum ikki hava havt blóðtøpp men viga ov nógv, roykja, eru mannkyn, hava ov høgt blóðtrýst og eru í ætt við fólk sum eru deyð av blóðtøppi í hjarta, kunnu hava [...] Men tað er ongin garanti. Fólk sum hava havt blóðtøpp og taka Simvastatin eru eisini í vanda, at fáa blóðtøpp aftur, men vandin er nakað minkaður um tey taka henda heilivág. Fólk sum ikki hava havt blóðtøpp [...] Stórar kanningar vísa, at umleið 80% av teimum sum hava hækkað kolesterol eru púra frísk og hava ikki tørv á Simvastatin. Taka hesi Simvastatin so er tað til onga nyttu, men tey líða undir hjáarinum og koma