ChevronTexaco hava kanska lykilin til oljuna

Eftir tøgn í eina tíð verður nú aftur mikil gangur í undirgrundini báðumegin markið millum Føroyar og Bretland. Í mars fer West Navion at bora fyri ChevronTexaco í bretskum øki , og í juni fer Belford Dolphin at bora fyri Agip á føroyska landgrunninum. Hesar boringar kunnu fáa alstóran týdning fyri Føroyar.

Boring/Analysa



Oljufelagið Texaco var eitt tað fyrsta at lata upp skrivstovu í Føroyum og gjørdi felagið nógv burtur úr at fyrireika seg til fyrstu útbjóðingina á føroyska landgrunninum. Felagið rakk tó ikki til at fáa boriloyvi. Men kortini hevur felagið, nú samanlagt við eitt annað risastórt oljufelag, Chevron, verið sera virkið á Atlantsmótinum tvs. í tí bretska partinum. Tá nýggj leitiloyvi vórðu latin í 19. rundu á bretskum øki fingu ChevronTexaco fleiri av teimum mest áhugaverdu og umbidnu teigunum, sum allir liggja upp at føroyska markinum.

Nú sleppur felagið so at royna seg. Sambart oljublaðnum Upstream fer ChevronTexaco longu í næsta mánað at seta borin í undirgrundina skamt frá føroyska markinum. Avtala er gjørd við Smedvig um leigu av boriskipinum West Navion, ein gamal kenningur á Atlantsmótinum. Boriskipið hevur roynt seg bæði í føroyskum øki og í bretskum, men hevur ikki havt eydnuna við sær. Nú sleppur tað so aftur at standa sína roynd sum eitt av heimsins best útgjørdu boriskipum. Tað eru umleið 10 ár síðani, at lønandi oljukelda varð funnin á Atlantsmótinum. Kanska situr ChevronTexaco nú við lyklinum til oljugoymslurnar niðri í undirgrundini. Og hóast henda boring er í bretskum øki, so kann hon hava stóran týdning fyri komandi leiting hjá okkum eisini.

Tað áhugaverda við komandi boringini er, at hon liggur beint uppat loyvinum hjá Agip og Føroya Kolvetni. Meðan ChevronTexaco bora seinast í mars fer Agip at bora í føroyskum øki í juni. Boringin hjá ChevronTexaco er í blokkinum 204/17, sum liggur ávikavist 22 og 36 kilometrar frá Foinaven og Schiellion oljufeltunum. Talan er um at bora á 1000 metra dýpi. Boriskipið er leigað fyri 45 og í mesta lagi 60 dagar til uppgávuna og skal sambart Upstream rinda 8 mill. dollarar í leigu. Her kann vera talan um eina prentvillu, tí tær boringarnar, sum eru gjørdar í sama øki og á sama dýpi hava kostað millum 200 og 300 mill. kr. hvør. Prospektið, sum tað nú verður borað eftir, er 16 ferkilometrar stórt og verður kallað Fleet North.

Um nakar samanhangur er millum boringarnar ella okkurt slag av samstarvi er millum Agip og ChevronTexaco kann man bara gita um, men tað er í hvussu er ein sannroynd, at boringin hjá ChevronTexaco verður liðug beint áðrenn, at Agip fer undir at bora í grannalagnum stutt eftir. Tað hevur eisini fyrr ligið í luftini, at ChevronTexaco hevur havt følarar úti fyri at koma sær uppí tvs. farma inn í Agip lisensin í føroyskum øki. Tað hevur tó ikki borið til at fáa hetta váttað.

Texaco, serliga áðrenn tað varð lagt saman við Chevron, hevur verið sera virkið í sínum kanningum á øllum Atlantsmótinum seinastu árini og var eisini eitt av teimum mest virknu feløgnum í føroyskum øki øll 90-árini. Eitt skifti hevði tað eina vælmannaða og væl útgjørda skrivstovu í Havn. Saman við Conoco varð søkt um leitiloyvi, men tey gjørdust ov stutt í hørðu kappingini um loyvini í ?Gullhorninum?.

Týdning fyri Føroyar
Um ein góðan mánað fer ChevronTexaco so at bora. At felagið nú fer at bora so stutt frá markinum og so nær Agiplisensinum ger hesa boring sera áhugaverda fyri føroyingar. Jarðfrøðin kennir ikki mørk, og tí er ein boring í brestkum øki so tætt við føroyska landgrunnin at meta sum eitt týðandi referansupunkt til komandi leiting í Føroyum eisini.

Tað kann hugsast, at BP og Shell hava stóran áhuga í hesi boring, tí hon er so nær við seinastu miseydnaðu boringina hjá BP og Shell í grannablokkinum, kend sum Assyntbrunnurin. Kann tað hugast, at BP og Shell hava gjørt avtalu við ChevronTexaco um at skifta um upplýsingar? Tvs. at ChevfronTexaco longu hava fingið úrslitið av Assynt boringini frá BP og Shell, og at ChevronTexaco tí betur eru fyrireikað til sína boring, tí tey tá kunnu brúka Assynt brunnin sum referasupunkt fyri, hvar tey eitt nú ikki skulu leita. At tey tí vilja fara eftir heilt øðrum løgum enn tey BP og Shell hildu goymdu olju, og haraftrat vóru so vís í at finna olju. Tað var táverandi stjórin Peter Rattey frá BP, sum helt fyri, at sannlíkið fyri at finna olju í Assynt brunninum var heili 70%. Og har var so einki. Hetta var eitt stórt vónbrot og tí eisini eitt afturstig fyri alla leitingina í hesum økinum. At tað nú verður ein boring í sama øki men kanska í heilt øðrum jarðløgum ger málið sera áhugavert.

Skifta um upplýsingar
Nú skulu ChevonTexaco so til at bora ikki so langt frá Assynbrunninum og sjálvandi hava tey vánaliga úrslitið frá tí brunninum við í sínum metingum og fyrireikingum. Tað kann so eisini hugsast, at um ein slík ?welltrade? avtala er gjørd millum BP og Shell og Chevron Texaco, kann vera sera hent fyri BP og Shell, tí tey hava jú bundið seg til at bora tveir kanningarbrunnar aftrat í tí sama økinum, sum bæði Assynt og nú Fleet North prospektið hjá Chevron Texaco liggja í, tó at hesi liggja í hvør sínum blokki (loyvisteigi). Tað er eisini vanligt, at oljufeløg brúka boriúrslit hjá hvørjum øðrum til at koma nærri málinum.

Fyri øll feløgini, sum hava lisensir á Atlantsmótinum, og tað merkir báðumegin markið, hevur boringin hjá ChevronTexaco tí helst sera stóran týdning fyri komandi boringar, og haraftrat kemur so boringin hjá Agip og Føroya Kolvetni. Hesar báðar boringar, hvørs úrslit vit fara at frætta nærri um um ikki nógvar mánaðir, kunnu eisini verða ein týðandi indikatorur fyri, hvussu vónirnar vera til Atlantsmótið sum heild í framtíðini. Feløgini hava jú leitað aftur og fram í óvissuni og leita framvegis eftir, hvar olja kann vera likin, og hvar man finnur haldgóðar goymslur við taki. Tað kann vera, at ChevronTexaco og Agip geva okkum svarið ella kunnu leggja enn tveir týðandi brikkar til torføra puslispælið sum Atlantsmótið er. Vit vita, at oljan finst, og tað er als ikki óhugsandi, at onkur av teimum komandi boringunum fer at raka í blett eins og gjørt var, tá borað varð eftir Foinaven, Shiehallion, Suilven og kanska eisini Marjun.

Nú lítið virksemi hevur verið á Atlantsmótinum og føroyingar kanska eru farnir at ?gloyma? oljuna, so bendir nógv tó á, at vit ganga eini sera spennandi tíð á møti, tá West Navion setir borin í undirgrundina í næsta mánað og Belford Dolphin setir sín bor í í juni. Hesir báðir brunnarnir kunnu fáa avgerandi týdning fyri allar hinar brunnarnar, sum skulu borast báðumegin markið í 2004 og komandi árini.