Nýggj týðing av Bíbliuni


 

Agnar Reinert


Nú ein nýggj týðing av Bíbliuni er í umbúnað, er at vóna, at henda týðing verður lættlesilig og samstundis trúgv móti teimum griksku grundtekstunum. Tað eru fleiri skriftorð, eg havi hugsað um, sum áttu at verið betur týdd, men eg skal her bert taka fram eitt grundleggjandi skriftorð og tað er týðingin av Matt. 28. 19-20.

Her mugu vit hugsa um:

1. Hvør skal doypast, fólkasløgini, ella tey, sum eru blivin lærisveinar?

2. Hvør skal lærast, fólkasløgini, ella teir nýggju lærisveinarnir?


Ja, hvussu skal Matt. 28. 19-20 týðast?

Hetta er ein umráðandi spurningur, og onkur ivast, tí vit hava tvær týðingar av Bíbliuni, eina týðing sum verður brúkt í fólkakirkjuni, meginparturin av G.T. í hesi týðing er gjørd av O. Viderø, meðan partar av G.T. og alt N.T. er týtt av J. Dahl. Hin týðingin er gjørd av V. Danielsen av allari Bíbliuni. Henda týðing er endurskoðað í 1974, og tað er hesa útgávu frá 1974, eg skrivi um.

Hesar báðar týðingar siga ikki tað sama í tí skriftstaði, sum nevnt er omanfyri. Men hvat sigur grikski grundteksturin?

Dópur er orð, sum kemur av dýpi, at fara undir, og henda merking svarar til grikska baptizð *1

Tann bretska NEWBERRY BÍBLIAN, sum hevur King James Bíbliu tekstin: »Go ye therfore, and teach all nations, bapttizing them in the name« ? hevur hesa viðmerking til Orðið, sum er tíðt. teach*2 í Matt. 28.19 make diciples of (gerið lærisveinar av)«. Sama orðið hava vit eisini í Ap. 14.21. Í hesum kap. eru Paulus og Barnabas á missiónsferð í Derbe; Har er sama orðið týtt til: »vunnu nógvar lærisveinar« (V. Danielsens týðing). »Fingið nógv at vera lærisveinar« (J. Dahls týðing).

Spiros Zodiates sum er grikki og kønur í forngrikska málinum, sigur í »The Hebrev Greek Key Study Bible« um orðið í v. Matt. 28.19. og í Ap. 14.21: Matheteuð*2, means not only to learn, but to become attached to ones teacher and to become his follower in doctrine and conduct. It is really not sufficient to translate this verb as »learn« but as »making a diciple« (á føroyskum: »Er ikki bert at læra, men tað at gerast bundin at sínum lærara og gerast hansara fylgisveinur í læru og atburði. Tað er ikki nøktandi at týða hetta sagnorð til at »læra« men at gera ein lærisvein«).

Ralph Earle, professari í theology í Kansas City Missuri, USA; sigur í bók síni »Word Meanings in the New Testament«: um sama orðið í Matt. 28.19:

The word is not didaskó »teach« but ?matheteuoð*2 »make diciples« ? the verb comes from the noun mathétés.* »diciple«. The correct translation is therfore »make diciples« In verse 20 we do find the verb didaskó *3 = teaching.

(Orðið er ikki didasko*3 »læra« men mathetuoð**2 gera lærisveinar. Tann rætta týðingin er tí, »gerið lærisveinar«.

Men í vers. 20 finna vit orðið didasko*3 = læra).

Johs. Warns er kendur týskur lærari í grikskum, hann sigur: »Oversettelsen »idet dere døper de« og Ved at døpe dem« er direkte falsk.« ? í bókini »Apostolsk Dåp« (Norsk umseting eftir Oddvar Nilsen).


Norska Studiebibelen sigur:

Í Matt. 28.19 19. sigur Jesus: poreythéntes (værende gátt ut) un (da) matheteýsate*2 (disiple) panta (alle) ta ethne (folkene) baptidsontes*1 (døpende) avtus (dem) (kallkyn = teir) (i) tó onnoma (navnet) ti patrós (Faderens) kai (og) hyiu (Sønnens) kai (og) tu hagiu (den Hellige)

pneymatos (Ånds) didáskontes*3 (lærende) avtus (dem kallkyn) = teir) terein (å holde) pánta (alt)

hosa (som) eneneteilamen (jeg befalte) hymin (dere)


So er tað mállæran.

Her liggur væl fyri við føroyskum máli, tí hetta kann týðast rætt á føroyskum, og eisini á íslendskum, sum tað er á grikskum, men kann ikki sigast orðrætt á hinum norðurlendsku málunum ella týskum og enskum, tí hesi mál hava ikki persónsfornøvn, sum skilja millum kynini.

Á grikskum er etnene = fólkasløg hvørkikynsorð (før. tey) tí vísir orðið avtus = teir, til lærisveinarnar, sum vunnir eru og skulu doypast, og teir (lærisveinarnir) skulu lærast, ikki til fólkasløgini. tey. Her er hin endurskoðaða V. Danielsens týðing betri, meðan J. Dahls týðing er ikki bein, tí hon sigur at fólkasløgini tey skulu doypast og tey skulu lærast.


Nøkur dømi afturat

Amerikanska New King James Bible sigur: »Go therfore and make diciples of all the nations, baptizing them in the name of the Father and of the Son and of the Hoy Spirit, teaching them?« (Farið tí og geri lærisveinar av øllum tjóðunum, doypi teir í navni Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans, læri teir?) Sama siga tær ensku og amerikonsku týðingarnar The Revised Standard Version, o New American Standard Version, og The New International Version. Hin danska týðingin av Seidelin og norska týðingin av Gunnes og hin svenska autoriseraða Bibeln og týðingin eftir svenska gudfrøðinginum Hedegård og Luthers týska týðing og hin Niðurlendska (útg. av Nederlandsch Bijbelgenootschap) siga allar, ? og døber dem. = og doypi teir. Hin gamla danska autoriseraða týðingin frá 1889 sigur: ? og døber dem

Men hin endurskoðaða frá 1932 sigur: idet I døber dem. Hin danska prøve oversættelsen frá 1989 sigur í Matt. 28.19.-20« Gå derfor hen og gør alle folkeslagene til mine diciple, døb dem i Faderens og Sønnens og Helligåndens navn«. Men tá ið týðingin bleiv kannað, til endaliga góðkenning til gudstænastu í fólkakirkjuni, tá vildu fleiri ikki hava hesa týðing, og hildu fast við »idet i døber dem« og teir vunnu, men teir máttu tó seta eina fótnotu, sum segði »anden muelig oversættelse«: »og døb dem«.


Betri týðingin av Matt. 28 19-20 er: Farið tí út í allan heimin og vinnið lærisveinar av øllum fólkasløgunum, doypið teir í navni Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans, og lærið teir at halda alt, sum Eg havi boðið tykkum, og hygg, Eg eri við tykkum allar dagarnar til endi er á tíðini.



Viðmerkingarnar vísa til týðingar av grikskum orðum í ensku orðabókini »Strongs concordance«, sum hevur enska týðing av hebraiskum og grikskum bíbliuorðum, har øll orð í Bíbliuni hava hvør sítt nummar

*1 Str. 908 Baptizð = immersion, submersion, fara undir

*2 Str. 3100 Matheteuoð = make diciples = gera ella vinna lærisveinar

Her hevur grisk norska orðabókin nr. 2746. »være dicippel - gjør til dicippel«, sum svarar til Str. 3100.

*3 Str. 1321 Didásko = to know or teach, instruction = at kenna, at læra.

A.R.


Keldur:

Från urkristendom til katolsk kyrka, av Alf Lindberg

The Hodder Bible Handbook, by Merrill F. Unger

Millers Church History, by Andrew Miller

Apostolsk dåp av Johannes Warns, til norsk ved Oddvar Nielsen

Studiebibelen Det Nye testamente, ved internationalredaktør Toralf Gilbrant

Word Meanings in the New Testement by Ralf Earle

The Hebrew ? Greek Key Study Bible by Spiros Zodiates

The Newberry Bible by Thomas Newberry

The Interlinear Hebrew Greek English Bible by Jay Green