Sum eg nevndi í stuttari grein fyri nøkrum døgum síðani, so eru tíðandi trupulleikar av heilváginum sum verður kallaður statinir og har Simvastatin er tað mest vanliga.
Um ein skal taka tað fýrakantað so hjálpir Simvastatin teimum sum longu hava havt blóðtøpp í hjartanum. Soleiðis at skilja, at heilivágurin minkar um vandan hjá teimum, at fáa blóðtøpp aftur. Men tað er ongin garanti. Fólk sum hava havt blóðtøpp og taka Simvastatin eru eisini í vanda, at fáa blóðtøpp aftur, men vandin er nakað minkaður um tey taka henda heilivág.
Fólk sum ikki hava havt blóðtøpp hava onga nyttu av Simvastatin.
Tá heta er sagt so er tað soleiðis, at fólk sum ikki hava havt blóðtøpp men viga ov nógv, roykja, eru mannkyn, hava ov høgt blóðtrýst og eru í ætt við fólk sum eru deyð av blóðtøppi í hjarta, kunnu hava nyttu av Simvastatin. Hinvegin hava tey munandi størri nyttu av, at fara niður í vekt, halda uppat at roykja og røra seg meira.
Heilivágs framleiðarar gerða kubbið av, at bjóða fram heilivag sum skal fyribyrgja álvarsligum sjúkum. Hetta verður jú heilivágur sum ein stórur partur av fólkinum fer at taka, og milliardir eru at vinna.
Tá tað kemur til Simvastatin og líknandi heilivág so hevur tað í stóran mun eydnast heilivágs framleiðarum, at fáa læknar at útskriva henda heilivág bara kolesterolið er hækkað. Hetta vil siga, at heilivágurin verður útskrivaður ársaka av einari blóðroynd. Men so einfalt er hetta sjálvandi ikki.
Stórar kanningar vísa, at umleið 80% av teimum sum hava hækkað kolesterol eru púra frísk og hava ikki tørv á Simvastatin. Taka hesi Simvastatin so er tað til onga nyttu, men tey líða undir hjáarinum og koma, at hoyra til tann bólkin sum kallast sjúk.
Eftir at tað fyrst í hálvfemsunum varð prógvað, at Simvastatin minkaði um vandan hjá fólki sum longu høvdu havt blóðtøpp í hjartanum komu skjótt kanningar sum vístu, at tað ikki nyttaði hjá teimum sum ikki longu høvdu havt blóðtøpp.
Síðani komu kanningar sum vístu á ávísar risikobólkar so sum royking, ov høg vekt, mannkyn o.s.fr. Verður atlit tikið til hetta, so eru tað eini 80% av teimum sum hava hækkað kolesterol sum eru púra frísk og hava ikki tørv á fyribyrgjandi viðgerð.
Ein sum eg haldi hevur greitt sera væl frá hvussu hetta hongur saman er Gøran Petersen, professari í kemiskum umhvørvisvísund við Chalmers í Gøteborg. Hansara niðurstøða er at finna undir:
"http://www.publications.lib.chalmers.se/records/fulltext/41857.pdf" publications.lib.chalmers.se/records/fulltext/41857.pdf
Ein stór kanning hjá Niels Christian Heebøll-Nielsen, serlækna í almen medisin á Institut for Rationel Farmakoterapi sum liggur undir danska Lægemiddelstyrelsen, vísir heilt greitt, at 200.000 danir taka Simvastatin uttan ársøk. Kanningin varð kunngjørd í ár og er millum annað at síggja undir:
"http://www.irf.dk/dk/publikationer/rationel_farmakoterapi/maanedsblad/2011/kolesterol_-_hvornaar_er_forebyggende_behandling_med_statin_indiceret.htm" www.irf.dk/dk/publikationer/rationel_farmakoterapi/maanedsblad/2011/kolesterol_-_hvornaar_er_forebyggende_behandling_med_statin_indiceret.htm
Og danska læknafelagið legðist ikki á boðini. Læknafelagið kom beinanvegin saman við Praktiserende Lægers Organisation (PLO) fyri 4 vikum síðani út við álvarsligum ábreitslum móti ovurnýtsluni av Simvastatin og, at hetta má støðgast her og nú. Ein kan lesa um hetta m.a. undir:
"http://www.laeger.dk/portal/page/portal/LAEGERDK/Laegerdk/Nyheder?public_visningsType=1&public_nyhedsId=65329" www.laeger.dk/portal/page/portal/LAEGERDK/Laegerdk/Nyheder?public_visningsType=1&public_nyhedsId=65329
Eg haldi, at kendi journalisturin á danska blaðnum Information Lise Richter, ber tað sera greitt fram í síni grein í blaðnum tann 17. juli í ár. Greinin hevur heitið “Den store kolesterolfuser” og er at finna undir:
"http://www.information.dk/273647" www.information.dk/273647
At billa sær inn, at hesin trupulleiki ikki er í Føroyum er eins skilagott sum, at stinga høvdið í sandin.