sála, bæði sum menniskja og sum politikkara. Persónliga kom undirritaði í mínum arbeiði á flogvøllinum fleiri ferðir á tal við ein annan framúr vinnulívsmann, Ejler Jacobsen, sála, meðan tað so ofta varð [...] samráðingarevni, soleiðis at hvørki russar ella norðmenn stóðu honum kurl. Taktikkurin hjá honum gekk út upp á at møða samráðingarnevndirnar hjá russum og norðmonnum. Meðan steðgur var í samráðingunum og [...] flogfarinum. Hesin megnarmaður legði lunnar undir kraftblokkavinnuna í hálvfjerðsunum. Eins og hann aftan á at John Dam sáli hevði prógvað, at rekjufiskiskapur undir Grønlandi kundi gerast ein lønandi vinna,
alt er at enda komi á hesi fold, tað vóru boð eftir honum til ein betri stað. Vit koma øll at sakna teg, hjálpsamur sum fáur, alt tað sum tú fekst við er væl úr hondum greitt, gekk kanska ikki altíð so [...] túrar við Eystfallsker. Tit høvdu fleiri ætlanir nú Sveinbjørn fór, ... men ongin veit á morgni at siga hvar hann á kvøldi gistur. Góða systur, vit í Børkugøta ynskja tær alt tað besta og Harrans signing [...] týskvøld, at hetta var seinasta ferð at vit sóust. Leygarkvøldið slóknaði tú, mitt í tínum arbeiði á flogvøllinum. Vit vóru sera góðir vinir hjálptu hvørjum øðrum tá brúk var fyri tí, um vit ikki sóust
nar fyri stigi til Føroyar vera góðar. Tað gekk ikki, men tað var ikki tí, at føroyska landsliðið var nógv aftanfyri italiumenninar. Trupulleikin í Catania á Sicilia seinnapartin í gjár var serliga álopsspælið [...] báðum liðunum var lítið sannførandi. Hóast tað, so løgdu føroysku gestirnir seg á odda tíðliga í dystinum, og vóru eisini á odda í stórum løtum av fyrra hálvleiki. Undangongumaður var Finnur Hansson. Dysturin [...] fylgja við, og tað var sjálvsagt nógv hugaligari fyri áskoðararnar. Stríddust væl Fleiri glottar vóru á føroyska liðnum. Serliga var stríðsviljin fyrimyndarligur, og tað var eisini hugaligt at síggja ungu
Klaksvík: Tað vóru kanska mong sum undraðust á, at Eyðfinn Olsen skuldi verða nýggjur stjóri á heilsøluni í Klaksvík. Mundi ein so ungur maður, sum nóg illa var fyltur 25, kunna leiða eina slíka søguríka [...] viðskiftafólk finnast haraftrat kring alt landið. Á heilsøluni arbeiða umleið 20 fólk. Saltaði skinn sum 12 ára gamal Hóast Eyðfinn nú er setstur í stjórastólin á Stangavegi 3, er hann als ikki ókendur við arbeiðið [...] eisini í starvsvenjing í heilsøluni, tá hann gekk í framhaldsdeildini í Klaksvík. Tað var kanska heldur ikki av tilvild, at Eyðfinn eftir lokna skúlagongd fór í læru á skrivstovuni í heilsøluni: Stjóri í fyritøkuni
Fem, sum er á veg. X-faktor Klokkan nærkaðst átta fríggjakvøld, og stillisliga spákar Per inni í studio, har upptøkan verður. Hann prátar og heilsar uppá ymisku starvsfólkini, sum eru klár á ymiskum starvsøkjum [...] og hvør sjónvarpsframleiðari, ella produsari, sum hevur høvuðsábyrgdina í bestu senditíð beinleiðis á DR1 í nýggja DR-býnum. 38 ára gamli hoyvíkingurin Per Zachariassen er mest eftirspurdi, og telist millum [...] SvF frá hann var 16 ár, til hann var 20 ára gamal. Per flutti til Danmarkar í 1990 og bleiv útlærdur á Den Danske Filmskole í 1994. Síðan hevur hann starvast hjá Darnmarks Radio og TV2. Blu er milliónafyritøka
perluhønuna vit fingu á Hafnia á diamantbrúdleypsdegnum. Eg haldi sjálv, at brellbitin í Mickey Mouse eingangskoppinum setti prikkin yvir i'ið. Ein onnur festlig løta var á Hotel Eiði á 80 ára degnum. Alt [...] plagdi at fara í Bókabussin tann tíð tað var. Og tey seinastu árini vart tú fastur gestur á Býarbókasavninum. Eisini á Mallorca hevur tú slitið nakrar sandalir, lagt nógvar hundrað krónur og fingið manga rukkuna [...] aldrin fingið at vita. Tú vart altíð so serlig, fólk siga at tú vart tann fyrsta kvinnan í Hósvík ið gekk í buksum...slóðbrótandi má sigast, nú ganga allar í buksum!! Tey hava sikkurt hildið teg verið eitt
skjóttgangandi bátarnir skyldina fyri. - Orsøkin til at grindin vendi var allarhelst at fólkið á landið rann oman á sandin ov tíðliga. Tað hava vit longu tosað um, og teir, sum hava ábyrgdina av hesum, eru [...] eins og flestu av hinum grindaformonnunum, ikki beinleiðis bergtikin av at síggja hvussu nakrir mans á vatnskutarum lógu og uppskúmaðu alt Sandágerði, meðan roynt varð at fáa grindina at gera landgongd. [...] nógvar klagur um hesar vatnskutarar at hoyra beint eftir drápið. Fleiri grindamenn vildu hava menninar á vatnskutarunum revsaðar vit bót, sigur Hanus Højgaard, men tað vera teir neyvan, tí einki verður sagt
nú eg hevði fingið barn á so ungum aldri. Eg vildi burtur og fór til Keypmannahavnar at lesa. Katrin byrjaði at lesa bókmentir á Lærda Háskúlanum, men fall ikki til og byrjaði á filmskúlanum. Kendi seg [...] hon havt møguleika at arbeiða við føroyskum leikarum, m.a. egnu dóttir síni, Hildigunn, á føroyskari grund og á føroyskum. Katrin er litríkur persónur, ið hevur livað eitt lív við mótsetningum. Mangar [...] Dagfinn Olsen Filmurin snýr seg um tvær vinkonur, ið vitja heim til Føroya. Á uppslagnum, ið lýsir filmin, verður sagt, at tær vistu ikki, hvørjum tær leitaðu eftir, men tær funnu tað! So stutt kann innihaldið
at varðveita leiðsluna og kanska at vinna tepran sigur á útivølli ímóti Tre Fiori, sum í kvøld einki bit vísti í álopinum. B36 var so nógv meiri á bóltinum enn gestirnir, sum fyri tað mesta vóru væl mannaðir [...] og í opnum spæli. Síðani tapti B36 1. juli 2-1 á útivølli ímóti Víkingi. Tá var tað Magnus Holm Jacobsen, sum umsetti brotsspark til 2-1. So tapti B36 2-0 á útivølli ímóti Borac í Bosnia Hersegovina, og [...] seks minuttir aftrat vanligu leiktíðini. Tað var stórur lætti, at tað loksins eydnaðist B36 at fáa hol á. Málverjin hálvbjargaði eftir uppspæl frá Bjarka C. Nielsen og eftir at innskifti Benjamin Heinesen
tá ið tú valdi grein á studentaskúlanum, har tú valdi at fáast við grikst og hebraiskt, ið bert nakrir fáir næmingar á øllum skúlanum fingust við. Eftir lokið studentsprógv gekk leiðin til Keypmannahavnar [...] varð staðfest. Vit báðar komu at kennast í 1975, tá ið tú komst til Nyborg at ganga á studentaskúla og eisini skuldi búgva á kostdeildini. Fyri okkum fáu føroyingum, ið har búðu, gleddust vit um, at tú komst [...] og skemtingarsom. Seinni fórst tú undir útbúgving og gjørdist korrespondentur í enskum og sponskum. Á einari námsferð í Madrid í Spania, møtti tú so José og av hesi orsøk flutti tú til Spania. Hóast vit