Sveinbjørn Kári Mouritzen

Leygarkvøldið 06. Apríl stóð tíðin still, Kári bróður ringdi til mín og fortaldi at Sveinbjørn, svágur okkara var farin.
Ikki vardi tað meg, at tá tú koyrdi meg heim til hús týskvøld, at hetta var seinasta ferð at vit sóust. Leygarkvøldið slóknaði tú, mitt í tínum arbeiði á flogvøllinum.
Vit vóru sera góðir vinir hjálptu hvørjum øðrum tá brúk var fyri tí, um vit ikki sóust, so tosaðu vit í telefon við hvønn annan, vit høvdu eisini ætlanir, sum nú ikki blíva til nakað.
Vit hava nógv góð minnir eftir Sveinbjørn, altíð til reiðar hjálpa, líkamikið hvat tað skuldi verða.
Sveinhjørn var trúfastur sum fáur, arbeiddi sum sløkkiliðsmaður á flogvøllinum yvir 30 ár.
Mitt í sínum dagliga arbeiði vóru boð eftir honum. Tað vardi hvørki hann ella tey sum hann hevði kærast at so skuldi verða, lívsleiðin kvettist av, sum at sløkkja eina kontakt, og alt er at enda komi á hesi fold, tað vóru boð eftir honum til ein betri stað. Vit koma øll at sakna teg, hjálpsamur sum fáur, alt tað sum tú fekst við er væl úr hondum greitt, gekk kanska ikki altíð so skjótt. Tú hevði nógvar góðar vinir, tað sást tá tú fór til gravar, Vesturkirkjan var ovlítil til at rúma øllum.
Sveinbjørn, tú gleddi teg, nú tú var farin frá sum pensionistur, fekk einans 6 dagar, og bert skuldi arbeiða nakrar fáa dagar um mánain, tú hevði nógvar ætlanir, serliga við bátinum Eystfallsker, og við at byggja nýggjan hjall í Havn, sum tú varð byrjaður uppá, hevði ætlanir um eitt rúm undir hjallinum til at kunna arbeiða uppá fisk, grind o.a., tú hevði umvælt bátin, nýggja útgerð o.a. so báturin er í góðun standi nú tú legði árarnar inn.
Tú var á floti hvørja løtu tú hevði frí frá arbeiðinum, vit vóru mong sum tú hevði við í báti tínum, komu vinir ella familja úr útlondum at vitja, var tú skjótur til at bjóða teg fram til at fara ein túr við bátinum, nú koma so ikki fleiri fiskar uppá fiskatræið frá tær.
Sveinbjørn verður ein stórur saknur hjá okkum øllum, eisini hjá Balou, sum tú varð so óførur at ganga túrar við tá tú hevði frí og vildi slappa av, tú nýtti hesar túrar líka so nógv sum Balou.
Wensil og Johannus við familjum hava mist ein góðan pápa, verfaðir og abba, men tit hava nógv góð minnir eftir Sveinbjørn, Harrin styrkið tykkum.
Góða mamma, tú kemur eisini at saknað Sveinbjørn, tit vóru nógvar biltúrar saman, hann koyrdi teg aftur og fram til bingo, hevði tú okkurt tú skuldi í býnum, var hann skjótur at bjóða seg fram at koyra o.s.fr.
Góða Randi systur, saknurin má verða sera stórur hjá tær, nú tú hevur mist Sveinbjørn, tit vóru sera nær knýtt at hvørjum ørðum, tosaðu nógv saman gjørnum dagin, vistu altíð hvar hvør annar varð. Tit vóru fleiri túrar saman í útlondum, vóru nýliga heimaftur komni úr Danmark, har tit høvdu vitja vinir og familju.
Tit vóru fleiri túrar við Eystfallsker. Tit høvdu fleiri ætlanir nú Sveinbjørn fór, ... men ongin veit á morgni at siga hvar hann á kvøldi gistur.
Góða systur, vit í Børkugøta ynskja tær alt tað besta og Harrans signing í framtíð tíni, vit kunni ikki gloyma tað vit hava mist, men vit mugu liva víðari við tí vit hava mist.
Takk fyri at eg kundi verða við til at bera mín góða vin Sveinbjørn til hansara seinast hvíldarstað her á fold.
Hvíl í friði góði vinur og svágur, arað verði minni um Sveinbjørn Kára Mouritzen.

Mín bátur er lítil, títt hav er so stórt,
Men, Harri vár, tú ert várt ljós!
Tín stjørna oss lýsir, um náttin er svørt,
Tí sigla vit tryggast kós.
Edm. Í Garði

------
Heri