Minningarorð um Ann Larsen Lechuga

f. 02.07.59 d. 04.11.05

Góða Ann

At jólabrævið til tín í ár verður skrivað sum eini minningarorð er púra ófatuligt fyri meg. Hóast tú búsettist uttanlanda, tá ið tú var 16 ára gomul, hevur tú altið vitjað heimaftur við jøvnum millumbilum, og sambandið okkara millum slitnaði ongantíð.

Vit vóru systkinabørn, og vinkonur hava vit verið, alt eg kann minnast. Vit avgjørdu, at hvar enn í heiminum, vit fóru at festa búgv, so skuldu vit skriva til hvørja aðra í hvussu so er einaferð um árið, nevniliga á jólum. Og vit hildu orð. Eftir lokna útbúgving sum korrespondentur í sponskum og enskum, giftist tú einum spanióla, og flutti til Spania at búgva í nøkur ár. Her átti tú sonin Einar. Tá ið Einar var 6 ár, fluttu tit aftur til Danmarkar, og nøkur ár seinni fingu tit børnini Thor, Liv og Mei.

Tú arbeiddi sum korrespondentur tey fyrstu árini, ein part av tíðini í kendu fyritøkuni Berlitz. Men tá børnini so komu høvd í høvd, var tú heima eitt skifti, og fór so at arbeiða á skrivstovuni í einum skúla.
Vit báðar hava altíð dámt væl at skriva brøv, og vit høvdu pennavinir víða um í Europa. Tú dugdi so sera væl at skriva, og tín áhugi fyri at læra fremmand mál, hevur altíð verið stórur. Tí gleddi eg meg á hvørjum árið, tá ið jólabrævið frá tær fór at koma. Hóast nógv ár í útlegd, skrivaði tú so væl føroyskt sum nakar, og stavsetiningin var sjálvandi framúr. Tú fylgdi væl við teimum nýggju føroysku orðunum, og vildi hava at vita hvaðani tey stavaðu frá, hvussu tey stavaðist o.s.fr.

Men so í jólabrævinum í fjør, skrivar tú, at tú kennir teg so móða og hevur blóðmangul. Tú skal til læknan í januar til nærri kanningar, men tú heldur ikki hetta hava nakað upp á seg - man fara at ganga yvir. Tó soleiðis var ikki. Fyrst í februar komu skelkandi boðini: Krabbi í tarmunum, sum tiðanverri hevði breitt seg til livrina.

Tá ið eg var og vitjaði teg í mai-mánað var tú longu álvarsliga merkt av sjúkuni, og vit vistu báðar, at hetta var allarhelst síðstu ferð vit sóust. Vit tosaðu um leyst og fast, tó serliga um góðu og tryggu barnaárini á Tvøroyri. Hóast tína ringu støðu, var tað eitt ið lá fremst í huganum: Hvussu kann eg tryggja mínum børnum eina góða framtíð? Tú hevur altíð verið sterk og røsk til at taka avgerðir, og hetta kom tær til góðar í hesi sváru tíð. Tað er alla æru vert, so nógv ið tú fekk av skafti, hóast tú var so álvarsliga sjúk. Størsta løtan mundi allarhelst vera, tá ið dótturin Liv varð úttikin til at koma á kenda Sankt Annæ`s skúlan, ið serliga er ætlaður børnum við musikalskum evnum.
Henda dagin ringdi tú heim, og segði at tú hevði klárað at verið við til fyrsta skúladagin hjá henni, og hvussu væl móttikin tit vóru.

Góða Ann bert 3 mánar eftir hetta, er tú ikki ímillum okkum meira. Tú sum altið hevur verið so sterk og lívsglað, og hevur havt so sera góða heilsu. Vit standa eftir spyrjandi. Hví skuldi tú verða tikin burtur frá manni og fýra børnum í aldrinum 7,9,12 og 22 ár? Svarið fáa vit ikki her, men tíðanbetur sleppa vit at liva í vónini um, at ein dag skulu vit síggjast aftur í tí staði har ongi tár, sjúka ella deyði skulu vera.Tað er gott at vita.
Góða Ann, takk fyri allar tær góðu og hugnaligu løturnar ið vit hava havt saman. Tú fer altíð at eiga eitt pláss í mínum hjarta.

Katrin.