Hondbóltur
- Føroyingarnir kunnu vera nøgdir. Ikki glaðir, men nøgdir.
Soleiðis tók viðmerkjarin og Kyndils-kempan Jónleif Sólsker til í Kringvarpi Føroya, tá landsdysturin millum Italia og Føroyar var bríkslaður av. Føroyska hondbóltslandsdysti hevði tapt við sjey málum móti liðnum, sum fleiri spáddu møguleikarnar fyri stigi til Føroyar vera góðar. Tað gekk ikki, men tað var ikki tí, at føroyska landsliðið var nógv aftanfyri italiumenninar.
Trupulleikin í Catania á Sicilia seinnapartin í gjár var serliga álopsspælið. Væl eru mótstøðumenninir betri fyri enn okkara, men aftur vóru ov nógvar óneyðugar villur, tá Føroyar royndu at søkja at. Og serliga í løtunum, tá Finnur Hansson var mansvardur, var eingin annar at taka ábyrgd.
Byrjaðu væl
Italia fekk í farnu viku sítt fyrsta stig í undankappingini, tá Bosnia bara fekk eitt stig burtur úr vitjanini. Frálíka úrslitið hjá italiumonnum hevur helst fingið teir ikki at taka uppgávuna móti Føroyum í størstum álvara. Kanska serliga við stórtapunum hjá føroyingum higartil í hyggju. Og tí fekk heimaliðið ein skelk fyrstu løtuna.
Spælið frá báðum liðunum var lítið sannførandi. Hóast tað, so løgdu føroysku gestirnir seg á odda tíðliga í dystinum, og vóru eisini á odda í stórum løtum av fyrra hálvleiki. Undangongumaður var Finnur Hansson.
Dysturin var ein heilt annar, enn vit hava sæð í undanfarnu landsdystum. Føroyingarnir kláraðu at fylgja við, og tað var sjálvsagt nógv hugaligari fyri áskoðararnar.
Stríddust væl
Fleiri glottar vóru á føroyska liðnum. Serliga var stríðsviljin fyrimyndarligur, og tað var eisini hugaligt at síggja ungu leikararnar, sum stóðu seg væl. Landsliðið er framvegis í eini byrjunarstøðu, har hvør dystur er liður í at styrkja føroyskan landsliðshondbólt. Og tað er at gleðast um, at leikarar sum Tróndur Kragesteen, Carl Herup Olsen og Janus Sørensen hava fleiri ár eftir í landsliðsbúnanum. Heildaravrikið verður betri og betri fyri hvørjaferð, og í løtum av dystinum í gjár spældi føroyska liðið eisini væl. Tað skyldast nú eisini, at italiumenninir ikki vóru serliga nærgangandi. Men liðið er framvegis ikki samanspælt, og tí er umráðandi at hava tol.
Italia rennur undan
Men tað kom stígur í álopsspælið hjá føroysku gestunum síðstu løtuna undan hvíldini. Finnur Hansson varð mansvardur, og eingin tók av álvara ábyrgd. Heimaliðið gjørdu sær dælt av skeivu sendingunum og óhepnu avgerðunum hjá okkara leikarum, og teir fóru til hálvleiks við eini leiðslu á seks mál – 15-9.
Gongdin var hin sama í seinna hálvleiki. Føroyar royndu at hótta leiðsluna, men tað gjørdi lítlan mun. Í verjupartinum fingu vertirnir ofta ov nógv pláss, og hóast Lars Black var stórspælandi í føroyska málinum, so gjørdist dysturin ongantíð spennandi. Venjarin Dia Midjord royndi seg við time-out, men tað hjálpti lítið. Føroyska landsliðið tapti seinasta dystin í 2008 við sjey málum – 30-23.
Møguleikarnir góðir
Føroyar spældu við eina løtu í gjár. Sæð burtur frá einari keðiligari løtu í fyrra hálvleiki, so var munurin á liðunum ikki ovurhondsstórur. Heimaliðið var lítið sannførandi í sínum spæli, og tað skuldi als ikki verðið ógjørligt at fingið stig, tá italiumenn vitja í Føroyum í komandi ári. Gamaní tók mótstøðuliðið sær av løttum eina løtu, men útlitini fyri stigi eiga at verða góð í seinna dystinum millum liðini.
Hondbóltslandsliðið hevur spælt seinasta dystin í ár. Menning hevur verið á fleiri økjum, meðan órógv hevur eisini verið uttan fyri vøllin. Nú er umráðandi at halda fram við arbeiðinum og gloyma, hvat er hent, soleiðis, at vit kunnu frøast um altjóða stig í 2009!
---
FAKTA
Føroysku málskjúttarnir:
Carl Herup Olsen, Neistin, 4 mál
Janus Einar Sørensen, Kyndil, 4 mál
Finnur Hansson, Neistin, 3 mál
Hans Áki Dal-Christiansen, Kyndil, 3 mál
Esbern Patursson, H71, 3 mál
Janus Sørensen, H71, 2 mál
Tróndur Kragesteen, Neistin, 2 mál
Sámal Joensen, VÍF, 1 mál
Áki Mørk, Neistin, 1 mál