Vatnskutarar óegnaðir til grindadráp

Nakrir mans á vatnskutarum spældu ein óvanliga virknan leiklut, tá ein grind legði beinini í Sandágerði í Havn um hálvgum sjey tíðina leygarkvøldið. Men teir spældu sín leiklut so illa, at grindaformenn umhugsa at biðja teir halda seg burtur næstu ferð grind er.

- Tað hevur víst seg, at grindarakstur gongur best um hann gongur hóvliga framá. Serliga tá grindin skal fáast at gera landgongd er umráðandi at fara spakuliga fram. Tað heldur Hanus Højgaard, sum er ein av grindaformonnunum í Havn. Tí var hann, eins og flestu av hinum grindaformonnunum, ikki beinleiðis bergtikin av at síggja hvussu nakrir mans á vatnskutarum lógu og uppskúmaðu alt Sandágerði, meðan roynt varð at fáa grindina at gera landgongd.
- Tað bleiv ov nógv rok harinni. Serliga tá grindin vendi og fór úteftir, tí tá komu vatnskutararnir í vegin. Meðan bátarnir fóru út aftur úr Sandágerði og løgdu seg í linju nakað uttanfyri at forða grindini, lógu vatnskutarar ímillum grindina og sandin, sigur Hanus Højgaard, sum fekk nógvar klagur um hesar vatnskutarar at hoyra beint eftir drápið.
Fleiri grindamenn vildu hava menninar á vatnskutarunum revsaðar vit bót, sigur Hanus Højgaard, men tað vera teir neyvan, tí einki verður sagt í reglunum fyri grindadráp um, at ikki er loyvt at nýta vatnskutarar, og nakað beinleiðis ólógligt gjørdu teir ikki. Men grindaformenninir fara sum altíð saman við sýslumanninum at eftirmeta drápið, og tá fer nýtslan av vatnskutarum at verða tikin upp, og einki bendir á, at metingin verður nakað serliga positiv.
- Vit hava klára tað í nógv ár uttan vatnskutarar, og eg haldi at vit klára tað betur uttan, sigur Hanus Højgaard.
 
Teir smæstu skulu fremst
Tað vóru tó ikki bara vatnskutaraskipararnir, sum bóru seg ov framfýsið at undir grindadrápinum. Eisini nakrir størri skjóttgangandi bátar lógu og skúmaðu sjógv heilt inni at landi. Teir skapa eisini óneyðuga órógv, heldur Hanus Højgaard.
- Tað eru gjarna teir smærru bátarnir, sum skulu liggja fremstir, tá komið verður inn ímóti landi við grindini. Teir størru skjóttgangandi bátarnir kunnu gera stóra nyttu í rakstrinum, eitt nú tá grindin kavar, men drúgvar royndir siga okkum, at drápið gongur best um man fer spakuliga fram, so øði ikki kemur í grindina.
 
Runnu ov skjótt oman
Ongar reglur eru um júst hvørjir bátar skulu reka grindina inn ímóti sandinum. Í kunngerðini um grind verður einans sagt, at ?Tað eigur so mest møguligt at verða strembað eftir, at teir smæstu bátarnir liggja fremst, teir størru bátarnir og skipini skulu liggja uttast?. Vatnskutarar vóru ikki so vanligir í Føroyum um tað mundið, tá kunngerðin varð orðað, og heldur einki annað far verður nevnt við heiti.
- Man hevur fyrr umhugsað at hava greiðari reglur fyri hvørji før skulu gera hvat undir einum grindadrápi, og tað fara vit at tosa aftur um í næstum, sigur Hanus Højgaard.
At tað miseydnaðist at fáa grindina at gera landgongd í fyrstu atløgu fáa tó hvørki vatnskutararnir ella skjóttgangandi bátarnir skyldina fyri.
- Orsøkin til at grindin vendi var allarhelst at fólkið á landið rann oman á sandin ov tíðliga. Tað hava vit longu tosað um, og teir, sum hava ábyrgdina av hesum, eru samdir, sigur Hanus Højgaard, sum leggur afturat, at tað eisini kann vera at grindin vendi orsakað av at sandbotnurin er vorðin nakað brattur, nú einki brim hevur verið og slætta botnin í longri tíð.
 
Fyrimyndarligt
Drápið í Sandágerði leygarkvøldið gekk annars fyrimyndarliga væl sambært metingunum hjá grindaformonnunum, hóast tað ikki eydnaðist at fáa grindina at gera landgongd í fyrstu atløgu. Tað tók 15 minuttir at fáa lívið av teimum umleið 170 hvalunum, og drápið var næstan so ?reint? sum tað kann vera.
- Kúluongulin (ið verður settur niður í blásti á hvalinum, blaðm.) varð nógv brúktur til teir hvalirnar, sum ikki gjørdu landgongd. Ongulin er latin nógvum av teimum vonu grindamonnunum, og tað letur til at hann verður nýttur í alt størri mun, sigur Hanus Højgaard, grindaformaður.
Tað er Jústines Olsen, djóralækni, sum hevur ment kúluongulin og lagt øðrum lag á at brúka hann.