um tað ikki eydnast. Men sigurin kemur ikki av sær sjálvum. Hann er treytaður av, at spælararnir eru fult savnaðir um uppgávuna, og at hugburðurin er, sum hann eigur at vera. Um hetta gongur upp í hægri [...] Klakstein. At talan er um heimadyst eigur at vera fyrimunur, men hann kemur ikki av sær sjálvum. -Tað er neyðugt, at áskoðararnir stuðla okkum, og tað vóni og rokni eg við, at teir fara at gera, sigur [...] um 5-4-1 uppstilling, og hóast liðið í kvøld kann roknast at fara at vera meiri í álopsstøðu og harvið minni í verjustøðu, enn tað plagar, so verður konseptið ikki broytt. -Á pappírinum er talan um tøl
Um hetta skal broytast, krevst nýhugsan. Millum annað kemur eldra- og vælferðartøkni at gerast ein munandi størri viðleikari í framtíðar eldratænatuni í VEKS. Í hesum sambandi fer VEKS í næstum at søkja [...] avvarðandi kenna seg trygg. Hetta er tó ikki galdandi fyri tey, sum ikki standa í boði at fáa eitt kamar, og sum tí hava tørv á tænastu heima dag og kvøld. Hjá avvarðandi kann hetta vera krevjandi, tá familjulív [...] miða ímóti, at eldri við sama tørvi fáa somu tænastu. Í framtíðini skal VEKS veita eina neyvari tænastu. Tí er neyðugt at málrætta býlini til serstøk endamál. Summi hava tørv á at flyta í býli, har tey
-Eg plagi at siga tað soleiðis, um ta tíðina, tá ið eg drakk, at eg drakk meg ikki fullan, eg drakk meg svakan. Hetta vardi so eisini í nógv ár, men eg fór faktiskt yvir til Íslands fyri at læra meg betur [...] deyðsorsøk, hóast hetta kanska eitur okkurt annað í hagtølunum, sigur Ingi Mohr. Á Heilbrigdið leggja tey seg eftir at menna hvønn einstakan sjúkling. Tey fáa ikki møguleika at vera í sambandi við umverðina [...] upprunafólki í Avstralia hevur í dag stórar trupulleikar við tí, at teirra misnýtsla er voksin so ovurhonds nógv. -Ábyrgdin liggur hjá tí einstaka, men tað slepst ikki undan at viðurkenna, at rúsdrekka er
skammlop í generatorinum í bingju 3. Hetta elvdi til ógvusligan hita, sum fekk leidningar og vindingar at smelta og hesum stóðst roykur av. Sløkkiliðið í Norðoyggjum kom á staðið, men tað var ikki neyðugt [...] neyðugt at sløkkja, SEV fólk fingu skjótt loyst trupulleikan. Bingjan sjálv og motorur fingu ikki skaða, og arbeitt verður við at fáa til vega nýggjan generator. Bingja 1 og 2 eru virknar. Hetta skrivar SEV
loftvegis, og hetta merkist eisini á øllum brøgdum. Hóast atsóknirnar í Sambandsríkinum í farna mánað, so er hugurin hjá føroyingum at ferðast loftvegis ikki minkaður, men heldur tvørturímóti voksin ? í øllum [...] øllum førum enn. Í september mánað í ár ferðaust 13.478 fólk um flogvøllin í Vágum. Sama tíðarskeið í fjør fóru 11.229 fólk um flogvøllin í Vágum. Hetta er ein vøkstur uppá 20%. Talan er um fólk, sum entin [...] byrjaðu at brúka alsamt minni av peningi, og hetta setti beinanvegin síni spor á búskapin. Ein rættilig flogræðsla byrjaði eisini at gera seg galdandi í Sambandsríkinum og aðrastaðni við. Hetta hevur higartil
tað er einki at ivast í, at nervarnir komu uppaftur meiri til sjóndar í gjárkvøldið klokkan 20, tá síðsta venjingin skuldi vera á stadion, har dysturin verður spældur í kvøld. So er at vóna, at allir vera [...] verður roknað við, at umleið 30 túsund fara at hyggja at, tá føroyska fótbóltslandsliðið í kvøld klokkan 20 lokala tíð í Spania, sum er tað sama sum klokkan 19 føroyska tíð, fer at stríðast ímóti Spania [...] frá 1979 og fram til 1982. At Barcelona seldi Allan Simonsen komst ikki av, at hann ikki var nóg góður spælari, men tað komst bara av, at formaðurin í felagnum so ógvuliga fegin vildi hava fatur á Maradona
vilja hava meiri sjálvstýri, men meirilutin í føroyska fólkinum vil ikki loysa frá Danmark. Hetta hava fleiri veljarakanningar seinastu árini víst, og hetta vísti eisini úrslitið á løgtingsvalinum 30. [...] HØvuðssetningurin hjá sitandi landsstýri er at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt fullveldi. Tað sigur samgonguskjalið og hetta er eisini høvuðsboðskapurin í ólavsøkurøðu løgmans. Men mannagongdin, sum l [...] nýveldi, um hetta er ynski fólksins. MEn tað er sjálvandi spurningurin, um hetta er tað, sum føroyingar ynskja. Javnaðarflokkurin hevur - eftir drúgva innanhýsis viðgerð og umrøðu - mælt til at gera eina
var ikki lagt so nógv fyri í takklingum, men heldur var tað sjálvt spælið við bóltinum, ið var í hásæti. Fleiri álopsupplatingar vóru royndar, og tær tóktust at sita heilt væl, við góðari teiming í flytingum [...] sigur beinleiðis frá dystinum Les upptakt til dystin í Sosialinum mikudagin Føroyska manslandsliðið kom til Kiev í dag, og í kvøld var fyrsta venjingin í høllini, Palace of Sport, har landsdysturin ímóti [...] hjá sær. Venjingin gav ikki so sterkar ábendingar um hvørjir fara at fáa mestu leiktíðina mikudagin, men har vóru nakrir leikarar, ið ikki spældu so nógv við. Helst fyri at spara seg, hóast onkrir lítlir
loysir seg at liva av bygging, handli og almennari umsiting heldur enn at framleiða úr fiskatilfeingi. Onkur av okkara navnframu búskaparfrøðingum heldur at so er. Til hetta skal tó sigast, at lønarbólkarnir [...] einaferð fakta, men tá ein ikki góðtekur fakta, nyttar sjálvandi ikki við fleiri endurtøkum – ella ger tað? Hetta var nú eitt løgið aftursvar, um tað kann roknast sum aftursvar, í Sosialinum 30. apríl og [...] borgarstjóra í landsins størstu kommunu til grein mína “Heðin Mortensen veit betur”. Fakta er nú einaferð fakta og grundgevingarnar hjá mær lógu í taltilfarinum, men tá ein hevur sett sær fyri ikki at góðtaka
gjørdi eina roynd at fáa Havnina til ein súkklubý. Alt gott um tað, men enn tykjast fólk ikki at hava tikið rættiliga undir við tí. Tað, sum vit hin vegin síggja, er, at fólki dámar sera væl at ganga sær ein [...] Boðanesi og niðan í Hoydalar, gøturnar í viðarlundini, gøtuna fram við Sandá og ikki minst úti í Havnardali. Meðan vit síggja nógv fólk til gongu ta ljósu tíðina av árinum, so síggja vit ikki mong, nú myrka [...] er einføld tann, at allar hesar frálíku gøtur liggja í svartasta myrkri, og tí tora fólk ikki at ganga har. Tá fólk koma heim frá arbeiði, maturin er etin, so er um summarið tíð til at ganga sær ein langan